Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 145 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum MIÐFLOKKURIN BØRNINI Landsstýrið hjá børnunum - Løgtingið hjá børnunum - Politikkurin hjá børnunum ØLL BØRN HAVA RÆTT TIL GÓÐ BARNAÁR Eitt høvuðsendamál við øllum politikki er at skapa eitt samfelag, sum gevur børnum tryggleika. Tað eru nógv viðurskifti í tilveruni hjá børnum, sum verða ávirkað av politiskum avgerðum. Til dømis kunnu politikkarar avgera, um rúsdrekka er sjónligt ella goymt fyri børnum í teirra gerandislívi. Loyva vit fríari rúsdrekkasølu, er avleiðingin, at rúsdrekka gerst ein vanligur fylgisveinur hjá børnum so ella so. Geva vit rúm fyri atburði og myndum í almenna rúminum, sum hava í sær siðloysi og ómoral, verða børnini tey fyrstu ofrini. Lata vit tilfar við harðskapi fáa fríari ræsur í almenna rúminum, gongur tað útyvir børnini. Øll børn hava náttúrliga rætt til eina mammu og ein pápa. Nøkur eru tó fyri tí vanlagnu at missa annað ella bæði foreldrini. Men í dagsins samfelag verða børn borin í heim, sum við vilja ikki sleppa at eiga og enn minni vita um sín pápa. Náttúrligi rættur barnanna til at kenna sítt upphav verður frá byrjan tikin frá teimum. Hetta er gjørt møguligt við óumhugsaðum politiskum avgerðum til miklan ampa fyri børnini. Mong børn verða happað. Politisk átøk skulu áhaldandi fremjast fyri at steðga allari happing. Samskipað átøk móti happing skulu støðugt gerast á ansingarstovnunum, í fólkaskúlanum, í ítróttarfeløgum, í kirkjum og samkomum og í frítíðarlívi sum heild fyri at steðga happing. Børn við serligum avbjóðingum eiga so tíðliga sum gjørligt at verða greinað fyri at fáa professionella hjálp. Átøk tíðliga í tilgongdini eru mest effektiv, tá hjálp skal veitast. Tað eru politiskar raðfestingar, sum avgera, um hesi børn fáa dygdargóð tilboð skjótast gjørligt. Børn við sálarsjúku hava rætt til professionell viðgerðartilboð tíðliga. Jú longri, hesi børnini mugu bíða eftir viðgerðartilboðum, jú truplari verður teirra støða og verri at veita nøktandi hjálp. Miðflokkurin vil skapa einar Føroyar fyri børnini. Miðflokkurin vil hava eitt landsstýri fyri børnini. Miðflokkurin ynskir eitt løgting fyri børnini. FYRI AT GEVA BØRNUNUM BESTU KOR, EIGA VAKSIN AT SETA TIL SÍÐIS EGIN ÁHUGAMÁL, HAR ÁHUGAMÁL HJÁ VAKSNUM OG BØRNUM ERU MÓTSTRÍÐANDI. Løgtingið sleppur ikki í jólaferiu í dag sum ætlað ÁKI BERTHOLDSEN P áll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, hevði ætlað, at Løgtingið skuldi fara í jólafrí í dag, fríggjadagin. Men tað sær svart út eftir tað, sum hendi í Løgtinginum beint nú. Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið næsta ár, um at halda fram við skipanini við fiskidøgum í eitt ár aftur at. Annars hevur Løgtingið samtykt at fara til eina kvotuskipan á nýggjárunum, men tað dróg út og endin var, at Framsókn kravdi, at fiskidagarnir halda fram í eitt ár afturat, tí nú var skotbráið so stutt, og ongar fyrireikingar vórðu gjørdar. Samtundis sum at uppskotið varð lagt fram í áðni, varð eisini heitt á Løgtingið um at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at málið kundi avgreiðast beinanvegin. Men tað fekk ikki tann neyðuga meirilutan, og sostatt skal málið viðgerast sum vanligt. Tað merkir, at tað skulu ganga nakrir dagar ímillum hvørja viðgerð, samstundis sum at tað skal í eina nevnd at verða viðgjørt nágreiniligari.