Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. desember 2018 · Nr.146 8 Sosialurin LØGREGLAN FYLGDI BILUM TIL HAVNAR Aftur í morgun var løgreglan á ferð og blandaði seg upp í ferðsluna, sum var á veg til Havnar í morgun við fólki sum skuldi til arbeiðis ella í skúla, ella í øðrum ørindum. Hetta er eitt átak, løgreglan nú hevur gjørt í nakrar morgnar, og endamálið við tí er at hava eina tálmandi ávirkan á ferðsluna. Tað er ikki ókent, at summir bilar koyra í skjótara lagi. Men samstundis eru tað hedur ikki allir bilførarar, sum koyra so skjótt, sum bilarnir aftan fyri kundu hugsað sær, og tað kann elva til óumhugsaðar og vandamiklar yvirhálingar. Men við at vísa seg um morgnarnar, heldur løgreglan, at tey hava eina góða ávirkan á ferðsluna. 21. september 1922 – 7. mars 2018 7. mars í ár legði Christian abbi eygu­ni saman fyri seinastu ferð, 95 ára gamal. Abbi búði í Klaksvík, men var ætt­aður av Oyri. Hann var sonur bónda­hjúnini Kristionnu og Jóan Karl í Niðristovu og vaks upp í stór­um systkinaflokki, har hann var fimta av 9 systkjum. Elst av syst­kju­num var Karin, so kom Lena, ið doyði av meslingum sum ný­føðingur, síðani aftur ein Lena, so Sámal, ið tók garðin eft­ir foreldrini, so Christian abbi, Frida, Jákup Andreas, vanliga nevndur Dia, Karl og yngst var Elisabeth. Sámal var einasta av systkjunum, ið búsettist á Oyri, hini systkini fluttu øll inn til Klaksvíkar, har tey settu búgv og fingu familju. Onkur av teim flutti tó seinni út aftur til Oyrar. Eftir av stóra systkinaflokkinum eru nú bara Frida og Elisabeth. Abbi vaks upp í eini aðrari tíð enn vit, og hann plagdi at siga, at neyðugt var at hava góða vitan um náttúruna, at kenna hana væl og at fara væl um hana, tí hon var álitið, ikki peng­ar­ nir. Í uppvøkstri hansara vóru húsarhaldini sjálvbjargnari enn nú, tá talan var um mat, klæði og brenn­ievni. Tá var kúgv í hvørj­ um húsi, og mjólkin var álitið í hús­ar­hald­i­num. Klæðini bæði til børn og vaksin vóru eisini virkað við hús av ullini, ið seyðurin gav, og hitin í húsinum var fingin av tí torvi, ið familjan skar. Hóast vit abba­børn eru partur av dags­ins samfelag, so hevur abbi eisini lært okkum at hugsa um nát­t­ úr­una og ikki bara blaka burtur, men heldur umvæla og end­ur­ nýta. Abbi plagdi at siga, at heimið hjá sær var ikki bara eitt heim, men eisini eitt arbeiðspláss og skúli. Christian abbi vaks upp í bóndahúsi, og tey fingu nógv av land­inum, men har vóru nógv­ir munnar at metta, og øll skuldu hava klæði á kroppin. Eins og onnur børn tá í tíðini, vóru abbi og systkin hansara hildin til arbeiði, tá tey vóru so fræg. Abbi plagdi at siga okkum frá, hvussu pápi hansara lærdi hann og brøðurnar at ganga Skorarnar. Oftast tók hann syn­ir­nar við sær tveir og tveir, og hvørja ferð gingu teir longri enn framm­ anundan. Tá langabbi helt, at nóg mik­ið var fyri smádreingirnar, bað hann teir sita pinnastillar á rók­ini og bíða, til hann kom aftur eft­ir teimum. Nakrar hundrað metr­ar dygst niðurfyri var bláa hav­ið, og abbi og brøður hansara lærdu, at hetta var ikki spæl, men lívs­ins djúpa álvara, og vit skilja væl, at abbi gjørdi orðini hjá Mikkj­ali á Ryggi til síni: “Tá lívið var burt­ur, um fótur vár gleið, tú studdi oss væl, so vit snávaðu ei.” Í dagliga lívinum sást væl, hvørj­um bergi abbi var brotin av. Hann livdi stórt sæð alt sítt lív av tí, ið landið gav. Abbi og omma høvdu eitt sindur av jørð, abba dámdi væl at ganga á fjall, og soleiðis høvdu tey til seg og síni nóg mikið av kjøti