hósdagur 13. desember 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 145
15
Hotel Tórshavn býta altso des
embergestirnar millum sín, so
annað hotellið hevur stongt ant
in á jólum ella á nýggjárinum.
- Vit hava nógvar útlendskar
gestir á nýggjárinum, og tað eru
fleiri og fleiri gestir, sum vitja á
nýggjárinum. Í fjør høvdu vit 60
útlendskar gestir. Eitt sindur
færri hava bókað seg inn í ár,
men tað kunnu jú koma fleiri,
sigur móttøkuleiðarin á Hotel
Føroyum.
Merkja ein eftirspurning
Á nýggja gistingarstaðnum í
Havn, Hotel Havgrím, hava tey
valt at satsa uppá jólagestirnar
og hava opið fyri sovandi gestum
alt árið runt.
- So leingi, sum vit hava bók
ingar, er tað opið. Vit hava fingið
onkrar bókingar longu, sigur
Beinta Rasmussen, eigari.
Hotel
Havgrím
ynskti
at
royna at hava opið á jólum.
- Tað eru bæði føroyingar og
útlendingar, ið hava bókað køm
ur um jólini. Onkur av hesum eru
føroyingar, ið búgva uttanlands.
Vit hava tó greitt teimum frá, at
tað eru jól, og tí passar mann í
størri mun seg sjálvan, enn mann
vanligt plagar á hotellinum. Mat
stovan er ikki opin, men vit bjóða
hóast alt morgunmat til gest
irnar, sigur hon og vísir á, at tað
er munandi størri eftirspurning
ur á nýggjárinum.
Hotel Bakkin í Vági hevur úr
at gera um hesa tíðina bæði við
víkjandi mati og gistingum. Tó er
eingin bóking til jólaaftan enn,
men um nakar gestur skuldi
bókað seg inn, so hevði tað ikki
verið nakar trupulleiki, upplýsir
gistingarhúsið. Nýggjárið í Vági
er tiltikið, og okkurt árið eru
ferðafólk komin heilt úr New York
og Kina fyri at uppliva nýggj
árshaldið, og hesi hava sovið á
Bakkanum. Tí vænta tey eisini,
at tey fara at hava úr at gera á
nýggjárinum í ár.
Hotel Runavík fer sum vant at
hava opið á jólum. Matstovan
verður tó stongd, men gestirnir
hava møguleika fyri at eta morg
unmat á hotellinum.
- Vit hava fingið nakrar bók
ingar. Onkur kekkar inn lítla jóla
aftan, 23. desember. Vit hava eis
ini opið á nýggjárinum, og inntil
víðari eru tað bara útlendingar,
sum hava bókað seg til kømur tá,
fortelur móttøkudaman á Hotel
Runavík.
Hotel Vágar hevur altíð havt
opið á jólum og fer eisini í ár at
hava opið um hesa tíðina.
- Mann kann bóka sær kamar
bæði jólaaftan og á nýggjárinum.
Fólk vera so til staðar her, tá
gestirnir kekka inn og út, og
hetta verður avtalað millum
millum starvsfólkini og gestirn
ar, upplýsa tey frá Hotel Vágum.
Hotellið við síðuna av flog
vøllinum hevur fingið nakrar
fáar bókingar frá bæði føroying
um og útlendingum hesar heilig
dagarnar. Móttøkufólkið fortel
ur, at talan í løtuni er undir fimm
bókingar.
Matstovan á Hotel Vágum
lukkar 22. desember og letur upp
aftur 3. januar. Har verður møgu
leiki fyri morgunmati á flogvøll
inum, tá hann er opin.
Ikki nógvur aktivitetur
Ferðaskrivstovan GreenGate In
coming tekur sær av ferðafólk
um, sum koma til Føroya. Ferða
skrivstovan leggur merki til, at
tað ikki er serliga nógvur aktivit
etur á jólum, men har er kortini
eitt sindur av eftirspurningi.
Tey hava nakrar bíleggingar
millum jól og nýggjár, og nýggj
árið selir rímiliga væl í mun til
jólini. Ferðafólkini eru í høvuðs
heitum útlendingar, sum ynskja
at koma til Føroya at halda jól
ella nýggjár.
- Tað er ringt at svara uppá,
hví fólk velja at ferðast til Føroya
um jólini. Men vit vænta, at tað
eru fólk, sum hava hug til at
royna okkurt øðrvísi, og tí eru
Føroyar upplagdar til tað, sigur
Rúna Erlandsdóttir, ferðaráðgevi
í GreenGate Incoming.
Tað er ymiskt, hvussu ferða
fólkini skipa sína jólaferiu í Før
oyum. Summi bíleggja sær flog
ferðaseðil, summarhús og bil,
meðan onnur velja eina pakka
loysn frá gistingarhúsunum.
Ferðaráðgevin sigur víðari, at
GreenGate Incoming hevur ikki
lagt merki til nakran serligur
vøkstur seinastu árini um jólini,
og at talið av bókingum hevur
verið nøkunlunda støðugt gjøgn
um fleiri ár.
NI
KURT
INI
Hotel Føroyar steingir um jólini, og jólagestirnir vera bjóðaðir at sova á systirhotellinum, Hotel Tórshavn
Hotel Hafnia hevur ikki opið á jólum