mánadagur 17. desember 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Staðið í Vestmanna fer í
jólafrí fríggjakvødið 21.
desember, og hetta verður við
einum rimmar braki av eini
konsert við VSJ.
Sløkkiliðsmenn heiðraðir
Leygarkvøldið 15. desember vórðu
fimm sløkkiliðsmenn hjá Skálafjarðar
Kommunala Sløkkliliði – SKS - heiðraðir
fyri trúgva tænastu í meira enn 25 ár
Vilmund Jacobsen
Á árliga jóladøgurðanum hjá
sløkkiliðsmonnunum, sum í ár
var í Oyndarfirði, helt formað
urin,
Jóhannus
Danielsen,
borgarstjóri í Nes kommunu,
talu og handaði teimum fimm
heiðurstekin.
Teir, sum fingu heiðurs
tekin, vóru: Sunleiv Højgaard,
Runavík, átaksleiðari (starvast
í SKS í 33 ár), Jan Abrahamsen,
Strendur (32), Hanus Heinesen,
Nes,
liðleiðari
(29),
Niclas
Davidsen, Toftir (29) og Harry
Benjaminsen, Toftir (29).
Tað er Hennara Hátign,
Drotning Margretha II, sum í
1973 stovnaði heiðurmerki fyri
sløkkiliðsmenn.
Eftir innstilling úr Føroyum
var tað stjórin í donsku til
búgvingarnevndini,
Bered
skabsstyrelsen, sum góðkendi,
at hesir fimm nú hava fingið
heiðurstekin fyri trúgva tæn
astu í sløkkiliðnum í 25 ár, og
hetta er fyrstu ferð, at hesi
heiðurstekin eru latin í Før
oyum.
SKS er felags sløkkilið fyri
Sjóvar kommunu, Runavíkar
kommunu og Nes kommunu,
og samstarvið hevur 44 ár á
baki. Sløkkiliðið hevur sera
trúfasta manning.
Fyri stívliga trimum árum
síðan vórðu átta sløkkiliðs
menn hjá Skálafjarðar Komm
unala Sløkkliliði heiðraðir fyri
40 ára trúgva tænastu við
“Dronningens fortejenstemed
alje i sølv”.
Steingja
fyri vatni á
Heiðavegi
Vilmund Jacobsen
Tey, sum ynskja at hava
vatn í ketli ella kaffikannu
úr egnum krana í einum
parti av Saltangará seinna
partin í dag, noyðast at
syrgja fyri hesum fyri
klokkan 16 í dag, 17. des
ember.
Í lýsing siga tey í Runa
víkar kommunu, at vegna
vatnleiðingsarbeiði
á
Heiðavegi í Saltangará í
dag, fara tey at steingja
fyri vatninum, meðan ar
beiðið verður gjørt.
Talan er um Heiðaveg –
frá Grótbrotsgøtu til Høga
bólsveg, og her verður
stongt so leingi, sum ar
beiðið varar.
Í lýsingini verður einki
sagt um, nær væntast kann,
at
vatnleiðingsarbeiðið
verður liðugt.
NÝTT ÁRSRIT: Á triðja sinni gevur
Ráðgevarafelagið út ársrit, sum kallast
Føroysk Ráðgeving, og ritið er 40 síður til
støddar. Ráðgevarafelagið er felagið hjá
ráðgevandi arkitekta-, verkfrøðinga-og
byggifyritøkum í føroysku byggivinnuni.
Pole gevst
á Sjónámi
Hin 1. januar 2019 gevst Pole
Mikkelsen sum lærari á Sjónámi,
har hann hevur starvast í 32 ár
Vilmund Jacobsen
Á heimasíðuni hjá Føroya
Skipara-og Navigatørfelag (FSN)
verður sagt, at Pole Mikkel
sen er útbúgvin skipsførari,
og eftir eina starvsleið sum
eitt nú skipari hjá Vaktar- og
Bjargingartænastuni, byrjaði
hann í starvi sum lærari á
Klaksvíkar Sjómansskúla í
januar í 1987.
- Eftir eina tíð sum lærari,
gjørdist Pole Mikkelsen skúla
stjóri eftir Frans Jacobsen, og
var
hann
skúlastjóri
á
Klaksvíkar Sjómansskúla í 19 ár.
Lagt verður aftrat, at tá
sjómansskúlin, tekniskiskúl
in og trygdarmiðstøðin løgdu
saman, gjørdist Rúni Heine
sen
skúlastjóri
fyri
allar
útbúgvingarnar.
- Tá gjørdist Pole Mikkel
sen aftur lærari, og honum
hevur dámt væl í sínum
starvi øll hesi ár.
Ymiskar broytingar hava
verið hesi 32 árini.
- Pole Mikkelsen heldur, at
tað er stórur munur á næm
ingunum frá tíðini, áðrenn
Rúsan læt upp, tí áðrenn Rús
una hendi tað meiri enn so, at
næmingar
ikki
møttu
til
undirvísing.
Men,
hesin
trupulleikin hevur ikki verið,
eftir at Rúsan læt upp, stað
festir hann.
Sambært heimasíðuni hjá
FSN heldur fráfarandi lærar
in, at nýggja tøknin, so sum
fartelefon, er hent tól at hava
til uppgávur og annað, tí tað
er so skjótt at finna tilfar og
upplýsingar.
- Tó so er fartelefonin
eisini eitt rættiliga órógvandi
element
í
undirvísingini,
leggur Pole Mikkelsen aftrat.
Fv.: Jóhannus Danielsen, Jan Abrahamsen, Hanus Heinesen, Sunleiv Højgaard, Niclas
Davidsen og Harry Benjaminsen. Myndina hevur Hjalmar J. Juul tikið