hósdagur 13. desember 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 145
16
Jól í Betlehems gøtum
- Vit halda jólaaftan mitt í Betlehem. Man kann
ikki koma nærri jólaevangeliinum enn at sita
har jólaaftan. Fyrst verður vitjað í føðikirkjuni
og síðan verður farið út á markirnar. Hjá
mær er hæddarpunktið at kunna standa úti á
markini og syngja, har man heldur at eingilin
kunngjørdi hirðunum boðini um frelsaran. Tað
sigur Svenning av Lofti, ið er ferðaleiðari fyri
25 føroyingum, ið vitja Betlehem jólaaftan
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
S
amstundis sum føroying
ar leggja síðstu hond á
fyrireikingarnar til jóla
aftan í heimum kring
landið, fer eitt føroyskt ferðalið
at skoða staðið har Jesus bleiv
føddur. Og meðan føroysk børn
dansa um jólatræið og tríva í
triðja versið í Føgur er foldin og
syngja um eingilin, ið opinberaði
seg fyri hirðunum á markini og
kunngjørdi, at teimum var frels
ari føddur, fer sama ferðalið at
standa á einari mark uttanfyri
Betlehem og sjálvi syngja før
oyskar jólasangir.
Tað er Svenning av Lofti, ið
enn einaferð tekur túrin Ísraels á
jólum, har hann fer at vísa 25 før
oyingum runt í landinum. Hædd
arpunktið er jólaaftan, tá ferða
liðið vitjar føðikirkjuna í Betlehem,
ið sigst at vera bygd á staðnum
har Jesus bleiv føddur, og mark
irnar uttanfyri Betlehem, har
eingilin bar hirðunum boð um
frelsaran.
- Eg var fyrstu ferð í Ísrael í
1973 við einum føroysku ferðaliði
og í 1977 royndi eg meg á fyrsta
sinni sum ferðaleiðari. Fyrstu ár
ini skipaðu vit serliga fyri túrum
á páskum. Síðan byrjaðu vit eis
ini at fara til Leyvsalshátíðina í
oktober, onkuntíð um summarið
og so var næsta stig at bjóða túr
ar á jólum. Tí tað eru ikki øll, ið
tíma at vera í Føroyum á jólum.
Tað hevur riggað væl og verður
hetta fimti ferð, at eg vitji Ísrael á
jólum, greiðir Svenning av Lofti
frá.
Jólabýurin
Tá man er í Ísrael á jólum, er tað
nærum sjálvsagt, at man leggur
leiðina framvið Betlehem, ið
kann sigast at vera upprunin til
so nógv av tí, ið vit seta í samband
við jólini.
Sambært Svenningi av Lofti
er Betlehem jólabýurin yvir allar
í Ísrael. Hóast meirilutin í býnum
er muslimskur, so verður nógv
gjørt burturúr jólunum.
- Eitt stórt jólatræ stendur í
miðbýnum á torginum uttanfyri
føðikirkjuna. Tað verður vanliga
nevnt krubbitorgið. Men tað er
ikki bara træið, men eru vind
eygu og bygningar á torginum
pyntaði í samband við jólini, sig
ur Svenning av Lofti.
Hóast Svenning av Lofti hev
ur verið ferðaleiðari fyri føroysk
ferðalið óteljandi ferðir og hevur
sostatt upplivað tað mesta, so
metir hann, at tað altíð er ein ser
lig løta, tá man nærkast Betle
hem.
- Eg merki tað á fólkunum, tá
vit nærkast Betlehem. Tá vit
koma inn í gøturnar vekir tað
okkurt í føroyingum. Man leggur
merki til, at hetta er nakað, tey
hava glett seg til. At kunna vitja
har alt byrjaði. Tað er ein góð
kensla at kunna vera saman við
føroyingum hendan dagin, sigur
ferðaleiðarin.
Syngja á markini
Ferðaliðið byrjar dagin í føði
kirkjuni, áðrenn farið verður víð
ari á ferðini jólaaftan. Og fyri
ferðaleiðaran er tað serliga løtan
seinni á degnum, ið er serlig.
- Vit halda jólaaftan mitt í
Betlehem. Man kann ikki koma
nærri jólaevangeliinum enn at
sita har jólaaftan. Fyrst verður
vitjað í føðikirkjuni og síðan
verður farið út á markirnar. Hjá
mær er hæddarpunktið at kunna
standa úti á markini og syngja,
har man heldur at eingilin kunn
gjørdi hirðunum boðini um frels
aran, sigur Svenning av Lofti, ið
upplýsir, at vanliga lesa tey eisini
jólaevangeliið, tá tey eru á mark
ini.
Sjálvur jóladøgurðin verður
eisini etin nærhendis markini í
býnum Beit Sahour, ið liggur
beint uttanfyri Betlehem.
- Vit hava funnið eina góða
matstovu eitt sindur uttanfyri
Betlehem. Har kann man fáa
eina góða lambasteik. Tað er
góður matur og ótrúliga hugna
ligt. So har sita vit jólaaftan. Júst
hendan dagin verða vit eitt sind
ur fleiri, tí ein føroysk familja á
fimm, ið eru í Ísrael tá, hava
spurt um tey kunnu halda jóla
aftan við okkum. So vit vera 31
føroyingar í Betlehem jólaaftan,
sigur ferðaleiðarin.
TEMA
Vit halda jól
- Eg merki tað
á fólkunum,
tá vit nærkast
Betlehem. Tá
vit koma inn í
gøturnar vekir
tað okkurt í
føroyingum.
Man leggur
merki til, at
hetta er nakað,
tey hava glett
seg til. At kunna
vitja har alt
byrjaði