Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. november 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TvDanmark sendir síðsta partin í skemtirøðini Frasi- er. Sendirøðin hevur verið væl móttikin og hevur 11. sesongir á baki. Dr. Frasier Crane byrjaði sum fastur gestur á Sam´s Bar. Leik- luturin "Frasier" í hesi sendirøðini varð so væl móttikin, at "Frasier" bleiv heitið á eini nýggjari skemtirøð við sama persóni í høvuðsleiklutinum, sum sálarfrøðing á eini útvarps- rás í Seattle. Kelsey Grammer er maðurin aftan fyri tann snobbuta sálar- frøðingin Frasier. David Hyde Pierce er í leiklutin- um sum Niles, yngri bróðir og starvsbróðir hjá Frasier. Hóast teir báðir eru brøður, so eru teir støðugt í stríði um at verða tann mest populeri sálarfrøðingurin í býnum - og Niles er ikki minni snobbur enn eldri beiggin. Aðrir persónar, ið ofta eru at síggja í skemti- røðini er tann jarðbundni Martin, ið løgið nokk er pápi at snobbunum báðum. Daphne Moon er gjøgnum fleiri ár stóri kærleikin hjá Niles, nú er hon endiliga blivin kona hansara. Síðst, men ikki minst er lítli hundurin hjá Martin, Eddie, ið Frasier ikki tolir sýnið á. Sjónvarpshølini hjá Paramount steðga við Frasier, meðan leikur er góður. Røðin hevur vunnið fleiri Golden Globe- og Emmy-virðislønir. Óiva fer TvDanmark at gera meiri burturúr Frasier og endur- senda gamlar partar. Síðsti parturin kallast "Goodbye, Seattle". Frasier Ein av teimum best um- tóktu teknirøðunum nakr- antíð er komin á løriftið og nú eisini á sjónvarps- skíggjan. Filmurin kom út á 40 ára-degnum fyri tí fyrstu útgávuni av teknirøðini. Studenturin Peter Parker (Tobey Maguire) verður bitin av einum genmani- puleraðum eiturkoppi - hetta bitið broytir lív hans- ara fullkomiliga. Brádliga er hann førur fyri at klatra upp eftir húsaveggjum, utt- an stórvegis trupulleikar - eins og ein eiturkoppur. Og so fær hann eisini, sum hóskar seg eini rættari teknirøðshetju, eina ótrú- liga superstyrki. Men snild- ir, svikafullir fíggindar gera um seg og fáa eyga á unga eiturkoppamannin. Tann stóri fíggindin er vísinda- maðurin og handilsmaðurin Norman Osborn (Willem Dafoe), ið eisini fær óvanliga nógva styrki... Spider-Man Niles og Daphne Moon gleða seg í hesum síðsta partinum TvDanmark sendir síðsta partin í skemtirøðini Frasier við heitinum "Goodbye, Seattle" Á TvDanmark í kvøld kl. 19.25 Á Tv3 leygarkvøldið kl. 20.00 Hetjan Spider-Man Tobey Maguire í leiklutinum sum studenturin, ið verður bitin av einum eiturkoppi 34 Nr. 227 - 26. november 2004 Nr. 227 - 26. november 2004 35 FILMSTEIGURIN HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Frumsýning – Billettprísur: 85,- kr. Fríggjadagin 26.11. kl. 2200 Leygardagin 27.11. kl. 2200 Sunnudagin 28.11. kl. 2115 Fríggjadagin 26.11. kl. 1945 Fríggjadagin 19.11. kl. 2300 Leygardagin 27.11. kl. 1945 Leygardagin 27.11. kl. 2300 Sunnudagin 28.11. kl. 1900 Sunnudagin 28.11. kl. 2200 Fríggjadagin 26.11. kl. 2030 Leygardagin 27.11. kl. 2030 Sunnudagin 28.11. kl. 1930 Fríggjadagin 26.11. kl. 1715 Leygardagin 27.11. kl. 1630 Sunnudagin 28.11. kl. 1630 Heimurin, soleiðis sum vit kenna hann, hevði ikki verið tann sami, var tað ikki fyri hansara blóðugu kríggj. Krígsmaðurin, kongurin, elskarin, herset- arin Alexander tann stóri av Makedonia, er uttan iva ein av heilt stóru legendu- num í alheims søguni. Fimurin lýsir blóðugu innrás hansara í Persia, Egyptalandi og India. Her megnaði hann upp á ein- ans átta ár at savna sær eitt risastórt keisaraveldi. Nakað sum tó eisini ber við sær, at hann at enda fellur av tindunum og doyr. Bara 32 ára gamal. Tað er Oliver Stone, sum hevur leikstjórnað filminum, og sum vant, so er dramatikkur, søguligur nærleiki og framúr leik- myndir partur av spæli- num, tá hann er við. Og sum um tað ikki var nóg mikið, so síggja vit eisini fleiri av tiemum heilt stóru filmssjónleik- arunum í action. Eitt nú Angelina Jolie, Val Kilmer og Anthony Hopkins. Høvuðsleiklutin sum Alexander hevur írski Colin Farrel Alexander Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Frumsýning Fríggjadagin 03.12. – Billettprísur: 55,- kr. Frumsýning Fríggjadagin 03.12. KOMANDI FILMAR C M Y K 35 34