Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146 andi skula foreldrini vita tað, sigur Anna Dalsgaard. Lærarin er ein fyrimynd – Tað er trupult sum lærari at meta um, nær tað er rætt at ringja til foreldur og ikki. Tað ber ikki til at loypa framav og ringja til foreldrini hvørjaferð okkurt er áfatt. Summi for­eld­ ur eru møguliga ónøgd við tað, meðan onnur eru ónøgd, um lærarin ringir hvørjaferð okk­ urt er áfatt. Tað er umráðandi, at lærarin/skúlin finnir eina javn­vág ímillum, nær viður­ skift­ini verða greidd í skúl­an­ um og nær fráboðast skal til heim­ini. – Vit royna at finna loysnir á konfliktum, sum henda í skúl­anum, í skúlanum. Tó er tað so, at tá vit síggja at okkara vitan og førleiki ikki strekkir til, so er tað, at vit ringja til eitt nú foreldur fyri at biðja um hjálp at greina trupulleikan við okkum, soleiðis at vit aftur kunna skapa trivnað. – Tað er eingin vegleiðing um, hvussu man kann steðga allari happing. Nógv er granskað innan happing. Happ­ing er ein alt ov kom­pleks­ur probl­emat­ ikk­ur til, at ein ávís ”uppskrift” bara skal fylgj­ast, og so loysir man happ­ingina med alla. Vit eru øll ymisk, og tað kann vera, at man finnur eina loysn til ein bólk av næmingum, men so er tann loysnin kanska ikki tann rætta fyri ein annan bólk av næmingum, sigur hon. – Sum lærari er tað um­ráð­ andi, at tú skilur ábyrgdina, tú hevur av menningini av børn­ um, at tú sum vaksin setur eina fyrimynd fyri, hvussu tú upp­førir teg. Hesin lærarin sum gjørdi av at geva Beintu hatta eyðknevnið, skuldi havt bjargað hesum. Hon kundi gjørt tað við at tikið ábyrgd av trupulleikanum og sagt, at tað hon hevði sagt ikki var rætt. Møguliga hevði tað bæst trupul­leikanum, áðrenn tað bleiv so grovt, sum tað er vorðið í dag. – Tað hendir seg sjálvandi av og á, at tú sum lærari gerst ørg og onkuntíð beinleiðis ill eisini. Um tú tá kemur til at siga okkurt, sum var betur ósagt, er umráðandi, at tú ert til­vitað um tína stóru ábyrgd. At tú fert afturumaftur við eini umbering ella greiðir frá, hví støðan útviklaði seg so­leið­ is, og at tað tú segði ikki var í lagi. Tað er so umráðandi, at tú vís­ir, at tað er í lagi ella menn­ iskj­ansligt at gera feilir, men at tú so eisini tekur ábyrgd og við­ur­kennir feilin, sigur Anna Dals­gaard. Fyribyrging av happing Eg vildi ynskt, at vit gjørdu meira enn hesar generellu happi­ kann­ingarnar, at vit settu til­ tøk í verk fyri at síggja, hvat riggar og ikki, hvussu vit røkka næminginum betur. Eg var til ein fyrilestur. Ein kvinna hevði gjørt kanning um júst hetta, hvat riggar og ikki. – Hendan kvinnan tók so eitt dømi um eitt tiltak, sum ikki riggaði. Ein ókendur per­ sónur kom inn í flokkin fyri at samansjóða flokkin. Børnini skuldu so seta seg í ein ring og siga okkurt positivt um næm­ ingin við sína høggru lið. Um tú ert happaður, er tað trupult at siga nakað positivt við nakr­ an rundan um teg, sum tað fyrsta. Tað næsta er, at tað er um­ráðandi at børn kenna seg trygg í einum umhvørvi, áðr­ enn tey verða biðin um at vísa seg fram soleiðis. Tað var fyrsti feilurin, at tað var ein ókendur persónur sum skipaði fyri. – Ein genta sigur við gent­ una við sína lið, at hon dugur ordi­liga væl at hoppa band. Næsti persónur skal siga takk, og spælið fer so víðari. Tað sum lærarin ikki veit er, at tað er alvorliga kiksað og barnsligt at duga væl at hoppa band. Tað vita allar hinar genturnar, og tann sum segði tað við gent­ una. Lærarin veit ikki, hvat gong­ur fyri seg, tí hetta er eitt kodu­mál millum børnini. Tað er so komplekst. Tað er umráð­ andi, at vit tryggja okkum, at tað tú gert hevur góðan virknað, sigur Anna Dalsgaard. – Ístaðin fyri at seta tey í ein stór­an bólk, ber tað til at hava næmingasamrøður, soleiðis at man skapar eitt tryggari sam­ band millum læraran og næm­ ing­in. Tað er so individuelt, hvat kann fyribyrgja happing, alt riggar ikki fyri øll, sigur honn. Hon sigur víðari, at heimani frá er tað umráðandi, at vit sum foreldur hugsa um barnið fyrst, áðrenn vit hugsa um okk­um sjálv. – Tað kann vera, at tú sum for­eldur sjálv/ur hevur verið úti fyri happing, og at tá tú so hoyr­ir at barnið er úti fyri happing aftur, at tú setur tínar kenslur frá tínum upplivingum á trupulleikan hjá barninum. Tað hjálpur ikki barninum í verandi løtu. Tað er umráðandi, at vit leggja kenslur okkara til viks og hugsa um barnið fyrst og fremst. – Tað kemur ofta fyri, at tey sum happa, eins og tann happ­ aði, hava trupulleikar at stríð­ ast við. Tað kemur ofta fyri, at tey, sum happa, vera gloymd. Tað er ofta soleiðis, at børn ynskja at gera onkrum øðrum ilt fyri at pakka nakað annað inn sum tey stríðast við. Tað nýt­ist ikki at verða tilvitað, men tað er ofta tað, sum talan er um, tá vit tosa um tann sum happ­ar, sigur Anna Dalsgaard at enda. RA T GREINA Savnsmynd Tað er so individuelt hvat kann fyribyrgja happing, alt riggar ikki fyri øll