og tí, ið fekst úr hag­a­num. Vit hava ofta verið uppi­í so ella so, tá ymiskt skuldi gerast og eru tí kanska ikki heilt so fremm­an­dgjørd sum onnur í okkara ættarliði kring heimin. Sum ungur lærdi abbi hond­ verk undir krígnum, men tá krígg­ið var av, tráaði honum at sleppa á sjógvin, hann fór upp á skúla og tók setskiparaprógv og longd­ina og sigldi so nøkur ár sum stýrimaður. Hetta nutu vit gott av, tá vit skuldu okkurt ser­l­igt uttandura, tí hann var so holl­ur í ráðum, tá tað snúði seg um veður og vind. Omma og abbi giftust í 1954, og tá fekk abbi sær útróðrarbát saman við bróðr­i­num Dia og sváginum Jóan Paula í Svín­oy. Abbi róði út í nógv ár, men tíðliga í sjeytiárunum vendi hann aftur til hondverkið og ar­beiddi sum húsasmiður í fleiri ár. Sjálvt eftir at hann var bliv­in gamal og sjúkur, kundi hann leggja okkum lag á, tá okk­urt skuldi setast í stand. Eft­i­r at hann fór at arbeiða sum húsa­ smið­ur, fekk hann sær bát á Borð­oy­arvík, og har brúkti hann eisini nógva tíð. Abbi var góður við okkum abba­børnini og øll í familjuni, tað ivað­ust vit ongantíð í, og hóast hann ikki segði tað við orðum, vísti hann tað í gerðum. Hann vísti kærleika við umsorgan. Sum børn upplivdu vit ein sera raskan og aktivan abba. Hann røkt­aði seyðin úti á Oyri, og vit elsk­aðu at vera við, tá hann gav seyði­num. August mánaður var besti mánaðurin í árinum, tí tá hoyggj­aðu vit. Øll familjan ar­beiddi saman – abbi við líggja, omma við rívu, og vit abbabørn sam­an við foreldrunum, ommu og abba høvdu fagrar dag­ar í bønum. Abbi var góður inn­løg­u­ mað­ur, og hann var ofta á floti. Abba­synirnir vóru javnan við, og hon­um dámdi væl at læra frá sær, men abbadøturnar vóru tó ong­an­tíð við á floti, tí tað helt hann vist nokk ikki vera nakað fyri gentur. Abbi dugdi væl at gera mat, og hann elskaði at borðreiða fyri all­ ari familjuni. Ofta bjóðaði hann okkum øllum at eta, har hann borð­reiddi við stoktum flaki, epl­um og leykasmelti ella við ein­ ari rúgvu av pannukøkum. Tað gjørdi hann, til hann var elli­gam­ al. Hann seymaði eisini nógvar rull­upyls­ur­, og tær vóru tiltiknar góð­ar, men kjøt og breyð var tó tað all­ar­besta at fáa frá abba. Abbi hevði sera stóran áhuga fyri okkum, hvussu okkum gekst, og hvat vit tókust við - hann spurdi altíð eftir gongdini í fyri­tøkuni hjá Kristiani, eftir út­búgv­ingini hjá Jóhan niðri í Dan­mark, hvussu Sigrið hevði tað, og hvussu tað gekst Jóhonnu í Kina. Hann var errin av okkum, og vit fortelja errin, hvør abbi okk­ara var, og hvussu kul hann var á knallertini, í leðurjakka, før­ oyskari húgvu og við fartelefon í lumm­anum. Í 2010 gjørdist hann langabbi, 88 ára gamal, og hann náddi at uppliva tríggjar lang­abb­ asynir. Honum dámdi væl at vera saman við yngstu eft­ir­kom­ar­u­ num, og hann frøddist at síggja teir mennast. Omma og abbi fylgdu væl við í tí, ið fór fram rundan um tey, men tey vóru altíð nærverandi, hvíldu so væl í sær sjálvum og góvu sær altíð stundir til okkum børn. Vit hava nógv at læra av teim­um, tey eru á mangan hátt okk­ara fyrimyndir, og gott er at kenna fløvan av teirra hondum, ið nú hava slept. Omma og abbi settu sítt álit á hin alvaldandi og løgdu seg trygt í hansara hendur. Tey eru nú burt­ur úr likaminum og heima hjá Guði, og abbi hvílir nú undir liði­ni á ommu í síni fedranna jørð mill­um Oyrar og Gerðar. Takk fyri alt, góðu omma og abbi, og ærað verði minni tykk­ ara. Kristian, Jóhan, Sigrið og Jóhanna Minningarorð um Christian Høgnesen – Christian úti á Oyri