Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 145 23 SIÐSØGAN Komandi partur Fólk komu manga staðni frá í ørindum til smiðjuna. Um fingu tey bæði mat og turr klæðir. Skipini Arbeiðið í smiðjuni virkaði ym­ iskt alt eftir árstíðini. Ein part av árinum vóru tað mest skip, sum smíðað varð til. Hetta stóð við frá tí, skipini komu heim í sept­ ember-oktober, og til tey fóru avstað aftur várið eftir. Tá ið skipini komu aftur um heystið, kom sokallaða skipa­ smíðið. Tá komu manningar við øll­um tí, sum var slitið umborð. Tá í tíðini vóru tað seglini, sum blivu brúkt, og tá var ikki tíð til at gera nakað annað fram til januar. Tá var farið at rigga til, at skipini skuldu á Suðurlandið. Aftan á jól og nýggjár komu manningarnar, og sum oftast skip­arin við, eftir tí, sum var gjørt liðugt í smiðjuni. Tað kundi verða stuttligt, tá ið smiðjan fyltist við monnum, tí ofta glósaðu teir hvønn annan. Tað var eingin vegur oman á bakkan, har sum smiðjan stóð. Tað mátti farast heilt niðan á ovara koyrivegin, sum gekk til Gøtu. Nógv var tungt av tí, sum skuldi berast. Tað vóru stórir blokk­ar og svanahálsar. Onk­un­ tíð hjálpi eg til. Eg minnist eitt kvøld, sum teir á "Lizzi" hjá Símun Simonsen á Høgabóli í Saltangará komu í smiðjuna. Tá var Jógvan, sonur Símun, skipari. Símun átti ein lítlan lastbil. Hann stóð uppi á koyrivegnum, og so bleiv lutað niður á menninar, hvat teir klár­ aðu at bera. Har var ein stórur blokkur, ein stórskjøtissblokkur, eftir. So minnist eg, at ein maður, sum var minstur, segði, sum hann tók í blokkin, at hendan skuldu hann og skiparin bera. Tí bleiv nógv grinið at. Menn aðrastaðni frá á fjørð­ inum komu við báti, sum t.d. av Strondum. Har smíðaðu vit til fleiri skip, so sum "Austerlitz", "Knørr", "Marité", "Alexandru" og "Bearnaise". Av Toftum var tað "Gunhild" niðri við Rætt, sum eg minnist væl. Eisini vóru tað skipini á Høga­ bóli og ikki at gloyma "Sanna", skonn­artin hjá Napoleon Jacob­ sen á Glyvrum. Eg minnist, tá ið teir komu í smiðjuna. Teir vóru so friðarligir. Síðan var tað "Lítla Emma" hjá Andreas í Dalinum í Lamba, "Bjørn Ólafson" hjá gamla Weihe í Søldarfirði. "Wiliam Martin" úr Rituvík, "Elsa" og "Buttercup" av Toftum, “William Cloves” hjá Jóan Paula Gregersen í Syðru­ gøtu. Vit arbeiddi eisini fyri skip úr Havn, úr Suðuroy og flest øllum støðum í Føroyum. Tað verður ov nógv at rokna øll skipini upp. Tá skipini vóru farin - vóru tað húsarhaldini Tá so skipini vóru farin, vóru tað framvegis langir dagar, ið arbeitt var. Tá var farið í holt við at smíða alt til húsarhald. Hetta kundi vera alt millum himmal og jørð, tað verður ov langt at skriva um alt tað. Ein stórur partur var grinda­ reiðskapur. Tað vóru hvalvákn, sóknaronglar, knívar, skutlar. Annað dømi er grev til hakar og pinnagrev til at skera torv við. Næstan alt til húsarhaldið kom í smiðjuna. So hvørt, sum motorarnir blivu størri ella skipini fingu mot­or, minkaði talið á seglum. Tá bleiv minni slit av segl­greið­ um. So kom bara annað í staðin. Undir krígnum var m.a. smíðað krúllujørn til konufólk. Døgurðapotturin og kúgvin Eitt vóru døgurðapottarnir, sum kundu brúkast til nógv. Tá ið døg­urðin var lagdur upp úr pott­ inum, annaðhvørt tað var fiskur ella grind, so var potturin settur fyri kúnna. Hon drakk soðið og át tað, sum eftir var í pottinum. Hon sleikti so pottin væl