hósdagur 13. desember 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018
SOSIALURIN 145
30
KJAK
Bústaðarpolitikkur í Tórshavn
- tørvur á bústøðum til øll
Johan Dahl
Tórshavnar Kommuna og
okkara høvuðsstaður hevur
stórar trupulleikar og avbjóð
ingar á bústaðarøkinum.
Meginparturin av tilflytingini til
Føroya úr útlandinum sæst
aftur í høvuðsstaðnum, og tí er
trýstið har serliga stórt og
harvið tørvurin á loysnum og
byggiverkætlanum. Í nógv ár
hava vit kent støðuna og
gongdina, men politiskt er gjørt
alt ov lítið at finna hóskandi
bústaðarloysnir
Bústaðartørvurin í
Tórshavn
Politiska skipanin, land og
kommunur, ynsktu desperat at
fáa føroyingar at flyta heim til
Føroya eftir fíggjarkreppuna í
2008, men tað vísti seg skjótt ikki
at verða hóskandi bústaðarpláss
til tey, sum valdu at flyta.
Samstundis er eftirspurningurin
eftir ymiskum sløgum av
bústøðum grundleggjandi
broyttur seinnu árini.
Tórshavnar Kommuna hevur
gjørt nakrar tørvsgreiningar av
bústaðartørvinum í kommununi
- hetta sæst í
bústaðarpolitikkinum hjá
kommununi, sum varð
samtyktur 20. juni 2018. Mett
verður, at tørvurin er hesin:
– 240 íbúðir, áðrenn 2022
– 60 lestrar- ella ungdóms-
íbúðir, áðrenn 2022
– 400 íbúðir afturat, áðrenn
2030
– 200 lestrar- ella ungdóms-
íbúðir afturat, áðrenn 2030
Sagt verður, at ynskiligt er, at
ein stórur partur av hesum
verða leigubústaðir. Føroya
Bústaðarfelag, ella Bústaðir eru í
fer við fleiri leigubústaðir, men
kommunan ynskir, at onnur í
privatu vinnuni eisini bjóða seg
fram at gera leiguíbúðir. Føroya
Bústaðafelag hevur heldur ikki
orku og møguleika at nøkta allan
bústaðartørvin í Tórshavn.
Talan er um ein tørv á
ymiskum sløgum av bústøðum
og málbólkum:
Bústaðarsløg:
– Leiguíbúðir
– Eigaraíbúðir
– [endif]Lutaíbúðir
Málbólkar:
– Íbúðir til ung lesandi
– Íbúðir til vanlig fólk og
familjur
– Íbúðir til eldri/ pensjónistar
– Íbúðir til einligar mammur/
pápar við børnum
– Íbúðir til fólk, sum bera brek
– Aðrir málbólkar
Talan er um samfelagsbólkar,
sum hava í miðal og undir miðal
í inntøkum. Tørvur er við øðrum
orðum á stórari nýhugsan á
føroyska bústaðarmarknaðinum.
Uppgávan at skipa, planleggja
og fíggja bústaðir í Føroyum, og
serliga Tórshavn, er at slíkum
slag og vavi, at tað onkursvegna
skal stór orka og greiðir form
ligir karmar gerast frá almennari
politiskari síðu. Formligir
karmar og skipanirnar at leiða
og stýra bústaðarmenningini
vanta, byggiorka vantar og viljin
til fígging er ov lítil.
Bústaðartørvurin í Tórshavn
er av slíkum slag, at tørvur er á
loysnum uppá stutt sikt,
millumlangt sikt og uppá longri
sikt.
Viðmerkjast kann, at bústað
artørvurin í Føroyum hevur
gjøgnum allar tíðir fylgt
búskaparligu gongdini í sam
felagnum. Hetta merkir, at vit tí
skulu vera varin við ikki at
byggja ov nógvar bústaðir ella
byggja skeivt slag av bústøðum
- og ikki seta í verk nakrar
panikk- ella hovsaloysnir.
Bústaðarpolitikkur - visjón
og mál hjá Tórshavnar
Kommunu
Fyri 15 árum síðani var bústað
arbýtið ógvuliga einstáttað í
Tórshavnar Kommunu. Samlaða
talið á búeindum var um
leið 5.500, og lutfallið var 95%
sethús og 5% íbúðir.
Í dag eru umleið 72% sethús,
17% tví- og raðhús, 7% eigara
íbúðir, 3% lestraríbúðir og 1%
leigubústaðir - sí myndina
niðanfyri.
Visjónin hjá Tórshavnar
Kommunu á bústaðarøkinum er,
at “Allir borgarar í Tórshavnar
Kommunu skulu hava møgu
leika at búgva í einum tíðar
hóskandi bústaði í einum
virknum høvuðsstaði við
fjølbroyttari fólkasamanseting”.
Málið hjá kommununi á
bústaðarøkinum er:
– Fleiri leigubústaðir
– Privat feløg við til at reisa
leiguíbúðir
– Umferð í bústaðar-
marknaðin
– Borgarar seta búgv í
eigarabústøðum
– Ung støðast í høvuðs-
staðnum
Tórshavnar Kommuna sær út til
við hesum bústaðarpolitikkinum
at vera á rættari leið á bústaðar
økinum.
