Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. desember 2018 · Nr. 144 Hús á Argjum Talan er um samanbygd hús á Argjavegi 25B, matr. nr. 183, Kirkjubøur – Argir. Húsini eru í tveimum hæddum á uml. 30 m2 hvør. Húsini treingja til høvuðsumvæling innan og uttan. Grundøkið er 207 m2. Prísuppskot kr. 650.000. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Advokatskrivstovuna, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, tlf. 353335, Fríðu Patursson, adv., ella skrivaran Anniku Reginsdóttir Olsen, umframt heimasíðurnar www.jura.fo og www.ogn.fo. ADVOKATSKRIVSTOVAN Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Eyðbjørn Larsen, adv. Helga á Borg, adv. Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo Fysioterapeutur til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir einum fysioterapeuti til fasr starv Talan er um avbjóðandi og gevandi starv í einum tvørfakligum toymi við serkunnleika innan fysioterapi. Endamálið er at tryggja at borgarin livir eitt aktivt lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin. Vit søkja eftir einum fysioterapeuti í starvsbrøki 1.0 svarandi til 40 tímar um vikuna frá 15.januar 2019 ella eftir nærri avtalu. Uppgávur: Veita venjing á røktarheimi/eldrasambýlum og til heimabúgvandi borgarar • at kanna, greina og meta um virkisførleikar hjá eldri • heilsufremjandi og sjúkufyribyrgandi venjingar fyri eldri +65 • at undirvísa og ráðgeva um heilsu og trivna • at kanna, venja og vegleiða húsfólk, sum búgva á stovni. Útbúgving og førleikakrøv: • hevur prógv og autorisatión sum fysioterapeutur • dugir væl at samskifta • vilja og evni at virka í einum tvørfakligum toymi • dugir at vegleiða og undirvísa • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og leggja venjingarætlanir til rættis • hevur góð samstarvsevni • KT-førleika á brúkarastøði Vit kunnu bjóða: Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi við góðum umstøðum Eitt starv við nógvum avbjóðingum, har tú kemur at seta dám á tilboðini hjá BHS Løn og setanarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og avvarandi yrkisfelag. Umsókn Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy att.: Anna Djurhuus, leiðari Eiðisvegur 28 FO-900 Vágur ella:bhs@bhs.fo, og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 27. december 2018 kl.12.00 TANN FØROYSKI BIÐIMAÐURIN Vit hjálpa døgnið runt +298 51 30 70 Vit hjálpa eisini við flutningi frá og til føroyar Kistur Líkverja Kistuprýði og kransar Prenta sangheftir Líkvogns koyring Skipa fyri ervi Gravsteinar Røkt av gravstað Samskifti frá byrjan til enda Les meira www.sh.fo Vit røkka allar føroyar - Norðoyggjar, Eystur og Streymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy TØKK Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu tá góða kona mín, mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Mia Corintha Justinussen f. 8. februar 1931 d. 17. november 2018 andaðist og varð jarðað. Takk til tykkum í Nánd, sum vóru um hana hennara seinastu tíð. Takk til starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri umsorgan og hjálp. Takk fyri blómur og kransar og alla hjálp í samband við jarðarferðina. Takk til tykkum, sum tóku í móti í Hebron og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Eini gleðilig jól ynskja vit tykkum Familjunar vegna Helli, Jónsvein, Fríðgerð, Torgunn og Jógvan við familju Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR Lesið Sosialin