mánadagur 17. desember 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146
Vága kommuna
hevur latið gera eina
gøtu niðan á Stóraklett,
og nú verður seinasta
hond løgd á arbeiðið,
sum Erhard Dam og
Jógvan Heinesen hava
gjørt.
2418 metrar
eru nú eftir
Nú styttist av álvara við
bori-og spreingiarbeiðnum
í Eysturoyartunlinum
Vilmund Jacobsen
Í morgun visti NCC, sum
byggir Eysturoyartunn
ilin, at siga, at tilsamans
140 metrar vórðu boraðir
og sprongdir í tunlinum í
síðstu viku.
Nú eru sprongdir til
samans 8.832 metrar av
teimum 11.250 metrun
um,
sum
Eysturoyar
tunnilin verður lagdur.
Tað merkir, at nú eru
bert 2418 metrar eftir at
bora og spreingja.
Í seinastu viku vórðu
82 metrar sprongdir á
Hvítanesi.
Frá
rundkoyringini
undir Tangafirði til Hvít
anesar vórðu sprongdir
22 metrar.
Og frá rundkoyringini
móti
Saltnesi
vórðu
sprongdir 36 metrar.
Hetta
merkir,
at
tunnilsarbeiðið
gongur
við rúkandi ferð.
Seinastu
túrar fyri
jólahalgu
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin vóru
fimm ísfiskalínuskip
til fiskiskap. Øll fiska
tosk og hýsu, og skipini
fáa eisini nakað av
longu og brosmu.
- Væntandi koma trý
ísfiskalínuskip inn at
landa í dag, og hini
koma antin týsdagin
ella mikudagin. Restin
av línuskipunum liggja
við bryggju, og tey loysa
neyvan aftur fyri jól.
Tað vita tey á
Fiskamarknaði Føroya.
Lagt verður aftrat, at
frystilínuskipini, sum
eru til fiskiskap, koma
væntandi inn at landa
fyrst í hesi vikuni.
Hesa seinastu vikuna
undan jólum verður
streymurin hampiligur,
men veðrið verður heldur
ivasamt ein part av vikuni.
Veðurútlitini og tað, at
jólini nú eru so nær, ger,
at tað helst ikki verða
nógvir útróðrardagar
aftrat til jólar.
Fríggjadagin vóru eisini
seks partrolarapør
til fiskiskap, og tey
koma øll inn at landa
fyrst í hesi vikuni.
- Fiskiskapurin hjá
partrolarunum er
framvegis einki serligur.
Umframt partrolarar,
vóru eisini tveir
djúpvatnstrolarar til
fiskiskap fríggjadagin,
og teir koma væntandi
inn at landa mikudagin.
- Eisini djúpvatnstrol
ararnir hava smáligan
fiskiskap í løtuni.
Fríggjadagin lógu allir
teir smáu trolbátarnir
fyri veður.
- Eitt garnaskip hevur
lagt til jóla, men hini
trý skipini, sum eru til
fiskiskap, koma væntandi
inn at landa hósdagin,
siga tey á Fiskamarknaði
Føroya í sínum metingum
fyri tilfeingið í vikuni
undan jólum.
LANDSFUNDUR:
Hósdagin 20.
desember fer Føroya
Fiskimannafelag at
halda landsfund í
Kaffihúsinum Undir
Bryggjubakka.
Lagt verður fyri við
morgunmati klokkan
9.30, og fundurin
byrjar klokkan 10.
Sjúrður teknaði
nýggja búmerkið
Tað var Krea, sum vann búmerkjakappingina
hjá Sjóvar kommunu, og tað er Sjúrður
Højgaard, sum hevur teknað
Vilmund Jacobsen
Leygardagin 15. desemb
er varð nýggja búmerkið
hjá Sjóvar kommunu av
dúkað við eina hátíðar
løtu í Bygdahúsinum á
Strondum.
Tað var í summar, at
kommunan skrivaði út
búmerkjakapping,
og
freistin at lata inn upp
skot var hin 1. september.
Tá freistin var úti, vóru
heili 59 uppskot komin.
Tað var Krea, sum átti
vinnarauppskotið, og tað
er Sjúrður Højgaard, sum
hevur teknað.
Hátíðarløtan í Bygdar
húsinum byrjaði við, at
Artur Johansen, borgar
stjóri í Sjóvar kommunu,
bjóðaði vælkomin. Síðan
sang Hanus G. Johansen
nakrar
sangir,
áðrenn
Pole J. Hansen, varaborg
arstjóri og formaður í
trivnaðarnevndini,
helt
eina røðu.
Køka við búmerki
Í røðu síni greiddi Pole J.
Hansen frá tilgongdini at
velja nýtt búmerki, og
eftir røðuna hjá vara
borgarstjóranum var løt
an komin til at avdúka
búmerkið.
Tað vóru eisini Pole J.
Hansen, sum saman við
hinum í trivnaðarnevnd
ini, Jákupi Berthelsen og
Anfinni Gærdum, sum
stóðu fyri sjálvari avdúk
ingini.
Tað næsta, sum hendi,
var, at varaborgarstjórin
handaði vinnaranum av
búmerkjakappingini
–
Krea – ein kekk á 20.000
krónur, og tað var mað
urin, ið hevði teknað
nýggja búmerkið, Sjúrður
Højgaard, sum tók ímóti.
Eftir at búmerkið var
avdúkað, bjóðaði Sjóvar
kommuna til kaffi, og
her vóru eitt nú tríggjar
flottar køkur við nýggja
búmerkinum settar inn á
borðið.
Meðan fólk fingu sær
etandi og leskandi og
høvdu høvi at hyggja at
nýggja búmerkinum, sang
Hanus G. Johansen aftur
nakrar sangir.
Bispur hugleiddi
Við
løtuna
hugleiddi
Jógvan Fríðrikson, bisp
ur, um evnið – samleiki –
og sum altíð dugdi bispur
sera væl at umrøða hetta
evnið við støði í teimum
avbjóðingum, sum Sjóvar
kommuna
hevur
fyri
framman.
Um heimasíðuna hjá
Sjóvar kommunu – www.
sjovarkommuna.fo – síggj
ast myndir frá tiltakin
um, og her kann eisini
røðan hjá Pola J. Hansen
lesast.
Seinast í røðu vara
borgarstjórans kann les
ast um grundgevingarn
ar fyri júst at velja hetta
búmerkið, ið nú verður
karmur um samleikan
hjá Sjóvar kommunu.
Bergur Poulsen, nevndarformaður og
Teitur Samuelsen, tunnilsstjóri
Her er tað Pole J. Hansen, varaborgarstjóri í Sjóvar kommunu, sum
handar Sjúrði Højgaard kekkin á 20.000 krónur. Sjúrður arbeiðir
hjá Krea, og tað var hann, sum teknaði nýggja búmerkið
Mynd: Sjóvar kommuna