Fólkavøkstur og bústaðar
menning hongur saman
Vit kunnu ikki bjóða føroyingum
at flyta til Føroya ella høvuðs
staðin og síðan venda bakið til
og halda, at tørvurin á bústøðum
verður loystur av marknaðinum
bara.
Tað gerst eisini alt greiðari, at
tørvurin á bústaðum er full
komuliga ymiskur frá málbólk
til málbólk.
Tað, sum nú krevst er at flyta
seg frá vøkrum visjónum og
orðum til handling - og leggja
nakrar langtíðarætlanir við
einari uppraðfesting av bústað
armenning.
Aftur ein knokkroyting av pensjónistum
Beate L. Samuelsen,
forkv.
Landsfelag Pensjónista
Um politikkarar gera eftir
uppskoti Skattanevndarinnar,
skulu landsins pensjónistar
gjalda yvir átta milliónir krónur
um mánaðin í tænastugjøldum
Sambært formanninum í
Skattanevndini, Kára Petersen,
verður í Føroyum ikki rindaður
skattur av fleiri av hægstu
lønunum, sum vunnar verða
aðra staðni.
Tað stendur í eini grein í
Sosialinum mikudagin 5. des.
2018.
M.a. verður upplýst, at ein
sera stórur partur av teimum
552, sum hava eina árliga
skattskylduga inntøku omanfyri
milliónina, eru okkara lands
menn, sum sigla við útlendskum
skipum.
Skattareglurnar viðv. teimum
eru so ymiskar, alt eftir hvar og
hvussu teir verða skattaðir, at
landskassin og kommunukassar
nir her í landinum kenna seg fyri
vanbýti.
Alt kemst av tvískattaavtal
um, sum Føroyar hava við onnur
lond, verður sagt. Eftir sum
kommunurnar ikki fáa tann
stóra gloypubitan av hesum
skattakrónum, sum tær kundu
ynskt sær, skal tað ganga útyvir
okkum onnur, sum skulu gjalda
meira.
Skattanevndin er sambært
greinini av tí áskoðan, at lægri
inntøkuskattur og fleiri tænastu
gjøld høvdu bøtt um støðuna hjá
kommununum.
At allar kommunur landsins
líða nakra neyð, er neyvan í tráð
við veruleikan. T.d. sigst, at
pengakassin hjá landsins størstu
kommunu, Tórshavnar komm
unu, er um at flóta yvir.
Ein jongleran
Skattanevndin hevur í so nógv
”góð” hugskot, tá tað ræður um
at knokkroyta bólkin av landsins
eldri borgarum.
Uppskotið, sum Skattanevnd
in jonglerar við fyri at útvega
kommunum størri inntøku, er, at
allir borgarar yvir 20 ár skulu
gjalda kr. 300,- pr. høvd um
mánaðin.
Haraftrat skulu kommunur
nar krevja eitt mánaðarligt
húsatænastugjald fyri vatn
veiting, kloakk, renovatión og
sløkkilið uppá kr. 1.000,- fyri eini
vanlig sethús, kr. 800,- fyri
raðhús og kr. 600,- fyri eina íbúð.
Sambært fíggjarlógarupp
skoti løgtingsins, sum í hesum
døgum skal samtykkjast, verða í
Føroyum í 2019 tilsamans 8.747
pensjónistar móti 8.570 í 2018.
Hetta er sanniliga ein stórur
bólkur av fólki, má man siga.
Pensjónistarnir skulu
sambært løgtingsuppskotinum
fyrst gjalda 300 kr. pr. høvd í
borgaragjaldi x 8.747=2.624.100 kr.
um mánaðin.
Ein gøla
Haraftrat skulu somu pensjón
istar, sum tilláta sær at búgva í
sethúsum, gjalda, kr. 1000,- fyri
ognina um mánaðin. Hvussu
nógvir pensjónistar búgva í
egnum sethúsum, vita vit ikki.
Fleiri eru jú hjún ella sambúgvar.
Men siga vit, at 6000 búgva í
egnum sethúsum, skulu teir av
við tilsamans kr. 6.000.000,- um
mánaðin.
Leggja vit samlaða borgarar
gjaldið kr. 2.624.100,-, sum
pensjónistarnir skulu gjalda, og
sethúsagjaldið kr. 6.000.000,-,
saman, fáa vit eina upphædd,
áljóðandi kr. 8.624.100,- sum
rændir verða hvønn einasta
mánað frá pensjónistum.
Tað er rætt og slætt ein gøla
fyri Føroya land, um tikið verður
undir við uppskoti
Skattanevndarinnar.
Í staðin fyri at fara eftir
teimum, sum sambært Skatta
nevndini hava eina skatta
skylduga inntøku omanfyri
milliónina uttanfyri land
oddarnar, men búgva her, tí tað
er so strævið og møtimikið, er
munandi lættari at leggja
tænastugjøld á m.a. pen
sjónistarnar, tá samfelagnum
vantar pening.
Hetta er ikki rættvíst yvirfyri
pensjónistunum í Føroyum, og
vóna vit, at møgulig tænastu
gjøld ikki vera løgd á okkum.