hósdagur 13. desember 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 145
14
Tað er ymiskt, hvussu ymsu gistingarhúsini í
Føroyum raðfesta at hava opið um jólini. Hjá
summum er ikki marknaður fyri tí, meðan
onnur velja at hava opið alt árið runt
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
J
ólini eru fyri tey flestu
tíðin, tá familjan savnast
saman, og ofta verður
ferðast tvørturum landa
mørk fyri at halda jól við sínum
nærmastu.
Føroyskir
útisetar
leita heim til familjuna í Føroy
um, meðan onnur ferðast úr Før
oyum til familju uttanlands. Tað
er blivið meira og meira mod
ernað hjá føroyingum at halda
jól aðrastaðni enn í Føroyum.
Men hvussu er tað við útlendsk
um ferðafólki í Føroyum um jól
tíðir?
Sosialurin hevur spurt runt á
ymsu gistingarstøðunum í Før
oyum, hvussu nógv tey hava at
gera um jólini, og um tey yvir
høvur hava opið. Fyrr vóru mill
um fá og eingi gistingarhús opin
um jólini, men hetta hevur eftir
øllum at døma broytt seg. Hóast
marknaðurin er lítil um jólini, er
har kortini ein ávísur eftirspurn
ingur, sum tykist vera vaksandi.
Upplatingartíðirnar eru ymiskar
frá hotell til hotell, og fleiri av
gistingarstøðunum velja at hava
opið alt árið runt, meðan onnur
steingja um jólini. Felags fyri øll
gistingarstøðini, vit hava spurt,
er, at tey ikki hava opið sum van
ligt á jólum, m.a. tí at matstovur
nar allar hava stongt.
Hotellini raðfesta ymiskt
Hotel Hafnia hevur ongantíð
havt opið jólaaftan og hava tað
heldur ikki í ár. Teir síðstu gestir
nir á hotellinum, sum er í mið
býnum í Havn, kekka út 23. des
ember, og teir kunnu í fyrsta lagi
kekka inn aftur 2. jóladag. Ann
ars er har opið sum vanligt rest
ina av árinum.
Leiðslan í Hafnia hevur um
hugsað at havt opið um jólini fyri
fyrstu ferð í ár, men hava heldur
valt at royna at hava opið millum
jól og nýggjár, sum tey heldur
ikki hava roynt áður.
- Vit síggja eina broyting, og
fólk eftirspyrja nøkur onnur
ting, enn tey gjørdu fyri fáum ár
um síðani. Vit hava fingið nakrar
bíleggingar millum jól og nýggj
ár, men tað er tó ikki marknaður
fyri at hava opið jólaaftan og
jóladag í løtuni, sigur Súnfríð
Lambaa, móttøkuleiðari á Hotel
Hafnia.
Hotel Havn, sum liggur á
Doktara Jakobsens Gøtu hevur
eisini stongt um jólini. Tann 22.
desember fara starvsfólkini í
jólafrítíð, og so lata tey upp aftur
27. desember. Tey hava tí opið um
nýggjárið og hava longu fingið
fleiri bókingar til tá.
Á Hotel Skálavík hava tey
hvørki opið á jólum ella á nýggj
árinum. Gistingarhúsið steingir
23. desember og letur upp aftur 3.
januar. Tað sama er galdandi á
Hotel Klaksvík, har tey steingja
23. desember og lata upp aftur
fyri gestum fyrsta mánadag í
januar.
Á Gjáargarði, sum er gistingar
húsið við Gjógv, meta tey ikki, at
marknaður er fyri sovandi gest
um um veturin. Tí hava tey
stongt allan desember og januar
mánaða bæði viðvíkjandi gisting
og matstovuni. Skrivstovan er tó
opin nú, og har upplýsa tey, at
marknaðurin við Gjógv er ikki
tann sami, sum hann er eitt nú í
Havnini, og tí hava tey valt at
hava stongt hesa tíðina.
Býta gestirnar millum sín
Føroya størsta gistingarhús, Hot
el Føroyar, steingir longu nú
sunnudagin, 16. desember. Tey
steingja, tí gestatalið generelt er
fallandi um veturin og vísa í
staðin jólagestunum til Hotel
Tórshavn, sum er systirhotell hjá
Hotel Føroyum. Tað er opið á
Hotel Tórshavn um jólini, og tí
taka tey gestirnar hjá Hotel Før
oyum og sær sjálvum inn tá.
Á Hotel Tórshavn verður eitt
starvsfólk til arbeiðis jólaaftan,
men tað verður ikki full service. Í
ár kemur Hotel Tórshavn at hava
átta fólk sovandi, og tað eru tvey
fleiri enn í fjør. Gestirnir plaga at
vera ein blanding av føroyingum
og útlendskum gestum, og hot
ellið hevur sum vana at kanna
málið, um gestirnir fara til før
oyska familju jólaaftan ella ikki.
Um gestir vera verandi á hotell
inum, so gera tey okkurt burt
urúr jólaaftan, og tað plagar at
verða skipað fyri einum jóladøg
urða.
Meðan Hotel Tórshavn tekur
sær av jólagestunum, fyrireikar
mann seg í Hotel Føroyum til at
taka ímóti gestum aftur 27.
desember. Tá steingir Hotel Tórs
havn, sum eisini hevur stongt
um nýggjárið. Hotel Føroyar og
TEMA
Vit halda jól
GISTINGARHÚSIN
HAVA EISINI OKK
AT GERA UM JÓLI
Ferðafólk á jólum:
Hotel Havgrím hevur opið um jólini