hósdagur 13. desember 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 145
17
Halda jól við sól og hita
- Føroyar eru so lítlar og øll tosa sínámillum.
Um onkur hevur havt eina góða uppliving,
so vilja onnur royna tað, tí tey kanska hava
hugsað tankan, men tordu ikki at loypa út í tað,
sigur Sakaris Frederiksen, stjóri í Fonn Flog.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
M
eðan
tey
flestu
leggja nógva orku í
at fáa hugna, mat,
gávur, bakstur, sang,
spøl og alt hitt, ið hoyrir jólunum
til, at ganga upp í eina hægri
eind, eru tað alsamt fleiri, ið velja
at taka ein stegð frá øllum og
rýma av landinum á jólum.
Atlantic Airways hevur sein
astu árini flogið beinleiðis mill
um Føroyar og Gran Canaria og
sambært føroysku ferðaskriv
stovunum er stórur áhug fyri
hesum millum føroyingar.
- Vit síggja beinanvegin ein
stóran áhuga, tá flogferðirnar til
Gran Canaria koma út. Fyri
summi handlar tað um at sleppa
undan jólaresinum, men tað eru
eisini fleiri, ið ynskja at sleppa
burtur frá myrku tíðini og fáa sól
og summar í 14 dagar, sigur Berg
ur Thomsen, stjóri í 62N.
Eisini í Fonn Flog leggja tey
merki til, tá Atlantic Airways let
ur upp fyri bíleggingum til oynna
uttanfyri
afrikansku
vestur
strondina.
- Tað er tað best dámda og
fyrst útselda ferðamálið um jól
tíðir. Og um tað er útselt hjá Atl
antic Airways, eru tað fleiri, ið
flúgva til Gran Canaria við mill
umlending í Keypmannahavn,
sigur Sakaris Frederiksen, stjóri í
Fonn Flog.
Vindur upp á seg
Báðir vísa á, at tað at ferðast á
jólum er eitt rák, ið byrjaði fyri
nøkrum árum síðan og sum hev
ur bitið seg fast. Sakaris Fred
eriksen metir, at tað er prát mill
um manna, ið ger at undirtøkan
veksur.
- Føroyar eru so lítlar og øll
tosa sínámillum. Um onkur hev
ur havt eina góða uppliving, so
vilja onnur royna tað, tí tey
kanska hava hugsað tankan, men
hava ikki torað at lopið út í tað,
sigur stjórin í Fonn Flog.
Tað er kortini ikki bara Gran
Canaria, ið fólk leita sær til á jól
um. Nøkur velja nevniliga at fara
eitt sindur longri burtur.
- Vit hava selt nógvar cruise
ferðir út frá Miami, har man sigl
ir suður til Karibisku oyggjarnar.
Ein kundi fortaldi mær herfyri,
at tað er nakað heilt serstakt at
sita á miðjari nátt á altanini á
einum ferðamannaskipi. Tað er
púra kvirt, meðan mánin og
stjørnurnar kaga niðuryvir teg
mitt í Karibiska havinum, sigur
Bergur Thomsen.
Men hóast tey eru nøkur, ið
velja sól og summar á jólum, so er
tað ikki bara at siga tað at sleppa
føroysku jólunum.
- Næstan øll man tosar við
siga, at tey høvdu ikki gjørt tað á
hvørjum ári. Tey hava havt eina
góða uppliving og fara at endur
taka hana, men ikki soleiðis, at
man ferðast suðureftir hvørji jól,
sigur Sakaris Frederiksen.
Royna at líkjast einum heimi
- Vit plaga at hava ræst kjøt 1. jóladag og
fleskasteik 2. jóladag. Vit royna at hugna okkum
saman sum í einum vanligum heimi. Man etur
góðan mat og hevur kakur og karamellur á
borðinum. Vit á Herberginum royna at líkjast
einum heimi og ikki einum stovni, sigur
Martin Kúrberg, leiðari í Herberginum.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
- Eingin er føddur at liva í einum
herbergi. So tað er ein serliga
dámur yvir Herbergið í jólamán
aðinum, tí øll hava upplivað eini
onnur jól enn tey, ið eru á
Herberginum. Men vit royna tað
vit kunna fyri at gera tað hugna
ligt og gott.
Tað sigur Martin Kúrberg,
leiðari fyri Herbergið í Havn, tá
vit spyrja hann hvussu jólini
verða hildin í Herberginum.
- Starvsfólkini eru ótrúliga
dugnalig at hugna um. Tá vit eru
farin um hálvan desember eru
karamellur á borðinum hvønn
dag. Tey sum búgva her dáma, at
meira verður gjørt burturúr. Og
so eru vit eisini so vælsignaði á
Herberginum við, at tey eru so
nógv, ið hava okkum í huga. So
vit fáa nógvar restir frá jóladøg
urðum allan desember. Tað er
fantastiskt
at
uppliva,
sigur
Martin Kúrberg.
Harumframt
verður
eisini
pyntað til jólar á Herberginum.
Búfólkið avgerð sjálvt, um pyntað
verður inni hjá teimum, men í
felagsrúminum er altíð eitt jóla
træ, upplýsir leiðarin.
Dunnu á matarlepanum
Jólaaftan er siðvenja, at løgmað
ur og borgarstjórin í Tórshavnar
kommunu koma inn á gólvið til
eitt borðhald um morgunin.
- Tá eta brúkarar, búfólk og
starvsfólk saman. Smyrjibreyð,
kaffi, talur og hugni er á skránni
hesa løtuna. Tað at kunna sita
saman við løgmanni, tá man býr
á Herberginum, er ótrúliga gott.
Tí hesa eina løtuna eru øll líka,
sigur Martin Kúrberg.
Á Herberginum er tað dunna,
ið er jólamatur. Hon plagar at
koma á borðið um seks tíðina um
kvøldið, áðrenn ymiskt annað er
á skránni.
- Her er dunna, rísalamanga,
karamellur og alt tað, ið har til
hoyrir. Jólaevangeliið verður eis
ini lisið hesa løtuna. Í ár verður
tað serligt, tí ein persónur valdi
at lata pengar frá sínum føðing
ardegi til at geva búfólkunum á
Herberginum eina gávu á jólum.
Tað er fantastiskt at uppliva, sig
ur Martin Kúrberg, ið upplýsir at
onkuntíð hava tey verið 25 fólk,
ið hava hildið jól saman á Her
berginum.
Jólini verða eisini hátíðarhild
in næstu dagarnar, tá ymiskur
góður matur er á skránni. Martin
Kúrberg greiðir frá, at man ger
tað man kann fyri at fáa Her
bergið at líkjast einum heimi.
- Vit plaga at hava ræst kjøt 1.
jóladag og fleskasteik 2. jóladag.
Vit royna at hugna okkum saman
sum í einum vanligum heimi.
Man etur góðan mat og hevur
kakur og karamellur á borðinum.
Vit á Herberginum royna at líkj
ast einum heimi og ikki einum
stovni. So alt tað, ið vit gera á jól
um er slíkt, ið fólk kenna aðra
staðni frá, sigur Martin Kúrberg.