hósdagur 13. desember 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 145
13
R TIL
ALDA JÓL
irnir, sum eru seks og 10 ára
gamlir, og teir hugsaðu í byrjan
ini: “hví líkist mammubeiggi jóla
manninum?”. Eg mátti forklára
teimum, at mammubeiggi er far
in í læru sum jólamaður.
Tá Magni Joensen ikki er til
arbeiðis sum jólamaður, leggur
hann ikki merki til, at hann eisini
uttan fyri arbeiðstíð líkist jóla
manninum, og tað kann senda
hann í fleiri stuttligar støður.
- Eg hugsi slett ikki um tað
longur. Eg skuldi ein dagin eitt
ørindi á eitt kontór og kom gang
andi inn í arbeiðsklæðum við
hvítum skeggi og hvítum hári. Eg
hugsaði ikki um, at starvsfólkið
nokk ikki dugdi at skilja, hvat
gekk fyri seg við mær. Hann
hugdi so øgiligt eftir mær við
stórum eygum, og tá gekk tað
upp fyri mær, at tað er tí, eg síggi
út sum ein jólamaður. Ansiktið er
for ungt, til at hárið er so hvítt,
flennir Magni Joensen.
Hann hevur fingið nógvar
ymsar reaktiónir frá fólki um sín
nýggja samleika og er eisini nógv
umbiðin jólamaður.
- Onkur klórar sær í skallan
um. Tey flestu av mínum javn
aldrandi vinfólkum hava børn,
og onkur av teimum hava spurt
meg, um eg kann koma framvið
við nøkrum pakkum jólaaftan
sum jólamaður. Men tað ber so
av góðum grundum ikki til, tí
jólamaðurin fer til Alpurnar at
halda jól í ár, sigur Magni Joen
sen.
36 fólk til Sveis
Ja, jólamaðurin fer nevniliga til
Alpurnar í Sveis at halda jól
saman við umleið 35 øðrum fam
iljulimum. Tað eru ættarliðini
eftir John og Pól Joensen, sum
vóru beiggjar. Í Jónas Broncks
gøtu høvdu teir skúlakoyring,
sølu av bilum og motorsúkklum,
mekaniskan verkstað, eykaluta
goymslu og el-útgerð til bilar og
skip. Eisini høvdu teir Bronx
Radio, ið var ein radiohandil sum
seldi radiotól, radioútgerð til
skip, ekkolodd o.a. Teir báðir
búðu við hvør sínari familju und
ir sama taki, so samanhaldið í
familjuni var sera gott. Hetta
samanhaldið
hava
ættarliðini
eftir teir hildið við líka. Tey hava
í nøkur ár havt sum siðvenju at
halda jólini saman uttanlands
annað hvørt ár. Tá tey ikki eru
uttanlands, halda tey jólini sam
an í Føroyum. Men í ár verður
serliga nógv gjørt burturúr, og
leiðin gongur á skíðferiu í Alpun
um.
Fyrireikingarnar
byrjaðu
longu fyri hálvumøðrum ári síð
ani, og nú mangla tey bara at
koma uppá pláss í leigaðu húsun
um, sum eru stór nokk til at húsa
øllum 36 fólkunum. Hetta liggur
avskorið við eitt skíðresort uppi í
fjøllunum, og Magni Joensen
gleðir seg til alternativu jólini,
sum passa honum perfekt í ár,
nú hann eisini er jólamaður.
- Vit skulu fyrst koyra eitt gott
petti ímóti bygdini, har vit skulu
búgva. Men fyri at koma til
húsini mugu vit taka restina av
strekkinum við rennistrongi. So
vit mugu hava alt, sum vit skulu
brúka, við í hondbaggagu, og tá
hevur mann ikki pláss til so nógv
meira enn toiletgreyðir, kodda og
soviposa. So tað verður nokkso
primitiv. Men jólaaftan er tað
vert tað, tí tá skal mann helst
ikki hava so nógv ting, sum
distrahera, men heldur sita og
práta saman við familjuni, sigur
Magni Joensen.
Hann leggur aftrat, at tey
koma at hava beinleiðis útsýni til
eyðkenda fjallið, sum myndar
búmerkini hjá Paramount Pict
ures og Toblerone-sjokulátuni.
- Eg havi ongantíð staðið á
skíð fyrr. Tað skal dokumenterast
við filmi, tá jólamaðurin stendur
á skíð. Tað skal nokk blíva stutt
ligt, sigur hann. Á facebooksíðuni
hjá Handilsgøtuni verða video
brot við jólamanninum javnan
løgd út, sum tey hava tikið upp
við Magna í desember.
Tað verður 21. desember, at
jólaævintýrið hjá Joensen-familj
uni byrjar, og Magni Joensen
klárar illa at halda sær at flenna,
tá hann hugsar um sín leiklut
sum jólamaður í sambandi við
ferðina.
- Tey flestu børnini í familjuni
hava ikki ordiliga sæð enn, at eg
eri jólamaður. Tað verður ivaleyst
ein stuttlig og løgin støða, tá vit
øll samlast í bussinum, og øll
børnini knappliga síggja, at jóla
maðurin er við, flennir Magni
Joensen, sum hevur úr at gera
næstu dagarnar, áðrenn hann
kekkar út sum jólamaður í Før
oyum á hesum sinni. Jólamaður
in verður annars at hitta í mið
býnum í Havn mitt í næstu viku,
áðrenn hann fer til Alpurnar at
halda jól.
Jólamaðurin, Magni Joensen, pakkar karamellur inn
Magni Joensen hevur kritahvítt hár, skegg og eygnabrýr. Hann hevur latið skeggið vaksa í nakrar
mánaðir og fekk allan hárvøksturin litaðan í sambandi við sítt starv sum jólamaður