Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 145 21 ÁRNI GREGERSEN F íggjarlógin fyri 2019 verður samtykt í Løg­ tingi­num. Tað er vist. Spurningurin er bert, hvussu nógv samgongan má geva seg fyri at fáa tær neyðugu 17 at­ kvøður­nar, tá ið lógin skal endal iga skal samtkkjast. Øll tingfólk vita, at fíggjar­ lóg­in skal samtykkjast undan árs­skiftinum. Fíggjarlógin er grund­arlagið undir sam­felags­ rakstri­num og tað er so­leiðis, at tað almenna als ikki kann gjalda pening út av nøkrum slag, uttan at hetta verður heimilað ífíggjarlógini. Í ár er tað soleiðis, at and­ støðan undir 1.viðgerð fanst hvassliga at, at raksturin í fíggjarlógini er so nógv hækk­ aður, at hetta fer at føra til trupul­leikar seinni, tá ið inn­ tøkur­nar hjá landskassanum minka aftur. Tað vísir seg nevniliga, at hækk­ar raksturin í góðum tíð­ um, so er torført at lækka hann aftur, tá ið tíðirnar gerast verri. Góðar 400 milljónir í avlopið Í upprunaliga uppskotinum, sum landsstýriskvinnan við fíggjar­málum, Kristina Háfoss, legði fram, gav fíggjarlógin eitt avlop uppá 400 milljónir krónur. Síðani er nýggjar­inn­tøku­met­ ingar gjørdar, sum nettovísa, at av­lopið á fíggjarlógini verður góðar 30 milljónir hægri enn upp­runaliga ætlað. Sjálvandi er tað eisini soleiðis tá ið fíggjaarlógin verður við­ gjørd, at nýggjar útreiðslur eisini verða settar á, men vanligt er, at um nýggjar útreiðslur koma á fíggjarlógina, so skulu aðr­ar útreiðslur minkast. Vit vita ikki enn,hvussu verður við hesum í ár. Tað vísir seg, at tað er heldur torført hjá samgonguni at savna 17 at­kvøður til at atkvøða fyri fíggjar­lógini. Tí hevur verið neyðugt at gera avtalur við uttanflokka ting­fólkini, Magna Laksáfoss og Sonju Jógvansdóttir, um at tey taka undir við sjálvari fíggjar­ lógini. Tað fara tey bæði eisini at gera, men tað er ikki uttan, at tey fáa okkurt av teirra málum ígjøgnum í tinginum. Til dømis er ein partur, at Skóta­dpilin á Selatræ hevur fingið tríggjar milljónir á fíggjar­ lógini – eitt ynski, sum Magni Laksáfoss hevur havt. Eitt sindur av tosið verið um, at málið um at loyva føroysku bryggjaríunum at selja sterkt øl fall ítinginum. At málið skuldi samtykkjast við atkvøðunum frá sam­gongu­ ni, hevði samgongan lovað Magna Laksáfoss, men málið fall. Tað vil siga, at talan var um avtalubrot, sum Magni Laksáfoss var rættuliga firtin um, men eftir hvat skilst, so hevur hann fingið klinkað tað av­talubrotið áonkran hátt við sam­gonguna. Í hvussu so er, so hevur hann alment boðað frá, at hann tekur undir við fíggjar­lógar­upp­ skotinum. Hvat Sonja Jógvansdóttir fær fyri at atkvøða fyri fíggjarlógini, vita vit ikki enn, men eftir van­ lig­um spælireglum, so fær hon okkurt av sínum hjartamálum framd. Rossahandlar Mangan verður sagt, tá ið ein semja verður gjørd millum ymiskar partar í skipanini, at talan er um rossahandlar. Soleiðis er skipanin, at tú fært okkurt fyri at geva okkurt. Sjálv­ andi syrgir politiska skipanin fyri, at peningur verður settur av at reka samfelagið fyri og nógvar av útreiðslunum eru eisini lógarbundnar. Men tað eru nøkur prosent, sum tingfólk ráða yvir og fyrst og fremst er tað sitandi sam­ gongan sum sigur hvat tey prosentini verða brúkt til. Tey kunnu til dømis brúkast til at fáa onnur í tinginum enn samgongufólk, at atkvøða fyri fíggjar­lógini. Barra fyri at sláa tað fast: talan er ikki um nakað ser­før­ oyskt fyribrygdi. FÍGGJARLÓGIN VERÐUR SAMTYKT HÓAST ALT Sum vanligt hevur tað veirð rokasligt, nú fíggjarlógin fyri komandi ár skal samtykkjast Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, hevur gjørt avtalu við samgonguna um at hann atkvøður fyri fíggjarlógini Tað hevur Sonja jógvansdóttir eisini gjørt