Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 145 8 HAPPING óneyð­ugur og ikki gevur nakra ser­liga meining. Eg kann við vissu siga, at hetta er orsakað av has­um lítla setninginum, sum lær­arin segði við meg í 2. flokki, eina lítla 8 ára gamla gentu, sum ikki vildi nøkrum nakað ringt. – Tá eg átti sonin fyri nøkrum árum síðan nú, kom alt fram aftur. Alt sum eg havi fortrongt og goymt burtur langt afturi í minninum raplaði fram aftur, tá eg fekk sonin. Eg fekk barns­ burð­artunglyndi. Eg var bangin fyri, at eg ikki var góð nokk, og at onk­ur fór at taka sonin frá mær. Hvørjaferð eg skal á foreldrafund, enn tann dag í dag, eri eg bangin fyri, at hann verður tikin, tí eg eri eg. – Um næturnar droymi eg um ymiskar hendingar. Eg síggi ikki, hvør persónurin er, men tað eru hendingar, eg havi upplivað. Hvørja­ferð eg haldi, at eg fái tað betri, so minnist eg aftur eina hend­ing, og so kennist tað, sum um eg verði sligin niður aftur. Nú tá sonurin nærkast skúla­ aldri, kennir hon seg meira og meira ótrygga og beiska, tí hon veit, at tað var bara av einum lær­ara, at lívið endaði soleiðis. – Eg stúri hvønn dag fyri at missa sonin, bara tí at eg eri eg. Tað tók mær langa tíð, til eg yvir­ høvur tordi, at fólk skuldu síggja meg saman við soninum, tí eg helt, at um tey vistu, at eg átti hann, so funnu tey onkran máta at taka hann frá mær. – Av hesum óttanum fyri at missa hann, gjørdist eg ógvuliga hørð við meg sjálva. Alt sum eg gjørdi skuldi vera perfekt. Eingin skuldi hava nakað at seta fing­ur­ in á. – Eg kann onkuntíð fara ein heil­an tíma fyrr upp um morg­ un­in fyri at gera matpakkan til son­in. Matpakkin skal vera heilt feil­fríur. Eingin skal kunna siga nakað um son mín. – Eg gangi ógvuliga høgt upp í, at alt er ordiligt, og at eg ikki geri nakað skeivt. Eg eri bangin fyri at traðka skeivt, og eg toli slett ikki, tá fólk siga, at eg ikki havi gjørt okkurt heilt perfekt. Til dømis, um eg standi fyri at gera døgurða heima, og maðurin held­ ur, at sósin kundi havt eitt sindur meira av salti í, so fari eg í sorl. Eg klári slett ikki at hoyra nakran kritik. Tað er heilt ótrúliga keði­ ligt at hava tað soleiðis, men eg má liva við tí og góðtaka tað. Eg kann ikki annað. – Eg skilji væl, at nógv av tí eg geri kann tykjast meiningsleyst fyri onnur, men um eg ikki geri alt tað, eg kann, fyri at fáa tað besta úrslitið, so kann eg ikki vera góð við meg sjálva. Tað er stravið at hava tað soleiðis, og tað er eisini stravið fyri tey rund­ an um meg at liva við tí. Men tey eru góð og duga væl at skilja meg. Tabuevni í Føroyum – Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit eisini hugsa um tey, sum ikki hava tað lætt, tí eg haldi, at tað er ofta eitt tabuevni í Føroyum. Fólk vilja ikki síggja veruleikan, at tað eru summi, ið ikki hava tað gott. Eg vil hjálpa teimum. Tí legði eg út á Facebook um mína søgu. – Tað er fyrstu ferð, eg havi sagt tað alment, at eg varð illa happað. Um eg varð biðin um at greiða frá hesum fyri hálvum ári síðani, so hevði eg ikki sagt ja og hevði ikki kunna funnið uppá at tosa um tað. – Eg vil, at Føroyar og før­oy­ ing­ar lata upp eyguni fyri veru­ leik­anum, at happing er so álvar­ samt, og at tað kann oyðileggja ein persón. – Viðmerkingin eg fekk frá læraranum sum átta ára gomul genta í 2. flokki vísti seg at verða mín dómur. Eg gjørdist »Beinta Slev« sum átta ára gomul, tí at ein vaksin kona ikki hugsaði seg um, áðrenn hon talaði. »Hvørjaferð eg skal á foreldrafund, eri eg bangin fyri, at sonurin verður tikin, tí eg eri eg« »Í dag livi eg við kroniskum tunglyndi og ótta orsakað av hasum lítla setninginum, sum lærarin segði við meg í 2. flokki, eina lítla 8 ára gamla gentu, sum ikki vildi nøkrum nakað ringt«