innan, so hann varð sum nývaskaður. Og kúgvin hevði so hvassa tungu, at potturin kundi brúkast dagin eftir uttan nakað. Men eitt skuldi ansast eftir. Tá ið kúgvin var liðug at sleikja, vildi hon sleppa av við pottin. Tá kundi tað henda, at hon steig annað frambeinið niður í pottin og sparkaði hann aftur í flórin, og tá kundi eitt bein fara upp í gjøgnum botnin. Tá mátti farast í smiðjuna við honum at fáa hann afturgjørdan. Ein slíkur pottur var gjørdur úr stoypijarni, og hann hevði trý bein. Ofta vóru gátur bornar fram um gerandislutir. Ein av teimum var um pottin. Hon er: "Hann er krókutur faðir og búkut móðir og trý kollut børn". "Krókutur faðir" var honkin, "búkut móðir" var potturin. Tey "trý børnini" vóru beinini at standa á. Tað varð sagt, at ein skuldi ikki siga loysnina á einari gátu. Hon skuldi gitast ella kom ill­veð­ ur, men nú havi eg so sagt hana. Eg havi enn í høvdinum, hvussu vit smíðaðu beinini á pott­in­um. Tað, sum var brúkt til pakn­ing at leggja í millum, var ein góður pakningur - tað var súr­deiggj. Tá ið beinið var sett í, var altíð farið niðan til mammu eftir súrdeiggi. Zacharias Zachariassen, sum seinni gjørdist trúbðari, ættaður úr Mortanstovu í Norðragøtu, segði fyri mær, at hann - saman við systkinabarni sínum Zach­ ari­as Leitisstein – báðir skyld­ menn hjá mær, hevði verið eftir einum potti í smiðjuni. Hann var klovnaður og skuldu ger­ast aftur. Teir vóru komnir út á Skipanes við einum bili og bíð­ aðu eftir at koma inn aftur við sama bili, sum Reimar Isak­sen úr Norðragøtu koyrdi. Tá ið teir koma niðan aftur á vegin fór at regna. Pápi bað teir hvølva pottin niður yvir høvdið, og tað skiftust teir um at gera. Tá riggaði hann sum eitt regn­ skjól. Tá vóru teir ungu ikki eftirspurdir Alt bleiv umvælt, tí tað var bílig­ ari enn at keypa nýtt. Carl Weihe av Norðskála, sum var systk­ina­ barn við mammu mína, lærdi at smíða hjá pápa. Carl fortaldi mær um, tá ið hann kom at biðja um lærupláss. Pápin - Johan - og hann komu gang­andi av Norðskála út á Skipa­nes. Teir vóru bodnir inn í norð­aru stovuna, tí tað var fínastova. Har var eitt stórt borð og fýra stólar og so eitt lítið borð, sum ein urtapottur stóð á. Carl segði, at pápi mín settist við annan endan á borðinum og pápi hansara við hin endan. Sjálvur slapp hann ikki at sita við borðið. Hann bleiv settur á ein stól úti í einum horni í stov­ uni. Teir báðir tosaðu um, at hann skuldi búgva hjá okkum. Mamma skuldi vaska honum klæð­ini og geva honum mat, men løn skuldi hann onga hava. Hann slapp ongantíð at siga nakað. Carl fekk illa arbeitt í smiðj­ uni, tí hann toldi so illa kola­ royk­in. Hann bleiv trongur fyri and­anum, men hann gjørdi sveina­stykki. Tað var eitt haka­ grev. Tað var ikki bara at siga tað at gera grev, tí tað var stál í miðj­ uni. Tá náttpotturin kom í smiðjuna Carl segði mær onkrar søgur úr smiðjuni. Hann segði, at einaferð kom ein gamal bóndi úr Lamba inn í smiðjuna við einum nátt­ potti, sum hol var komið á. Tað hendi ofta, at tá ið maljan fór av, rustaðu pottarnir, og so lak landið út á gólvið. Pápi lodd­ aði pottin, meðan hann bíðaði. Carl segði, at bóndin bleiv so glaður, tá ið potturin varð blivin heilur, at hann rann heilt til Lamba. Tað var, sum um hann hevði veingir. Lyklarnir til smiðjuna Málningur av Tummasi Matilda, seinna kona Tummas, átti sín part av smiðjusøguni