hósdagur 13. desember 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 145
6
HAPPING
– Eg gjørdist »Beinta Slev«
sum átta ára gomul, tí at ein
vaksin kona ikki hugsaði seg
um, áðrenn hon talaði
SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR
– Vit gingu í 2 flokki, og eg
minnist ikki reiðiliga, hvat og
hvussu, men eg sat still, og lærar
in stóð uppi við talvuna og skriv
aði. So vendi hon sær á og segði:
– Ikki sleva so illa Beinta!
So vendi hon sær aftur løtu
seinni og segði flennandi:
– Ikki sleva, Beinta Slev.
Tað byrjaði ikki júst tá, altso
happingin. Men stutt eftir, so
børnini høvdu fangað tað, sum
hon hevði sagt við meg.
Soleiðis greiðir kvinnan frá,
sum síðani hon gekk í øðrum
flokki hevur verið illa happað av
eyknevninum, sum lærarin setti
á hana.
– Átta ára gomul børn halda
jú, at tað er í lagi at arga eitt
annað barn við einum eyknevni,
um ein vaksin ger tað, so hon
staðfestir, at soleiðis gjørdist
hon »Beinta Slev«. Hon greiðir
víðari frá, at tað var ikki so
ógvusligt í teimum yngru flokk
unum, men trupulleikin vaks,
sum frá leið.
– Eg hevði vinkonur mínar hjá
mær, men eg var sárbar akkurát
tá. Foreldrini vóru farin frá
hvørjum øðrum, og besta vin
kona mín var flutt av landinum,
so eg hevði ongan, sum eg ordi
liga kundi vera trygg sman við.
Eisini tí eg var flutt, orsakað av
foreldrini vóru skild, so búðu
vinkonurnar ikki í grannalagn
um, har eg búði. So eg gjørdist al
samt meira einsamøll á tann
hátt.
Eingin kom í føðingardag
So gingu árini. Tað byrjaði í smá
um, eitt nú um vit skuldu skriva
navnorð á talvuna, og eg skrivaði
»ketta«, so vildu hini børnini ikki
skriva tað orðið, tí eg hevði sagt
tað.
Og tá vit høvdu heystfrí søgdu
tey við meg, at tey gleddu seg at
hava eina viku, har tey sluppu
undan at síggja Beintu Slev.
Enn tann dag í dag hugsi eg,
hvørjaferð heystið nærkast, at
heystfrítíðin er í eina viku, tí tá
sleppa øll undan at síggja meg.
Tað hongur við í mínari fatan av
heystfrítíðini, greiðir hon frá.
Føðingardagarnir
gjørdust
eisini ein marra. Í fyrstuni komu
øll í føðingardagar.
– Men tað eina árið høvdu vit
gjørt nógv burturúr, men brád
liga skuldu øll børnini í flokkin
um at venja fótbólt. Mamma helt
tað sjálvandi verða í lagi. Hon
helt tað vera óheppið, at vit ikki
høvdu hugsað um, at fótbóltur
var tann dagin. Men eg visti sum
var, at tað vóru bert tríggir
dreingir í flokkinum, sum gingu
til fótbólt. Eg var sjálvandi kedd,
men soleiðis var tað bara.
Eisini tá vit spældu spøl, har
man skuldi velja lið. Tá var eg
altíð tann, sum var síðst vald, tí
eingin vildi hava meg við á teirra
lið. Eg dugdi ikki væl at spæla
hesi spøl, men tá eg hugsi um tað
í dag, so haldi eg, at um eg hevði
sloppið at roynt meg, so kundi eg
kanska havt dugað okkurt ella
lært okkurt.
So fluttu vit skúla. Har sum
vit høvdu gingið var bara upp til
7. flokk. Eg havi fortrongt ræðu
liga nógv, minnist ikki nógv til, at
tað var serliga nógv happing, tá
eg kom í framhaldsdeildina. Tað
var í øllum førum ikki uppá sama
máta, sum eg hevði upplivað, og
sum eg fór at uppliva.
Drakk meg fulla fyri at
gloyma
Tá eg bleiv liðug har og fór í
studentaskúlan, tá kann man so
siga, at happingin av álvara tók
LÆRARIN KA
MEG »BEINTA
»Eg vil, at Føroyar
og føroyingar lata
upp eyguni fyri
veruleikanum,
at happing er
so álvarsamt, og at tað kann
oyðileggja ein persón «