Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Stór gjógv millum samgongu og andstøðu um fíggjarlógina Andstøðan finst hvassliga at arbeiðslagnum og hevur ikki nakað alternativt uppskot til fíggjarlóg Árni Gregersen Tað er onki óvanligt, at sam­ gonga og andstøða eru ósamd um postar á fíggjarlógini. Meðan samgongan hevur hug at raðfesta ávís øki, so er tað vanligt, at andstøðan velir at raðfesta okkurt annað. Vanligt er tá, at sum oftast vinnur samgongan, tá ið enda­ lig atkvøðugreiðsla er. Men tað er eisini vanligt, at partarnir kunnu semjast um ávísar postar á fíggjarlógini. Hetta hendir ofta við sam­ráð­ ingum, soleiðis, at fái eg hetta so fær tú hattar. Og so kunnu øll enddaliga taka undir við fíggjarlógini. Í ár, nú seinasta fíggjarlógin skal samtykkjast undan løg­ tings­valinum, tykiskt ongin slík semja vera gjørd millum sam­gongu og andstøðu. Hin­ vegin hevur samgongan held­ ur samráðst við leysa­gang­ar­ ar­nar í tinginum, Sonju Jógv­ansdóttir og Magni Laksá­ foss, og tann vegin tryggjað sær meirluta fyri fíggjarlógvar upp­skotinum. Hvassorðaðar viðmerkingar Í álitinum til fíggjarlógina er andstøðan ógvuliga hvass­ orðað mótvegis samgonguni og arbeiðslagnum í fíggjar­ nevnd­ini. -Ikki bert ítøkiligu tølini í fíggjarlógini eru ivasom. Sum heild er allur politikkur samgongunnar ruðuleikakendur. Í heilum verða mál løgd fyri Løgtingið í skundi, har víkjast skal frá øllum tíðarfreistum. Í heilum brýtur samgongan vanligar reglur í fyrisit­ingar­ lóg­ini. Hoyringar og manna­gongd­ ir, sum skulu tryggja, at mál fáa neyðugu viðgerðartíðina, verða settar til viks. -Minnilutin hevur ikki verið við í viðgerðini av fíggjarlógar­ uppskotinum, og hevur tí ikki eitt álit, sum ítøkiligt viðger tær einstøku greinarnar í fíggj­arlógini, men sum meira lýsir arbeiðslagið í Fíggjar­ nevnd­ini, serliga í sambandi við viðgerðina av fíggjar­lógar­ upp­skotinum. Síðani hendan sam­gongan tók við landsins leiðslu, hevur ein nýggj óskrivað og ósamtykt stýris­ skip­an tikið seg upp, skrivar minni­lutin í fíggjarnevndini í álitinum. Raðfestinganar Í álitinum til uppskotið um fíggjarlógina fyri komandi ár, sigur meirlutin, at samgongan hevur raðfest ávís økir. Millum annað: pedagoghjálparaútbúgving • nýggj útbúgving innan journalistikk • styrkt háskúlatilboð • Fróðskaparsetrið fær munandi hægri játtan • stovnsmeting gerast av øllum týðandi fiskasløgum - ein fiskifrøðingur í starv aftrat • játtanin til bjargingarfeløgini hækkar • arbeitt verður framhaldandi við at fáa betri bústaðarkarmar til fólk við serligum tørvi • eykabátur hjá Strandferðsluni • aliumsitingin verður raðfest • játtanin til Heilsufrøðiligu starvsstovuna hækkar • tónleiksútflutningsstova verður sett á stovn Samgongan leggur stóran dent á at bøta um bústaðar­møgu­ leikarnar, verður eisinsi sagt Í sambandi við, at hvala­ støð­in við Áir skal gerast til eitt savn, er neyðugt at flyta brand­skúlan við Áir. Avgjørt er, at skúlin verður fluttur til Klaksvíkar. Medirlutin skrivar í álitin­ um, at taka vit úrslitið í fíggj­ ar­lógini fyri 2019 við, hava vit sam­anlagt havt avlop á knappa 1,3 mia. kr. Nettoskuld landskassans er minkað samsvarandi, og ætl­ an­in er at gjalda niður skuld upp á ein milljard krónur næsta summar. Við væntaða úrslitinum fyri 2019 fer Búskapargrunnurin at hava eitt fæ á knappa hálva mia. kr; peningur, sum skal brynja okkum til fíggjarliga verri tíðir. Meirlutin vísir eisini á tað, sum hendan samgongan hev­ ur avrikað. Millum annað nevn­ir meirlutin, at altav­ger­ andi fyri, at tað framhaldandi skal vera liviligt í Føroyum er, at unga ættarliðið eisini trívist og ynskir at seta búgv her. Millum annað fleiri útbúgv­ ingar møguleikar, kapping­ar­ før­ur lestrarstuðul og lestr­ar­ íbúðir gera tað meira lokkandi fyri unga ættarliðið at búgva í Føroyum. Fíggjarlógin skal samtykkj­ ast í seinasta lagi 31.desember, tí hon er grundarlag fyri øllum almennum virksemi í land­ inum næsta ár. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, legði fíggjarlógaruppskotið fyri tingið. Kristin Michelsdn, tingmaður, fekk hækka játtanina til Hvalbiartunnilin fyri í ár. Brandskúlin við Áir skal flytast til Klaksvíkar. Ein journalistútbúgving verður settá stovn.