Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 145 29 LÝSINGARTORG ARBEIÐI Húsavørur Fólk søkist sum húsavørur, skal duga ymiskt handverk. Viðkomandi kann verða pensinistur og kemur at arbeiða niðursetta tíð. Fá meira at vita um arbeiði, ring tlf 213303 BÝLI Í FØROYUM íbúð til leigu 2 rúms íbúð til leigu í Sandavági Tlf 269721 ella 262169 MATUR Jólapakkar bíliga til Danmark Send pakkar bíliga til Kbh. innan jól (5-10 kg og 10-20 kg). Spyr teg fyri á teldupostadressu: heiltgott@ gmail.com. Brúdleyp Vit skulu giftast 29. desembur 2018! Vígslan verður í Havnar kirkju kl. 11 og opið hús verður í Østrøm frá kl. 19, har øll eru vælkomin til ein nátturabita. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar. Heilsan Bjørk Herup Olsen og John Olsen. 70 ár Tann 5. januar 2019, verður Mortan (Hjá Hans Paula) Johannesen 70 ár. Dagurin verður hildin í Dansifrøi frá kl. 11:00 til 15:00. Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum, kunnu boða frá á telefon 211296 innan 21. desember. 70 ár Ónsdagin 19. desembur verður Bjarni Brattaberg, Bibbi, 70 ár. Í hesum sambandi vilja okur bjóða ætt, vinum og kenningum vælkomnum í føðingardag í skótahúsinum í Vági, ónsdagin 19 Desembur frá kl 18. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við Bjarna, verða vinarliga biðin um at boða frá til Arna á tlf 214906 ella á messenger til Sólbjørg ella Rakul. Brúdleyp Anna Maria Steintún og Grímur Kamban Mortensen giftast fríggjadagin 28. desember 2018. Øll eru hjartaliga vælkomin til vígsluna í Ebenezer kl. 11, har móttøka verður aftaná. Veitslan verður um kvøldið fyri innbodnum. Gullbrúdleyp Tann 28/12 kunnu Margit og Hans Petur Weihe, Selatrað, halda gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima sama dag frá kl 18.00. Øll eru vælkomin. Vinaliga sig frá á Tlf. 747271 áðrenn 20/12. Gullbrúdleyp 28. des. hava vit verið gift í 50 ár. Tað ætla vit at hátíðarhalda í VB húsinum leygardagin 29. des. frá kl. 15.00. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, vera vinarliga biðin um at siga okkum frá á tlf 272669 (Sólmaj) 573660 (Hilmar) ella skriva á fb áðrenn 15. des. Øll eru hjartaliga vælkomin Vinarliga Sólmaj og Hilmar Gullbrúdleyp Leygardagin 29. desembur hava vit verið í gift í 50 ár. Dagurin verður hildin heima, á Tvørgøtu 3 á Sandi, frá kl.17.00. Tað hevði glett okkum, at sæð familju, vinir og kenningar til henda dag. Vinarliga Ragnheiður og Eyðun Gullbrúdleyp Leygardagin 15. desemb­ er hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Skótahúsinum við Løkin frá kl.15.00 til kl.20.00. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenn­ingar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Estrid og Leivur Højgaard Gullbrúdleyp Fríggjadagin 18 jan. hava Hildigunn og Martin Garðalíð, Vestmanna, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 26. jan kl. 18. í hølunum í læknamiðstøðini, Garðatún 12. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenninger hendan dagin. Tey, íð ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, kunnu tekna seg á tlf. 794510 (Majbritt), tlf. 751884(Anja) ella tlf. 252729 (Hildigunn) innan 15. jan. Brúdleyp Leygardagin 29. desembur giftast Marin E. Jacobsen, Klaksvík, og Fróði Jensen, Toftir. Vígslan verður í Christianskirkjuni kl: 13. Veistlan verður í Skótahúsinum við Løkin í Runavík. Døgurði verður fyri innbodnum. Frá kl: 20.00 verður vælkomst. Brúdleyp Leygardagin 29. desember giftast Rósa Olsen, Fuglafjørður, og Marni Kruse, Oyrarbakki. Vígslan verður í Norðskála kirkju kl. 12. Veitslan verður í Mentanarhúsinum seinni um kvøldið fyri innbodnum. Øll eru hjartaliga vælkomin í brúðarhús dagin eftir á Bjarnavegi 15, Fuglafjørður frá kl. 17. Brúdleyp Hósdagin 27. desember 2018 giftast Josefina M. A. Prestá‚ Skála‚ og Agnar Frederiksen‚ Klaksvík. Víglsan verður í Christianskirkjuni í Klaksvík kl. 12. Veitslan verður hildin fyri innbodnum í Leguhúsinum í Nesvík. ​ Dagin eftir verður brúðarhús í Føgrulíð 1 á Skála frá kl. 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Súsanna Ingvardsdóttir Petersen og Jóhan Djurholm giftast leygardagin 29. desember 2018. Øll eru hjartaliga vælkomin til vígsluna í Ebenezer kl. 11, har móttøka verður aftaná. Veitslan verður um kvøldið fyri innbodnum. Brúdleyp Leygardagin 22/12 giftast Angelina Jonhardsdóttir Poulsen og Bergur Gudmundsen, Vágur. Vígslan verđur í Vágs Kirkju kl 13. Veitsla verđur um kvøldiđ í VB húsinum fyri innbodnum. Diamantbrúdleyp 15. decembur 2018, hava hjúnini Jona og Pauli Sandoy, Sandur, veri gift í 60 ár. Dagurin verður hátíðarhildin, saman við teimum nærmastu. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku, við stóra degnum. Familjan Diamantbrúdleyp 15. desembur 2018, hava hjúnini Jona og Pauli Sandoy, Sandur, veri gift í 60 ár. Dagurin verður hátíðarhildin, saman við teimum nærmastu. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku, við stóra degnum. Familjan Silvurbrúdleyp Týsdagin 18. desember hava Mathilda og Pól Johannessen, Klaksvík silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í heimi okkara, á Helnabrekka 27 frá kl.16:00. Tad hevđi glett okkum, at sæđ familju, vinir og kenningar hendan dagin. Øll eru hjartaliga vælkomin. MERKISDAGAR