hósdagur 13. desember 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 145
7
dik á seg. Eg varð kallað »Beinta
Lús« í eitt tíðarskeið í staðin fyri
»Beinta Slev«, men kortini, so
hekk »Beinta Slev« við.
– Fólk tveittu sigarettir í hárið
hjá mær, bæði tendraðar sigarett
stubbar og gamlar, so hárið
brendist. Hvørjaferð eg var í býn
um, bleiv eg næstan álopin. Fólk
róptu eftir mær, blakaðu gløs
eftir mær og øskubikør og hóttu
við at sláa ella banka meg. Tað
kom eisini fyri, at eg varð sligin,
so fyri at klára at fara út, fór eg
at drekka meira, enn eg nakrantíð
skuldi havt gjørt.
– Eg drakk meg fulla, soleiðis
at eg ikki nýttist at minnast alt,
sum hendi. Eg drakk fyri at
gloyma allan mótgangin eina
løtu, so eg kundi lata sum um, at
eg hevði havt eitt gott kvøld sum
øll hini. Soleiðis kundi eg eisini
siga við meg sjálva, at tey bláu
merkini og tað bláa eygað, eg
hevði eftir ein býtúr var tí, at eg
hevði verið for full. Ikki tí at
nakar hevði viljað mær nakað ilt.
Eg tók skuldina á meg sjálva, tí
tað var lættari enn at hugsa, at
tað vóru hini, sum vildu mær ilt.
Og hon greiðir víðari frá, at
tað kom ofta fyri, at hon fór heim
til hús, áðrenn hon yvirhøvur
kom oman í býin.
Og dansistøðini hjálptu onk
untíð og tveittu fólk út, um tey
vórðu ov ógvuslig.
Eg gjørdist rótin til alt ilt
– Tað kom til eitt tíðarskeið, har
eg fór at síggja, at vinkonurnar
hjá mær eisini fingu ringt orð á
seg, tí at tær vóru mínar vinkon
ur. Eg gjørdi tí av at halda meg
burtur frá teimum, fyri at tær
ikki skuldu fáa tað líka sum eg
hevði tað og soleiðis, at tær
kundu hava tað gott saman við
hinum fólkunum.
– Eisini royndi eg at halda meg
burtur frá systkinum mínum, so
leiðis at eingin visti, at tey vóru í
familju við meg, ella høvdu
nakað við meg at gera. Eg royndi
at verja tey rundan um meg, so
leiðis at eg ikki skuldi oyðileggja
nakað fyri tey, tí onkursvegna
var tað eg, sum var trupulleikin
og rótin til alt ilt, helt eg sjálv.
So minnist hon einaferð, at
hon kom heim úr skúlanum við
einum bláum eyga og mamman
spurdi, hví hon hevði fingið blátt
eyga.
– Eg tordi ikki at siga sann
leikan. Eg greiddi henni frá,
hvussu ein drongur royndi at
sláa ein annan drong, men kom
til at sláa meg, so tað var av óvart,
at eg hevði fingið blátt eyga, tí eg
stóð fyri. Sjálvt um tað í veruleik
anum var drongurin, sum hevði
sligið meg við vilja.
– Eg vildi bara ikki hava, at
mamma ella nakar skuldi stúra
fyri mær, so eg fortaldi teimum
lítið og einki. Enn í dag vita tey
ikki alt, sum er hent mær. Eg
klári illa at greiða teimum frá øll
um. Tað er hart fyri meg, tí eg
veit, at tað særir tey. Tey eru so
góð við meg, og eg vil bara verja
teirra kenslur, sigur hon.
Happingin steðgaði, tá hon
var 28 ár, tí tá flutti úr Havnini.
– Men tað var forferdeligt, tey
árini tað var. Tað vóru eisini hat
ursíður um meg á netinum. Eg
minnist ikki, um tað var ein
heimasíða ella bólkar á ymisku
sosialu síðunum sum vóru tá. Eg
havi fortrongt nógvar av mínum
upplivingum. Ofta, tá eg síggi
fólk og kenni tey aftur, so ivist eg
ofta, um tað er av góðum ella
ringum minnum, at eg minnist
persónin. Hevur tú gjørt mær
nakað ella ikki? Tað er keðiligt, tí
tað er so ofta. Føroyar eru eitt so
lítið land, at tað kann ikki um
gangast.
Óttin fyri at missa sonin
– Í dag livi eg eitt lív við kronisk
um tunglyndi og ótta, ótta sum
eg eri væl greið yvir, er heilt
ALLAÐI
A SLEV«
»Eg stúri hvønn dag
fyri at missa sonin,
bara tí at eg eri eg«
»Fólk tveittu
sigarettir í
hárið hjá mær,
bæði tendraðar
sigarettstubbar og
gamlar, so hárið brendist«