hósdagur 13. desember 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 145
19
skuldu vit havt funnið út av fyrr
í tilgongdini. Vit skulu sjálvandi
sleppa undan verkætlanum, ið
enda sum skriviborðprosjektir, tí
tað kostar tíð, orku og pengar. So
nú arbeiða vit við eini aðrari
verkætlan, ið helst verður mill
um teirra, ið verður framskundað,
sigur hann.
Endurtøka
Í Bústøðum hevur man lært av
feilunum og hevur man tí lagt á
annan bógv. Tað merkir at ar
beiða við verkætlanum, ið hava
størri sannlíkindi fyri at verða
bygd. Í fyrstu atløgu kann hetta
merkja, at Bústaðir í nøkrum
førum velur at innflyta modul
byggjarí aðrastaðni frá.
- Vit eru farin at byggja fleiri
standardloysnir, ið kanska ikki
eru so inspirerandi, men tað er
eisini ein spurningur um tíð og
kostnað. Tað sum verður bygt í
Mattalág, eru innflutt modul,
men talan er um eitt snið, ið
hevur vunnið arkitektakapping
ar í Danmark. Vit ynskja at vísa,
at hóast tað eru ídnaðarframleidd
modul, so kann tað vera bæði
pent og spennandi, sigur stjórin.
Harumframt hevur man valt
at endurtaka tað, ið vísir seg at
rigga. Tað vil siga, at um man
hevur bygt ein bústað, ið á allan
hátt hevur eydnast, so verður
verkætlanin
endurtikin
aðra
staðni. Her vísir stjórin millum
annað á nakrar íbúðir í Leirvík.
- Tær eydnaðust so mikið væl,
at vit bygdu fleiri av sama slag í
Strondum. Tær eru nú aftur kopi
eraðar í Hvannasundi, har tríggj
ar eru í gerð. Av tí, at vit hava
bygt somu íbúðir tríggjar ferðir,
kenna vit til allar detaljurnar og
arbeiðstakarin kennir arbeiðið.
Tað ger, at vit kunnu rationalis
era og effektivisera byggingina
fyri hvørja ferð, sigur Andras
Róin.
Ynskja eina føroyska loysn
Sum nevnt verða teir bústaðir, ið
nú síggja dagsins ljós í Mattalág,
fluttir til landið, men um stjórin í
Bústaðir fær sín vilja, so verða
slíkar uppgávur framyvir loystar
í Føroyum. Í samband við tær
framskundaður verkætlanirnar
ynskir Bústaðir, at føroysk feløg
átaka sær slíkar uppgávur. Tí
ynskir felagið eisini ein fund við
Vinnuhúsið,
Kommunufelagið
og stóru arbeiðstakararnar í Før
oyum.
- Endamálið er at vita, um vit
kunnu finna ein felags leist. Bú
staðir skal við arbeiðstakarum
og ráðgevum kunna veita eina
loysn til tær kommunur, ið hava
eitt hóskandi grundøki, sigur
Andras Róin og leggur afturat.
- Her tosa við um standard
loysnir. Tí tað ger einki um íbúð
irnar í Vestmanna, Kollafirði og
Fuglafirði eru líka. Vit ynskja
eina føroyska loysn, ið er bílig,
góð og skjót at seta upp.
Um so er, at hetta ikki letur
seg gera í Føroyum, so metir
stjórin seg ikki hava annað val
enn at framhaldandi innflyta
loysnir aðrastaðni frá. Politiski
myndugleikin hevur nevniliga
sett sær sum mál, at ferð skal set
ast á bústaðarbyggingina og tíð
in er knøpp.
Verður bygt í løtuni:
Stað
Verkætlan
Íbúðir
Liðugt
Norðoyggjar
Klaksvík
Biskupstorg
30
2018
Hvannasund
Sundsvegur
3
2018
Eysturoy
Toftir
á Kneysum
18
2021
Norðstreymoy
Vestmanna
Bakkavegur
6
2019
Suðurstreymoy
Tórshavn
oman Mattalág
38
2019
Tórshavn
Berjabrekka III
38
2020/21
Tórshavn
Óðinshædd II
70
2021/23
Tilsamans
203
Lidnir leigubústaðir:
Stað
Verkætlan
Íbúðir
Leiga, kr/mðr
Norðoyggjar
Klaksvík
Heygavegur
8
4.2
Klaksvík
undir Kráarbrekku
24
4.190-5.400
Eysturoy
Oyrarbakki
undir Bjørgum
8
4.692-5.398
Leirvík
við Ranggil
5
3.895-4.992
Runavík
Blikagøta
16
4.600-5.500
Strendur
Dávagerði
7
5.6
Suðurstreymoy
Tórshavn
Finsen
33
3.300-8.400
Tórshavn
Heimasta Horn
24
5.614-7.089
Tórshavn
Íslandsvegur
8
3.200-5.500
Tórshavn
Stoffalág
8
4.45
Tórshavn
Óðinshædd
22
4.400-6.300
Tórshavn
Jekaragøta/Skansin
12
5.500-8.800
Tórshavn
Næmingaheimið undir Fjalli
36
2.2
Tórshavn
Studentaskúlaheimið á Berjabrekku 16
1.8
Hoyvík
Karlamagnusarbreyt 34
12
4.650-7.500
Hoyvík
Karlamagnusarbreyt 32
6
7.7
Vágar
Sørvágur
Garðsvegur
5
5.3
Sandoy
Skopun
Skúlavegur
2
3.1
Sandur
Heimasandsvegur
1
1.5
Suðuroy
Tvøroyri
Heiðatrøðin
3
5.300-5.600
Vágur
við Kykslið
6
4.300-6.200
Tilsamans
262
Aðrar verkætlanir:
Stað
Verkætlan
Íbúðir
Norðoyggjar
Klaksvík
Húsarhaldsskúlin
24
Eysturoy
Fuglafjørður
Úti á Land
30
Fuglafjørður
Luffustova
3
Strendur
Dávagerði II
24
Suðurstreymoy
Tórshavn
Heimasta Horn II
20
Tórshavn
Dalavegur
50
Nólsoy
4
Vágar
Sørvágur
undir Bólheyggi
5
Miðvágur
Heiðar
5
Sandavágur
við Steigarbrekku
5
Sandoy
Sandur
Heimasandsvegur
5
Suðuroy
Vágur
Ítróttarháskúlin
24
Tvøroyri
Heiðatrøðin II
8
Tilsamans:
207
FEILUNUM
IN FÚS
- Her tosa við
um standard
loysnir. Tí tað
ger einki um
íbúðirnar í
Vestmanna,
Kollafirði og
Fuglafirði eru
líka. Vit ynskja
eina føroyska
loysn, ið er bílig,
góð og skjót at
seta upp