hósdagur 13. desember 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 145
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Mánadagin bleiv
Jóhan á Plógv
Hansen úttikin til
danska a-landsliðs
bruttohópin í
hondbólti
Sirið Stenberg noktaði
týsdagin fyri at hava
sagt nei takk til eina
diabetesmiðstøð í
Føroyum.
Týskvøldið drap
ein maður trý
fólk og særdi 13 í
einum skotálopið
á jólamarknaðin í
Strasbourg.
Mikudagin feldi
løgtingið eitt
uppskot hjá Magna
Laksafoss um at loyva
bryggjaríunum at selja
Theresa May yvirlivdi
mikukvøldið
eina misálitis
atkvøðugreiðslu í
egnum flokki
Í dag kunngjørdi
Heðin Mortensen
frágreiðingina hjá
Landsverki um Glasir
Diabetesmiðstøð
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fólk eru flutt
til Føroya úr
útlandinum
higartil í ár
metrar eru eftir
at spreingja av
Eysturoyartunlinum 1.621
2.558
Føroya Landsstýri hevur havnað
einum uppskotið frá donsku
heilivágsfyritøkuni Novo
Nordisk um at stovnað eina
diabetesmiðstøð í Føroyum knýtt
at Landssjúkrahúsinum. Sirið
Stenberg hevur ikki viðgjørt
málið við hvørki serfrøðina ella
politiska baklandið, áðrenn
Heilsumálaráðið boðaði Novo
Nordisk frá, at tey ikki ynsktu at
arbeiða víðari við tilboðnum.
ikki kasta við
steini , tá ið tú
gongur í skúla
á Glasir
Stívt andøvsgul upp í hvassan av
suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s,
sum í annaðkvøld øtlar í strúk í vindi
upp í skrið, 13 til 20 m/s, við hørðum
hvirlum. Samdrigið og fyrrapartin
regn í støðum, annars yvirhøvur
turt. Út á náttina fer at regna. Hitin
alt samdøgrið millum 3 og 7 stig
Strúkur í vindi upp í skrið av
landsynningi, 13 til 18 m/s, seinni
makar hann í gul til stívt andøvsgul
av útsynningi. Yvirhøvur skýggjað
og regn ella ælaveður. Hitin alt
samdøgrið millum 3 og 7 stig
Strúkur í vindi upp í skrið av suðri
og landsynningi, 13 til 18 m/s, við
hørðum hvirlum, sum út á dagin
makar í andøvsgul upp í ein strúk
í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Um
náttina fer hann í ein landsynning
og øtlar aftur vindin í strúk í vindi
upp í skrið, 13 til 18 m/s. Skýggjað
og samregn, seinnapartin og um
kvøldið eitt stutt skifti einans regn av
og á. Hitin um dagin millum 5 og 8
stig, um náttina millum 1 og 4 stig
10-15 m/s
13-18 m/s
Tað er onki undarligt, at føroyingar hava
havt gott samband við Stóra Bretland,
árini eftir seinna heimsbardaga.
Í fimm ár vóru bretar her á landi
undir krígnum og eftir kríggið hildu
við fram við samhandli við grannar
okkara. Føroysk skip seldu fisk í
Skotlandi og vit fingu nógvar bretskar
vørur til Føroyar tey árini.
Sum frálíður er handilin fluttur
meira og meira til Danmark, hóast
ongin okkara ikki av og á etur eina
Quality Street karamellu ella ein punt
ella fýra av Cadbury sjokolátu.
Tí er onki at siga til, at vit fylgja
væl við, nú Stóra Bretland hevur
gjørt av at fara út úr ES. Fólkið
tók hesa avgerðina og nú hevur
Teresa May , premierministari – ella
forsætisráðharri – stríðst fyri, at hetta
kann gerast á ein skynsaman hátt.
Sjálvt eitt misálit í egna flokki
sínum, máti hon ígjøgnum-
Um tað fer at eydnast henni at gera
ein avtalu, er framvegis ógreitt, men fer
Bretland úr ES, so kann tað lætt ávirka
okkum rættuliga nógv.
Ája
Her á landi gongur alt sína gongd,
nú jólini nærkast.
Útróðrarbátarnir og línuflotin fáa
nógvan fisk undir Føroyum, so tað
hevur gott lag og optimismu við sær.
Í Løgtinginum stríðast tey við at
gera eina fíggjarlóg fyri komandi ár.
Avtalur verða gjørdar og brotnar og
samgongan roynir at sigla millum
skerini, so ein meirluti fæst fyri
fíggjarlógini.
Í
skrivandi
løtu
heldur
tingformaðurin fast við, at tingið fer
heim seint í dag, men hann sigur kortini,
at hetta avger hann ikki einsamallur.
Velir tingið at arbeiða nakrar dagar
inn í næstu viku, so verður tað gjørt, tí
allar lógir, sum skulu galda frá 1.januar
mugu samtykkjast endaligt áðrenn
tingið fer heim.
Ája
Nú plagi eg av og á at nevna veðrið
í hesum reglum. Haldi vit mugu
staðfesta, at november royndist
væl og tað sama tað, sum farið er av
jólamánaðinum. Ongin ódnarveður og
so at siga ongin kavi enn.
Hjá okkum sum hava ein langan
vetur er hetta sjálvandi ein lætti. Tað er
myrkt hesa tíðina og tað hava dagarnir
í november og desember eisini verið,
men hóast alt er tað lættari, tá ið veðrið
er hampuligt.
Tunglyndi kann eisini raka summi av
okkum, hesa myrku tíðina, men eisini
tað er eitt sindur lættari at handfara, tá
ið veðrið ikki samstundis er ringt.
Tí er tað samstundis gott
at leggja til merkis, at tað er
lítið meira enn ein vika, til
styttstadag og so fer at
ganga móti ljósari tíðum
aftur.
Veit væl, at bæði
januar
og
februar
kunnu vera myrkir og
buldraslligir, men bara
tað at vita, at nú ljósnar
aftur – eitt líð sindur
fyri hvønn einasta dag
sum gongur, er ein lætti hjá
mongum av okkum.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
skjótt verður
gjørligt hjá
føroyingum at
hava dupultan
tjóðskap?
13-18 m/s