mánadagur 17. desember 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Var hugt eftir stigatalvuni áðr
enn hetta tíggjunda umfarið í
kvinnudeildini, var lítil ivi um
at størsti týdningurin var í
Vestmanna, har VÍF tók ímóti
Neistanum.
Heimaliðið
var
oddalið,
men skuldi tað eydnast neista
kvinnum at koppa VÍF, so
minkaði munurin millum liðini
niður í eitt stig. Hartil var VÍF
í vanda fyri at missa fremsta
plássið til H71, eins og Neistin
kundi yvirhálast av Kyndli við
einum tapi. Meira um dystirnar
hjá hesum feløgunum seinni á
síðuni.
Dystur millum høgru
bakkarnar
Neistin byrjaði eisini dystin
best. Serliga var Sofie Søberg
eyðsýnd
í
neistaálopinum
fyrstu løtuna. Hon skeyt hørð
og neyv skot í málhornini, og
tíðliga í dystinum skeyt hon
sítt fjórða mál.
Sofie Søberg tykist nú at
hava spælt seg heita, eftir hon
kom til Føroya og Neistan fyrr í
kappingarárinum úr Danmark,
og væntað var at dysturin mill
um høgru bakkarnar, Sofie
Søberg
hjá
Neistanum
og
Duritu C. Jojic hjá VÍF fór at
fáa avgerandi týdning í Vest
manna sunnudagin – ikki
minst orsakað av teirra leikluti
í hvør sínari miðverju. Meðan
neistabakkurin legði hart út,
tók tað eitt sindur longri hjá
føroyska
landsliðsbakkinum
hjá VÍF.
VÍF fær um endan
Hetta førdi til at Neistin var á
odda við tveimum málum eftir
fyrsta korterið. Men so vaknaði
VÍF. Heimaliðið skeyt fimm
mál upp í slag, og tá ið farið var
til hálvleiks var støðan 14-10 til
oddaliðið í SMS-kappingini.
Hetta komst serliga av at
Vestmannaverjan fekk tamar
hald á Neistanum, eftir at
tær valdu at mansverja Sofie
Søberg. Neistin hevði stórar
trupulleikar av at loysa henda
trupulleika, og tá ið VÍF helt
fram við hesum í seinna hálv
leiki, so var trupult hjá Neista
num at koma inn aftur í dystin.
Um miðan seinna hálvleik
stríddu neistakvinnur kortini
munin niður í eitt mál, og so var
spenningur aftur í dystinum.
Føroyameistarnarir
seta trumf á
Í løtum bøtti um hjá Neistanum
at spæla við sjey áleyparum,
men tekniskar villur í álopinum
góvu møguleikar til VÍF, og
Føroyameistarnir
revsaðu
eirindaleyst við trimum bólt
um í tóma neistamálið. Tá
ið málið so ikki var tómt, so
spældu vestmannakvinnur við
stórspælandi Agnas Olsen seg
skjótt og væl gjøgnum neista
verjuna. Tí var dysturin mest
sum avgjørdur nakað fyri leik
lok. Neistin orkaði ikki at gera
eina seinastu rembing, og í
staðin kundi VÍF geva heima
áskoðarunum
nøkur
vøkur
mál, so at munurin endaði á
átta málum, 32-24.
Kyndil tók av
Úrslitið í Vestmanna hevði
við sær at Kyndil kundi taka
triðfremsta plássið frá Neista
num, um tað skuldi eydnast at
fáa tvey stig frá StÍF á Skála.
StÍF hevði framvegis bert
fingið eitt stig hetta kapp
ingarárið, so tað var mest sum
væntað at Kyndil fór at fáa ein
sigur.
Serliga tá ið hugsað verður
um at Kyndilsliðið tykist betri
og betri fyri til hvønn dyst í
mun til sløku byrjanina.
Meðan kyndilskvinnur eru
styrktar í seinastuni, so sær
truplari út hjá strandakvinn
um, ið sakna Emmu Lerche, ið
var stóri spælarin hjá teimum
teir fyrstu dystirnar, men ikki
hevur spælt í seinastu dystir
nar.
