Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Boksarar úr Føroyum havca luttikið í danskari kapping um vikuskiftið. Útisetar í hondbólti gjørdu um seg í Íslandi, og so er nýggjur styrkilisti kunngjørdur í talvi Pætur Albinus BOKSING Føroyskir boksarar úr boksi­ felagnum Tórshavn Boks­ing hava um vikuskiftið luttikið á stevnu í Nykøbing á Sælandi, Dan­mark. Føroyingarnir boks­ aðu sokallaðar diplom-dystir, har teir fáa stig eftir hvussu væl teir standa seg tekniskt. Her eru stigini, ið føroysku boks­ar­arnir fingu: Benjamin Baad­sager (27 stig), Andreas Dam Poulsen (29 stig), Martin Jo­han­sen (23 stig), Teitur Jákups­son (28 stig), Levi Høgna­son Hammer (29 stig), Jona­than Malaikev (31 stig), Trónd­ur Djurhuus Kjærbæk (31 stig) og Bjartur Nielsen (28 stig). Mart­in boksaði ein dyst afturat í gjár, har hann fekk 27 stig. - Felagið frá teimum grøn oyggju­num hevur sanniliga víst, at tað er komið fyri at vera. Vit vænta at hava umleið 10 dystarklárar boksarar í vár. Vit hava fingið sera góðan stuðul frá nógvum feløgum í Danmark, og fleiri teirra hava spurt um at sleppa á stevnu í Føroyum. Tað ætla vit at arbeiða við, sigur Martin Meng, venjari í Tórshavn Boksing. FÓTBÓLTUR Hallur Hansson var vøllinum allan dystin, tá ið AC Horsens í gjár tapti 3-1 á heimavølli fyri grannunum og donsku meistarunum, FC Midtjylland. Tað stóð á jøvnum 1-1 í hálv­ leiks­steðginum, við málum í fyrsta og síðsta minuttinum í seinna hálvleiki fingu favoritt­ arnir sigurin við sær heimaftur. AC Horsens heldur jól sum nummar átta í Superliguni, einans eitt stig aftanfyri 5. og 6. pláss, ið geva luttøku til enda­ spælið. Eisini Viljormur Davidsen fekk fulla spælitíð, tá ið Vejle leygardagin var á vitjan hjá Randers. Heimaliðið vann dystin 2-0. Vejle er á aft­ asta plássi og skal – um teir ikki hava eitt ótrúligt vár næsta ár – spæla við í niður­ flytingarspælinum í Super­ liguni. HONDBÓLTUR Áki Egilsnes og Allan Norðberg stóðu fyri útvið helvtini av málunum hjá KA, sum í gjár var á vitjan hjá einum av topp­lið­ unum í bestu íslendsku deild­ini, Haukar. Haukar vann dystin 33-28 eftir at hava verið á odda 18-16 í hálvleikssteðginum. Áki Egilsnes skeyt átta mál, meðan Allan Norðberg skeyt fimm. Áki er nú samlaður toppskjútti hjá KA í ár við 79 dystum. Tað er eitt meira enn Tarik Kasu­ movic. KA er nummar átta av 12 liðum í íslendsku Ólísdeildini, sum besta deildin í Íslandi eitur. Síðsta umfar hesumegin jól varð spælt í næstbestu donsku deildini hetta vikuskiftið. Frederikshavn FI við Eiriki Jákups­syni Simonsen á lið­num tapti á heimavølli fyri odda­lið­ num, TM Tønder, sum hevur Niklas Simonsen í málinum. Eftir 14-14 í hálvleikssteðginum avgjørdi TM Tønder í seinna hálv­leiki og vann dystin 28- 23. TM Tønder er oddalið við sama stigatali sum Fredericia, men hevur tó betri málúrtøku. Frederikshavn FI er nummra níggju út av teimum 14 lið­ unum. Fyri fyrstu ferð í søguni er Frakland evropameistari í kvinnuhondbólti. Tað eru tær eftir at tær í EM-finalu­ ni heima í París í gjár vun­nu 24-21 á Russlandi. Í hálv­leiks­ steðginum vóru tær á odda við einum, 13-12. Franska stjørnan, Alli­son Pineau, fekk reytt kort tíðliga í øðrum hálvleiki, tá ið hon í einum brotskasti rakti málverjan í andlitið, men fronsku liðfelagar hennara megn­aðu at halda tætt og stýra seg till fyrstu EM-gull­heiðurs­ mkerið. Holland vann bronsu eftir 24-20-sigur á Rumenia í bronsu­finaluni. Á finaludegnum í EM-enda­ spæli­num varð sokallaða All Star-liðið avdúkað. Liðið sær so­leiðis út: Málverji: Amadine Leynaud (Frakland). Vinstri vong­ur: Majda Mehmedovic (Monte­negro). Vinstri bakkur: Noemi Hafra (Ungarn). Miðja: Stine Oftedal (Noreg). Høgri bakkur: Alicia Stolle (Týskland). Høgri vongur: Carmen Martin (Spania). Strika: Crina Pintea (Rumenia). Verjuspælari: Kelly Dulfer (Holland). TALV Altjóða talvsamgongan FIDE hevur kunngjørt styrkilistan fyri desember 2018. Vanliga verður styrkilistin dagførdur tvær ferðir um árið. Tað mest áhugaverda fyri okkum føroyingar er, at Helgi Dam Ziska stendur nú sum nummar 75 í heiminum í kviktalvi. Í kviktalvi hevur telvari vanliga hálvan tíma ella 25 minuttir til talvið. Einasti norðurlendingur, sum er ovari enn føroyski stórmeistarin á hesum yvirliti, er norski heimsmeistarin, Magnus Carlsen. Hann er fremstur á øllum trimum styrkilistum; í vanligari telving (standard chess), í kviktalvi (rapid chess) og í snartalvi (blitz). Á føroyska topp 10-listanum í vanligari telving eru nakrar flytingar farnar fram hetta seinasta hálva árið. John Rødgaard er dragnaður eitt sindur eftir minni góða úrslitið í OL í heyst, og Martin Poulsen, sum var føroyskur toppskjútti í OL, gongur fram. Rógvi Egilstoft Nielsen er eisini framfarin eftir góða úrslitið í Runavík Open, har hann tryggjaði sær annan IM- normin. Føroyskur topp 10 - desember 2018: 1. GM Helgi Dam Ziska (HT) 2544 stig. 2. FM Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2400 stig. 3. FM Rógvi Egilstoft Nielsen (ST) 2339 stig. 4. IM John Arni Nilssen (KTF) 2318 stig. 5. IM John Rødgaard (VT) 2282 stig. 6. FM Martin Poulsen (HT) 2261 stig. 7. FM Olaf Berg (HT) 2229 stig. 8. FM Carl Eli N. Samuelsen (HT) 2209 stig. 9. Sjúrður Thorsteinsson (HT) 2209 stig. 10. Bogi Ziska (TT) 2204 stig. Føroyingar boksaðu í Danmark Føroyskir boksarar í Danmark