hósdagur 13. desember 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað er ikki so løgið, at eitt uppskot um
at broyta rúsdrekkalógina, sum verður
lagt fram á ting sum ein handil við
Magna Laksafoss, so hann fær útvegað
sínum skótum pengar til skótadepilin á
Selatrað, fellir á tingi.
Tí eitt uppskot um at broyta rús
drekkalógina hevur betri uppiborið,
enn at vera ein hissini handilin við ein
tilvildarligan løgtingsmann, sum ikki
veit, hvørjum flokki hann skal vera í.
Grundreglan við rúsdrekkalógunum
í Norðanlondum – undantikið Danmark
og Grønlandi – er, at rúsdrekkanýtslan
skal tálmast.
Tað verður hildið gjørt best við at
hava eina almenna einkarsølu, sum
umsitur alla sølu av rúsdrekka.
Av onkrari tilvild sluppu bryggjaríini
bæði, sum vóru til í 1992, at halda fram
við ølsølunum, sum tey høvdu áðrenn
broytingina í rúsdrekkalógini, tó at søl
an tá fór fram við postordra.
Skulu vit halda fast við grundregluna
um, at atkomuligheitin til rúsdrekka
skal avmarkast, so er tað ikki rætt at
flyta rúsdrekkasølu frá Rúsuni til
bryggjaríini.
Tað er staðfest fleiri ferðir, at Løg
tingið vil ikki broyta hesa grundreglu, tí
var tað væntandi, at Løgtingið felldi
uppskotið hjá Magna Laksafoss.
Men Løgtingið kann lætta munandi
um hjá matstovu- og gistingarhúsvinn
uni við at avtaka innflutningsmonopol
ið á rúsdrekka. Tað er slett ikki neyðugt
at hava ein tungan almennan stovn,
sum skal stríðast við og útvega sær ser
vitan at flyta inn alskyns sløg av víni,
brennivíni og øli. Tað kundu heilsølur
nar gjørt nógv betri og bíligari.
Heilsølur og bryggjarí áttu eisini at
selt beinleiðis til skeinkistøð, so Rúsan
slapp undan øll hesum stríðnum, og so
leiðis at vinnan fekk tær sømdir, sum
søma seg eini slíkari vinnu.
Alt hetta kann lættliga gerast, uttan
at rúsdrekka verður meira atkomuligt,
enn tað er í dag. Einki broytist fyri
brúkaran, men vinnan fær nógv betri
treytir, betri umstøður at vinna pengar,
og Rúsan kann gera stórar sparingar –
og fær eitt nógv betri úrval av vørum.
Latið ikki eitt álvarsmál sum rús
drekkalógina fara á uppboð millum
floksleys tingfólk, sum vilja markera
seg!
Tey floksleysu og hissinibroytingar
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
14. DESEMBER 2018
Vit kenna helst øll til, at jólamánaðurin er
stuttur, tiltøkini eru mong, og alt skal ná
ast. Og av ymsum orsøkum er skjótt at
gloyma at jólini í veruleikanum ikki snúgva
seg um gávur, men um nærleika og hugna.
Í Sjónleikahúsinum er møguleiki til eina
slíka løtu nú »Jólagleðin, ið hvarv« er at
síggja. Ein nýskrivaður føroyskur leikur til
børn og barnsliga sálir. Leikurin snýr seg
um álvar og vættrar sum hittast einaferð
um árið at gera fortreð og arga hvønn
annan. Men saman gera tey, at jólagleðin
verður funnin.
V. U. Hammershaimb sigur um vættrar:
»Vættrar eru smáir, fríðir til útsjóndar,
góðir andar, sum búgva í húsunum hjá
góðum fólki, og undir teirra lívd njóta tey
sælu og fáa styrk av teimum, so at alt
gongur væl í lag í tí húsi, hvar vættrar eru;
sælur er vættra vinur, tí hann kann hvørki
trøll ella huldufólk ella nakar livandi undir
jørðini ella á jørð granda Hinvegin eru
álvar yvirnatúrligar verur sum búgva í
heyggjum, sum
kunnu tøla
menniskju og binda
tey til sín«.
At vita hvussu
leikur fer ber til við
at leita sær í
Sjónleikahúsið.
Jólagleðin
ið hvarv
SJÓNLEIKARHÚSIÐ
Les eisini blaðið
á telefonini
Smiðjan í
Grønuskriðu
Siðsøga
síða 22-23
Bústaðir: Hava
lært av feilunum
síða 18-19
Nú jólini nærkast, verður forvitnislig
søluframsýning í Smiðjuni í Lítluvík,
har tær báðar Durita og Ragnhild Dam,
móðir og dóttir, fara at sýna fram og
selja burtur av nøkrum av tí, sum tær
hava skapt við hond og ond hetta
seinasta árið.
Á framsýningini fer Durita at sýna
fram málningar, har myndevnini mest
eru abstrakt, men hon hevur eisini
nakrar lyriskar blomsturmálningar í
ljósum litum.
Durita hevur málað í mong ár og
hevur javnan havt framsýning í
Smiðjuni, umframt at hon eitt nú
hevur luttikið á ólavsøkuframsýning
um á Listasavninum.
Ragnhild Dam hevur rættiliga sligið
sítt navn fast innan føroyskt silvur
smíð. Sniðini eru somikið sermerkt, at
tú beinanvegin kennir stílin aftur, tá ið
tú sært eina smúkku frá Ragnhild
Dam Jewellery.
Ragnhild hevur egnan verkstað, har
hon smíðar oyralokkar, viðhang, ringar
og brosjur, og vælumtóktu smúkk
urnar fáast vanliga til keyps í Østrøm á
Skálatrøð.
Framsýningin í Smiðjuni letur upp
14. desember kl. 14 og er opin til og við
18. desember.
Framsýning við málningum
og smúkkum í Smiðjuni