Tað kom heldur ongantíð
spenningur í dystin á Skála.
Kyndil fekk hol á tíðliga í
dystinum, og eftir hálvleiks
støðuna 8-15, vunnu tær grønu
ein greiðan 23-31 sigur á botn
liðnum, og tóku triða plássið í
kappingini.
Skelkur í Klaksvík
Næstfremsta plássið átti H71,
ið hevur fingið stórt rós her í
blaðnum fyri sítt kappingarár
higartil. Tapið hjá Neistanum í
Vestmanna gjørdi, at H71 kundi
leggja størri sjógv millum seg
og triða plássið við einum
sigri á Stjørnuni í Vestmanna.
Úrslitini hjá liðunum báðum
skaptu lítlan iva um at H71
mundi fara at megna hetta.
Men Stjørnan byrjaði væl.
Heilt væl. Burtur úr ongum
skutu klaksvíkskvinnur fimm
mál upp á fýra minuttir, meðan
hoyvíkskvinnur onki fingu,
og brádliga var støðan 7-2 til
Stjørnuna.
Hetta bar boð um at Stjørnan
ætlaði at geva H71 skarpan
gang, men nú vendi dysturin
fullkomliga. H71 svaraðu væl
aftur, og tað eydnaðist favoritt
unum at leggja seg á odda 7-8.
H71 helt leiðsluna til hálv
leiks við støðuni 12-14, men
tað eydnaðist ikki at sleppa av
við væl spælandi Stjørnuliðið.
Munurin var lítil og eingin
allan
seinna
hálvleik,
men
móti
d y s t a r e n d a
eydnaðist
tað
Stjørnuni at leggja seg
tvey mál fram um. Við støðuni
24-23 tá ið einir tveir minuttir
vóru eftir at leika, kundi alt
henda, og tað sum hendi var
til fyrimuns fyri Stjørnuna.
Undirtippaða Stjørnan skeyt
trý mál móti ongum seinastu
løtuna, og tá ið seinasta bríkslið
ljóðaði, hevði Stjørnan vunni
ein flottan og sera óvæntaðan
27-23 sigur á H71.
Finalustríðið er opið
Hetta úrslitið kom dátt við hjá
H71, tí nú er frástøðan bert eitt
og tvey stig niður til ávikavist
Kyndil og Neistan.
H71 og Kyndil hittast hós
dagin í seinasta dystinum fyri
jól, og tað er ikki óhugsandi
at Kyndil kann leggja seg á
annað finaluplássið longu tá.
Hendan støðan var óhugsandi
fyri fáum vikum síðani, tá ið
alt bendi á at H71 og VÍF vóru
á einum støði omanfyri hini
liðini, men nú er sanniliga
komin spenningur í kvinnu
kappingina, og tað verður
áhugavert hvussu unga H71-
liðið fer at handfara spentu
støðuna.
Okkaradeildin:
VÍF fekk
týdningarmikil stig
Meðan kvinnukappingin er
sera spennandi við fýra tøttum
liðum í oddastríðnum, so tekur
kappingarskipanin nakað av
spenningi úr manskappingini.
Her eru eisini fýra lið, ið tykj
ast at vera tøtt í bæði spæli og
stigum, men nýggi kappingar
leisturin gevur øllum fýra
liðum møguleikan at spæla
endaspælið í vár, so tað snýr
seg einamest um at halda seg
millum hesi fýra fremstu.
Undan hesum umfarinum
lá KÍF á fimta plássi, men liðið
hevði frívikuskifti sunnudagin.
Sunnudagin kom kvinnudeildin í helvt, og tann spenningurin
sum fólk saknaðu tíðliga í kappingini er sanniliga komin
aftur. Fýra lið liggja nú stavn um stavn um tey tvey
finaluplássini í kvinnudeildini, meðan mansdeildin tykist
at hava funnið tey fýra, ið skulu í hálvfinalurnar
HONDBÓLTUR
KVINNUDEILDIN
GERST ALSAMT
MEIRA SPENNANDI