hósdagur 13. desember 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 145
18
BÚSTAÐIR
- Vit hava fingið fleiri royndir og arbeiða vit nú
skjótari og betri enn tá vit byrjaðu. Man skal hava
í huga, at bæði fyri okkum, men eisini yvirhøvur
í Føroyum, er tað nýtt at byggja almennar
leigubústaðir. Men vit hava lært, at margfalda tað
sum riggar, sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
A
lmenna bústaðarfel
agið Bústaðir skal
byggja 600 nýggjar
leigubústaðir næstu
fimm til sjey árini. Tað er høvuðs
bulurin í nýggja bústaðarpakk
annum hjá samgonguni, ið hevur
til endamáls at lætta um stóra
eftirspurningin eftir bústøðum í
føroyska samfelagnum.
Teir 600 leigubústaðirnir koma
aftrat teimum 262 leigubústøð
unum, ið Bústaðir longu umsitur,
og miðað verður eftir at byggja
umleið 100 bústaðir árliga tey
næstu árini.
203 av leiguíbúðunum eru
longu í gerð, ætlanir fyriliggja
um 207 aftrat, meðan teir síðstu
200 bústaðirnir enn ikki eru
komnir so mikið langt, at stór
vegis kann sigast um teir.
400 eru á skránni
Av teimum umleið 600 bústøð
unum, ið ætlanin er at byggja
næstu árini, vóru 400 av teimum
sostatt longu á skránni hjá Bú
støðum. Tað nýggja í bústaðar
pakkanum er, at Bústaðir fær
víðari heimildir at fíggja virk
semið, so farast kann í holt við at
tilrættisleggja og harvið fram
skunda umleið 200 bústaðir aftr
at.
Teir 400 bústaðirnir, ið framm
anundan lógu í kortunum, verða
tó ikki framskundaðir, tá man í
stóran mun longu hevur avtalur
við ymiskar aktørar um bygging
ina av teimum.
- Tað er trupult at framskunda
teir bústaðirnar, ið vit í forvegin
arbeiða við. Tí tað sum er í gerð
er fevnt av sáttmálum um tíðar
ætlanir og gjaldsætlanum, vísir
Andras Róin, stjóri í Bústøðum, á.
Viðvíkjandi teimum umleið
200 íbúðunum, ið eru ávegis, vísir
stjórin á, at fleiri viðurskifti eru
upp á pláss, men at nógv restar í,
millum annað at fáa arbeiðstak
arar.
Dýrabarar royndir
Lógin um Húsalánsgrunnin, ið
bleiv til Bústaðir, bleiv broytt í
Føroya løgtingi í 2011 og kom
lógin um MVG frítøku fyri leigu
bústaðarbyggjarí í gildi í 2013.
Hesi árini, ið stovnurin hevur
virkað, hevur hann útvega 262
bústaðir til føroyingar. Tí kann
málið um at byggja 600 bústaðir
aftrat næstu fimm til sjey árini
tykjast at vera í so bjartskygt,
men stjórin heldur fast upp á, at
tað letur seg gera.
- Virksemið hjá okkum byrjaði
av álvara í 2013 og vórðu fyrstu
bústaðirnir lidnir í 2014. Tað hev
ur tikið fýra til fimm ár at koma
her til. Men við nýggju fíggjarligu
heimildini meta vit, at vit megna
at byggja hundrað bústaðir um
árið, sigur Andras Róin, og vísir á,
at man eisini av royndum hevur
lært nøkur týdningarmikil ting
- Vit hava fingið fleiri royndir
og arbeiða nú skjótari og betri
enn tá vit byrjaðu. Man skal hava
í huga, at bæði fyri okkum, men
eisini yvirhøvur í Føroyum, er
tað nýtt at byggja almennar
leigubústaðir. Men vit hava lært,
at margfalda tað sum riggar. Um
arbeiðstakarin megnar arbeiðið
og fólk eru flutt inn og eru glað,
so kunnu vit endurtaka tað aðra
staðni. Tað er eingin grund at
tekna alt av nýggjum hvørja ferð.
Sleptar ætlanir
Fyrstu árini vaktu ymsar verk
ætlanir hjá Búsetir ans fyri sínar
arkitektoniskar dygdir. Harímill
um Mattalág og verkætlanin
Drekin við Dalavegnum. Men nú
arbeiðið er farið í gongd á Matta
lág er greitt, at upprunaliga ætl
anin, ið var ein blanding av trim
um arkitektauppskotum, er slept
og hevur Bústaðir í staðin valt
eina aðra loysn við innfluttum
modulum, ið verða sett upp.
- Vit hava verið nakrar umveg
ir, bæði við Dalavegnum og
Mattalág, har vit høvdu nakrar
flottar verkætlanir, men sum tí
verri ikki kundu førast út í veru
leikan. Tilgongdin kann oftani
gerast øgiliga drúgv, um man
hevur kappingar og arkitekta
uppskot. Serliga um man endar í
einari støðu, har eingin vil byggja
fyri
metta
kostnaðin,
vísir
Andras Róin á.
Sama ger seg galdandi við
Dalavegin, har man er farin at
kanna aðrar møguleikar, aftaná
at tað vísti seg, at byggisamtyktin
vísti seg at verða ein forðing fyri
verkætlanina.
- Tað gekk eina og aleina galið
av, at byggisamtyktin ikki kundi
rúma verkætlanini. Byggjaríið
bleiv ov høgt. Tað er spell, tí tað
HAVA LÆRT AV F
OG ERU TIL DYST
Bústaðir:
- Vit hava
verið nakrar
umvegir, bæði
við Dalavegnum
og Mattalág,
har vit høvdu
nakrar flottar
verkætlanir,
men sum tíverri
ikki kundu
førast út í
veruleikan