hósdagur 13. desember 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 145
22
SIÐSØGAN
Óli Jacobsen
Siðsøga
Óli Jacobsen
2. partur
Í
seinasta
parti
greiddi
Valdimar frá kornvelting
og torvskurði á Skipanesi.
Men ein stórur partur av
lívinum hjá Valdimar hevur
verið smiðjuarbeiði, og hetta
byrjaði við pápa hansara, Tumm
asi. Sjálvur hevur Valdimar havt
eitt einastandandi savn millum
annað gomlum motorum, sum
nú er í Norðoyggjum.
Nú greiðir Valdimar frá smiðj
uni hjá pápanum og frá lívinum,
sum hann minnist tað sum ung
ur.
Fyrsta smiðja
Tann fyrsta smiðjan varð bygd í
1920-unum. Hon var lagað úr
gróti, og teir, sum lagaðu hana,
vóru teir gitnu ommubeiggjarnir
hjá mær, mammubeiggjarnir hjá
mammu, Venzil og Jákup á
Glyvrum.
Teir brøðurnir vóru tiltiknir
menn at laga grót, og eg haldi, at
bróður teirra, Jóan Dávid úr
Niðaragerði í Sølmundarfirði,
varð við.
Men seinni vísti tað seg, at
smiðjan var ov lítil, tí arbeiðið
vaks, og tá varð bygt afturat.
Hevði lært í Mikladali
Timburverkstaðið var á loftin
um. Pápi lærdi til smið í Norðna
stovu í Mikladali. Har búði hann
eina tíð við tí fyrru konuni. Pápi
segði, at í Mikladali vóru allir
smiðir, bæði træ- og jarnsmiðir,
so pápi lærdi bæði hesi fakini.
Síðan flytir pápi til Norðragøtu
og byggir hús áfast hjá bróðurin
um Jóan David úti á Fløtum,
sum eisini var ein kendur og
dugnaligur smiður, hann hevði
smiðju í kjallaranum. Pápi hevði
innaru helvtina og Jóan Dávid
hina av húsinum. Pápi hevði
smiðju í endanum á húsinum.
Her búðu tey í nøkur ár, og í
Gøtu eru beiggjar mínir Hans
Jacob og Sofus Sivar grivnir. Teir
doyðu báðir sama dag sum smá
dreingir av kikhosta.
Mamman í smiðjuni
Aftur til smiðjuna á Skipanesi.
Áðrenn vit vuksu til, mátti
mamma hjálpa pápa í smiðjuni,
bæði at blása og sleggja. Tá var
blásubjølgur í smiðjuni. Hann
minnist eg ikki. Tá ið eg kom til,
var har sentrifugalblásari at
vinda við hond.
Hetta man hava verið strævið
og tungt hjá eini konu við
børnum. Tá ið mamma lá til tað
síðsta sum 89 ára gomul, durvaði
hon í fleiri dagar og tosaði fyri
seg sjálva. Tá var hon í huganum
aftur í smiðjuni, og tað var ein
hending, tá ið hon var 12 ára
gomul, sum rann fram fyri hana.
Ein sunnudag í kirkjutíð var
hon farin oman í fjøruna. Tá
finnur hon eina nísu, sum hevði
fløkt seg inn í reipataran.
Hon rennur so niðan eftir
abbanum, Tummasi, sum var úr
Hanusarstovu á Skála. Hann fer
oman og ber nísuna niðan á
bakka, har opnaði hann hana, so
grasið varð reytt av blóðinum.
Seinri komu bøndur úr Søl
mundarfirði inn eftir bakkanum.
Gerðini norðanfyri vóru hagi.
Teir sóu blóð í grasinum og
hildu, at seyður var dripin. Tey
vóru so løgd undir seyðastuldur!
Tað gramdi hon seg um til sín
doyggjandi dag. Hon helt, at hon
var straffað, tí hon ikki hevði
sitið inni í kirkjutíð!
Men, sum eg segði við hana
tá, at tað gjørdist einki við tað, tí
har vóru øll deyð.
Seinni kom hon at spæla eina
stóra rollu í smiðjuni.
Eg fekk tíðliga áhuga fyri
smiðjuarbeiði. Eg var lítil smá
drongur, tá ið eg byrjaði at stríð
ast at gera dampmaskinu í
stand. Tað vóru nógvar slíkar til.
Eg haldi, at eg mundi verða
um 4-5 ára gamal, tá eg byrjaði í
smiðjuni. Eg hevði til arbeiðis at
vinda blásaran. Men eg rakk illa
upp til handtakið, so eg mátti
standa á einum kassa. Tað var
ikki bara at siga tað, tí tá ið
sveisað var í eldinum, komu
nógvir gløðandi neistar úr eldin
um, so tað ráddi um at ansa væl
eftir.
Ofta komu neistarnir niður á
hálsin. Neistarnir vóru kallaðir
smiðjuloppur. Tá mest stóð á,
mátti ansast eftir skiftivís at
blása og vinda, og tað mátti vera
javnt. Varð steðgað á, vóru øðilig
róp um antin at vinda ella blása,
sum tørvur var á.
Synirnir máttu sleggja
Tá eg varð 10 ára gamal, byrjaði
vit brøðurnir at sleggja. Tað
vóru tríggjar støddir av sleggj
um. Vit byrjaðu við teirri minstu,
tí hon var sum ein stórur ham
ari. Tá vit vórðu trettan ár, var
tað við tí næstu sleggjuni í
stødd, og tá vit vóru fimtan ár,
var tað ta við tí størstu sleggjuni.
Fyri mína tíð í smiðjuni hevði
pápi serligar sleggjarar í arbeiði.
Tað var áðrenn vit styrknaðu so
mikið, at vit kundu taka yvir. Ein
sleggjari var úr Skálafirði, giftur
út á Skipanes. Hann æt Sámal
Østerø, sonur Marius í Skála
firði. Marius og pápi vóru systk
inabørn, so eg og Sámal vóru trí
menningar.
Kona
hansara,
Jóhanna, og eg vóru systkina
børn, so tað var alt nær í slekt.
Hin sleggjarin var Sørin Sol
munde av Lambareiði. Í øllum
hesum stríði og strevi varð eisini
skemtað. Sørin meinti, at hann
var tann sterkari. Hann gav sær
sjálvum navn “tann prúði”, so
hann varð bara kallaður tað.
Valdimar greiðir millum annað frá smiðjuni hjá pápa sínum,
Tummasi. Ein smiðja tá í tíðini hevði eitt fjølbroytt virksemi
SMIÐJAN Í GRØNUSKRIÐU
Valdimar Tómasson:
Tummas var av Skipanesi, men smiðjan var í Grønuskriðu í Søldarfirði
Hetta var smiðjan