Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tí vóru fleiri KÍF- leikarar at síggja millum áskoðararnar í Vest­manna, har VÍF tók móti Neistanum. VÍF lá undan dystinum á fjórða plássi, og ein ósigur fyri Neistanum hevði givið KÍF stórar møguleikar at minka um mun­in upp til vestmenningar. Vónin hjá teimum gjørdist ikki minni av at VÍF var nakað skert undan hesum dystinum. Málverjin, Mladen Mjerimacka, situr uttanfyri við skaða, eins og vanligi høgri bakkurin Bjarti Han­sen ger. Neistamenn vóru tó heldur ikki fullmannaðir, við tað at ársins leikari undanfarna kapp­ingar­ár, Rasmus Søby, skuldi sita fyrsta av teimum báð­um dystunum, ið hann hevur leikbann í. Hjá Neistanum var loysn­in at lata ungar bakkar sum Jón­ svein Dulavík, Trónd Mikkel­ sen og Dánjal Ragnars­son lyfta ábyrgdina hjá Rasmusi í felag. Dia tók av Í VÍF hevur felagið heitt á Eli Müller at trakka til eftir Mladen Mjerimacka, men eins og seinasta dyst, so fekk vanligi eyka­málverjin, Dia á Lava, møgu­ leikan frá byrjan – Og hetta vísti seg at vera eitt gott hug­skot. Tí tíðliga í dystinum fekk Dia á Lava sínar fyrstu bjarginar, og gjørdi sítt til at tað gingu einir átta minuttir áðrenn Neistin fekk sítt fyrsta mál við ein­um flottum skoti frá Dánjali Ragnarssyni, ið javnaði til 1-1. Løtuna eftir fingu vest­ menn­ingar hol á neistaverjuna, og tá ið verjan í samstarvið við Dia á Lava helt fram at standa stinn, so kom eitt hol upp á trý mál niður til Neistan. Høllin í Vestmanna kókaði allan fyrra hálvleik, og tað var fyri at fagna nýggja mál­ verjanum, ið framdi eina stór­ bjarg­ing fyri og eina eftir. Hetta førdi til at VÍF kundi fara til hálvleiks á odda 11-6. Neistamenn um at koma aftur Í seinna hálvleiki royndi Neist­ in at svara aftur, men tað eydn­ aðist ov sjáldan at minka um munin. Tá ið Neistin eina­ferð minkaði niður í tvey mál birtist ein vón, men aftur fóru vest­ menningar undan. Tá ið fýra minuttir vóru eftir at leika var munurin fýra mál, og dysturin tóktist avgjørdur. Men Neistin royndi eina seinastu rembing, og fóru høgt upp á vøllin at verja. Hetta ør­ kymlaði vestmenningar, og eftir trý skjót mál, var møgu­ leikin brádliga til staðar fyri einum stigi. Neistin vann bólt­in við fáum sekundum eftir, og tveitti ein langan bólt fram móti vinstravongi. Men váða­mikli bólturin endaði í hondunum á Jóhannussi Haldan­sen hjá VÍF, og so endaði dyst­urin við 23-22 til VÍF, ið takkaði einum stórum avriki frá Dia á Lava fyri sigurin. Topp-fýra rennur undan Úrslitið hevði við sær at stríðið millum fýra fremstu liðini aftur kundi gerast tættari, um Kyndil og H71 greiddu sínar skyldur á Skála og í Klaksvík, og tað gjørdu tey. Team Klaksvík hevur í ár ikki megnað at byggja á væl eydnaða kappingarárið frá í fjør, og aftur sunnudagin gjørd­ ist tað til greitt 20-35 tap móti H71, ið samstundis legði seg á odda í Okkarakappingini, eftir at Føroyameistararnir annars fingu eina trilvandi byrjan á kapp­ingarárið. Á Skála heldur StÍF fram at hótta øll lið, men hendan sunnu­dagin var einki at gera við Kyndil, ið tók eina greiða leiðslu móti endanum av fyrra hálv­leiki. Hesum megnaði strand­ing­ar ikki at svara aftur, so endin var at Kyndil vann 26- 33, og gjørdi sítt til at KÍF og StÍF nú mugu hyggja nakað langt eftir fjórða plássinum. sjurdur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR StÍF – Kyndil 26- 33 (15-18) StÍF: Pætur Ó. Barclay 5, Jóannes A. Prestá 5, Rani A. Højgaard 5, Pætur Johansen 3, Ivan Mrdalo 2, Djóni J. Petersen 2, Dávid Danielsen 2, Marius Joensen 2 Kyndil: David Edvardsen 10, Rógvi Dal Christiansen 7, Ólavur av Fløtum Mittún 4, Hjalti Mohr Jacobsen 4, John í Innistovu 2, Tróndur Wardum 2, Magnus K. Durhuus 1, Jákup Jørgensen 1, Jóni G. Viderø 1, Bartal K. Olsen 1 Okkaradeildin: VÍF-Neistin 32-24 (14-10)  VÍF: Agnas Olsen 8, Liljan Djurhuus 8, Daniella Joensen 5, Durita C Jojic 4, Lív Ingorsdóttir 4, Heidi Maria Akselsen 2, Brynja Rógvadóttir 1 Neistin: Sofie Søbjerg 5, Ingun Kristina Persson 5, Stina Madsen 5, Rakul Magnussen 4, Marjun Danberg 2, Drós Ragnarsdóttir 2, Fríða á Dunga 1 StÍF-Kyndil 23-31 (8-15) StÍF: Rebekka Zachariassen 5, Paula Dulavík Berg 4, Erla J. Petersen 4, Karina Berg Høgnesen 3, Súsanna á Fríðriksmørk 2, Bjarka Djurhuus 2, Konny Ingibjørg Kass 2, Sunfríð Berg Johansen 1 Kyndil: Marianna G. Eystberg 9, Bjørt Krossteig 5, Bára K. Hansen 4, Súna K. Hansen 4, Ásleyg Súnadóttir 3, Beinta Lindberg Hansen 3, Sólja B. Poulsen 1, Guðrun R. Olsen 1, Karin Midjord 1 Stjørnan-H71 27- 23 (12-14) Stjørnan: Mina Sirdal 10, Judith Dam Jacobsen 6, Sonja Sirdal 5, Kristina Poulsen 3, Monika P. Jacobsen 2, Tóra Eliasen 1 H71: Maria H. Weyhe 7, Tórhalla Thorsteinsdóttir 4, Marita Mortensen 3, Durita Toftum Joensen 3, Katrin G. Højsted 3, Eva Barba Arge 2, Elisabeth H. Simonsen 1, Anna á Steig 1 SMS-deildin: Okkaradeildin støðan LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 H71 12 306 270 36 17 2 Neistin 12 304 272 32 16 3 Kyndil 12 307 262 45 15 4 VÍF 12 325 304 21 15 5 KÍF 12 295 293 2 11 6 StÍF 12 275 323 -48 8 7 Team Klaksvík 12 274 362 -88 2 SMS-deildin støðan LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 VÍF 10 284 221 63 16 2 H71 10 263 242 21 13 3 Kyndil 10 233 239 -6 12 4 Neistin 10 231 222 9 11 5 Stjørnan 10 224 244 -20 7 6 StÍF 10 192 259 -67 1