Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 145 12 TEMA Vit halda jól Magni Joensen hevur gjørt nógv burtur úr fyri at líkjast einum veruligum jólamanni so nógv sum gjørligt. Hann er jólamaður ymsastaðni í Havn, men á jólum verður hann ikki í Føroyum – tá fer hann á skíðferiu í Alpunum í Sveis PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO Í hesum døgum hevur 34 ára gamli Magni Joensen úr at gera. Við sínum kritahvíta hári, skeggi og eygnabrúm røkir hann starvið sum jóla­mað­ ur á Handilsgøtuni í miðbýnum í Havn. Har gongur hann og melur aftur og fram við einum stórum sekki av karamellum og er allatíð til reiðar at gleða børn og vaksin, sum ganga framvið. - Síggi eg nakran, sum sær út til at njóta jólini, so bjóði eg teimum eina karamellu ella tvær. Børnini vera so spent, tá tey síggja meg, so tað er stuttligt. Eg gangi eisini runt í ymsu handl­ar­ n­ar og heilsi uppá starvsfólk, sum kanska hava havt ein langan dag, og so kann eg finna uppá at for­telja teimum eina flata krøn­ iku. Tey, sum arbeiða, skulu jú eisini koma í jólahumør, sigur Magni Joensen. Hansara stóri innsatsur í ár hevur gjørt, at har er lítið at taka feil av, og um mann ikki visti bet­ ur, so skuldi mann trúð, hann var tann veruligi jólamaðurin. Magni Joensen, sum er úr Syðru­gøtu, hevur vanligvís myrkt hár og er ikki vanur at hava so stórt skegg. Hann hevur eis­ini tattoveringar upp eftir nakk­anum og oman eftir ørm­un­ um, og tá hann er jólamaður, má hann fjala tattoveringarnar við handsk­um. Byrjaði sum skemt Hugskotið at vera jólamaður byrj­ aði sum ein skemtisøga mill­um hann og myndamannin, Jan­us Gunn­arsson, sum rekur Mynda­ boks á Doktara Jakobsens gøtu í Havn. Teir arbeiddu saman í fjør, og tá fóru teir at spæla sær við tankan um Magna sum jóla­ mann. - Janus helt, eg var ein rímiliga festligur fýrur fyri at síggja út, sum eg geri – eg eri jú ein stórur maður, fullur av tattoveringum, men allíkavæl eri eg róligur og heilt niðri á jørðini. Hann ímynd­ aði sær, at eg ivaleyst eisini hevði riggað væl sum jólamaður, so hann keypti mær ein jóla­mans­ búna, fortelur Magni Joensen flenn­andi frá. Hesin tankin um Magna Joen­ sen sum jólamann bleiv so til veru­leika. Jólamansrollan klæddi honum stak væl, og hann royndi seg so fyri fyrstu ferð sum jóla­ maður á Handilsgøtuni í des­emb­ er í fjør. Tá hevði Magni einki skegg, so hann brúkti falskt skegg og gekk í hvítum parykki. - Mær dámdi einki at ganga runt við parykkinum og falska skegginum. Tað skriðaði nakað so illa, so eg fekk eitt hálvgum- útslett av tí. So tað riggaði ikki, sigur hann. Lat skeggið vaksa og litaði sær Magni Joensen hugsaði, at næstu ferð skuldi hann fara all-in og gera tað ordiligt. Vekk við parykk­ inum og falska skegg­in­um. Hann lat skeggið veksa, og tað passaði væl saman við hansara leikluti í heyst í leikinum, Jørundur Hunda­ dagakongur, har hann eisini skuldi hava skegg. Tá desember mán­aði nærkaðist fekk hann skeggið, hárið og eygnabrýrnar – ja, allan hárvøkstur á høvdinum lit­aðan hjá Salong Anniku á Handilsgøtuni. Hann var fyri summi slett ikki til at kenna aft­ ur beint aftaná. - Akkurát tá eg hevði litað hárið og skeggið, gingu øgiliga nógv, sum eg kendi, beint forbí meg. Tey kendu meg slett ikki aftur. Men tað eru eisini tey, sum beinanvegin síggja, at tað eri eg. Hesin jólamaðurin ger eitt sindur meira burturúr enn aðrir jóla­ menn í staðin fyri bara at tveita eitt plagg uppá seg og siga “Ho ho ho”. Higartil havi eg sitið inni í frisørsalongini í 12 tímar tilsam­ ans, tí hárlitingin skal jú dag­før­ ast, tí hárið veksur so hvørt. Síðan hann byrjaði sum jóla­ mað­ur á Handilsgøtuni, hevur hann fingið sera nógvar fyri­ spurn­ingar um eykaarbeiði aðra­ staðni, men tað liggur illa fyri hjá hon­um orsakað av ferðing mill­ um arbeiði, skúla og heim. Hann býr í Syrðugøtu og gongur í skúla í Klaksvík, men átekur sær tær upp­gávurnar, hann metir seg hava tíð til. - Jólamaðurin kann ikki siga nei Sum jólamaður er tað týdning­ar­ mikið at vera klárur uppá óvænt­ að­ar spurningar og støður. Magni Joensen dámar væl at spæla sjón­leik og luttók fyri stuttum á ein­um sjónleikaraskeiði við Gjógv. Ein dani undirvísti í sjón­leik­ arateknikkum hjá kenda russ­ iska sjónleikaranum, Stani­slav­ skij. Á hesum skeiðnum fok­us­eraði Magni serliga uppá at læra seg improvisatiónsteknikkir, og hes­ um hevur hann fingið stóra nyttu av í sínum nýggja yrki sum jóla­maður. - Tá mann er jólamaður, má mann vera klárur at lofta støð­ uni, um okkurt gongur galið. Mann kann lætt enda í óvænt­að­ um støðum, og tá er týdn­ing­ar­ mikið ongantíð missa andlit og bróta karakter, fortelur hann og vísir á, at jólamaðurin undir ong­ um umstøðum má siga nei. - Tað ber jú slett ikki til, at jóla­ maðurin sigur nei við nakran. Sjálvt um svarið er nei, má mann siga okkurt annað. Jólamaðurin skal jú vera stuttligur og hava svar uppá sera nógv ting. Hendan ábyrgdin, sum fylgir við rolluni, kann eisini senda Magna Joensen í nakrar stutt­lig­ ar støður, har hann veruliga verð­ur avbjóðaður. - Eg havi møtt bæði filip­insk­ um, fronskum og pólskum familj­ um seinastu dagarnar. Børnini halda jú, at jólamaðurin skilir øll mál, so tá má eg bara standa og smíla og siga “ho ho ho” og kanska royna at fáa foreldrini at bjarga mær úr støðuni, flennir blíði jólamaðurin. Jólamaður allatíð - eisini í tí privata Av tí at Magni Joensen hevur litað allan hárvøksturin á høvd­ in­um hvítan, sleppur hann illa und­an at víkja frá leiklutinum sum jólamaður. - Eg eri 100 prosent jólamaður allan desember mánaða. Eg búgvi í sama húsi sum syst­ir­syn­ JÓLAMAÐURIN FER ALPURNAR AT HA Magni er jólamaður allan desember: Soleiðis hevur 34 ára gamli Magni Joensen eisini sæð út