Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 145 20 ÁRNI GREGERSEN L andsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hev­ ur torført við at fáa fulla undirtøku millum sam­gongulimir um at skerja fiski­dagarnar í komandi fiskiári. Tað endar tí við, at hann ikki sleppur at skerja fiskidagarnar fyri komandi ár við teimum 10 prosentunum, sum hann sjalvur annars mælti til í eftir­ met­ingarnevndini, sum arbeiddi við hesum málinum. Enn minni er møguligt at fáa góðtikið tilmælið frá Hav­ stovu­ni. Havstovan mælir til, at fiski­dagatalið skal skerjast við 30 prosentum, umframt at allir óbrúktir fiskidagar í skipanini verða drgnir inn. Kvotur Í lógini um fyrisiting av sjófeingi stendur, at fiskiskapurin undir Før­oyum, skal skipast við kvotum. Tann ætlanin var slept fyri 2018, men ætlanin var, at hetta skuldi setast í verk næsta ár. Onki uppskot um kvoturnar kom frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, so tá ið árið var ligið rættuliga langt út, løgdu tær baðar tingkvinnurnar fyri Framsókn, Hanna Jensen og Ruth Vang uppskot fram um at varð­veita fiskidagarnar. Hetta elvdi til trupulleikar í samgonguni í nakrar dagar, men tað eydnaðist kortini at fáa knút­in loystan. Semja fekst ikki um kvotur – hvørki við finnuna ella við politiska baklandið, so avgjørt var í samgonguni at taka eitt ár aftur­at við fiskidøgum. Og tað er heum uppskotið, bíðað verður eftir í tinginum í skriv­andi stund. Ongin broyting Uppskotið um fiskidagarnar er ikki komið í tingið, nú hetta verður skrivað, men lands­ stýris­maðurin við fiski­vinnu­ mál­um, Høgni hoydal, veit, at hvørki Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum og helt heldur ikki Kristin Michelsen eru sinn­aðir at skerja fiskidagarnar. Manningarfeløgini og innan annars er eisini skeptisk. Tey halda ikki tað gevur meing, tá ið nú fiskur aftur fæst undir Føroyum, at bátar og skip skulu missa fiskidagar. Á fundum, sum hava verið við vinnuna, hava tey allarflestu sagt nei til niðurskurðin í døg­ un­um. Manningarfeløgini vísa greitt á, at tað als ikki er rætt, tá ið fiskur nú færst undir Før­oy­um, at bátar og skip ikki skulu slep­ pa at troyta tilfeingið. Feløg­ini siga,at tað besta er at brúka somu skipan sum í ár og so kunnu møguligar nroytingar gerast næsta ár. Okkurt av vinnufeløgunum hevur eisini víst á, at tað ikki er rætt at skera alt yvir ein kamb. Skulu dagarnir skerjast, so eigur ein at fara inn í hvørt fiskaslag og meta um, hvar veiðutrýstið er ov høgt. Veiðugjald Eitt annað størri mál, sum sam­ gongan ikki fær ígjøgnum nú áðrenn tingið fer heim, er upp­ skotið um veiðugjøld. Málið hevur ligið í vinnu­ nevnd­ini í drúgva tíð, men sam­gonguni tørvar eina innanhýsis politiska semju um gjøldini. Tað eru fleiri í samgonguni, sum ikki taka undir við uppskotinum, sum upprunaliga var lagt fram í tinginum. Hetta fer at hava við sær, at upp­skotið ikki kemur aftur í ting­salin, men í staðin fyri so verða tey somu avgjøld galdandi næsta ár, sum hava verið í gildi í ár. Tað vil siga, at ein stórur partur av tí, sum stendur í lógini um fyrisiting av sjófeingi, ikki kemur í gildi nú. Landsstýrismaðurin við fiski­ vinnu­málum sigur, at arbeiðaðið at implementera alt hevur tikið longri tíð enn væntað. Og so sjálvandi politiski parturin: at finna semju um alr sum skal setast í gildi. FISKI­DAGARNIR IKKI BROYTTIR HESAFERÐ POLITIKKUR Innanhýsis politiskt stríð hevur við sær, at broytingar í fiskidagaskipanini ikki verða gjørdar á hesum sinni Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur trupult at fáa politiskan meirluta fyri skerjing í fiskidøgunum