mánadagur 17. desember 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Jóannes Hansen
Andras Gango er kent navn í
føroyskum fótbólti. Tað er ikki
so undarligt. Frá tí at hon kom
til Fuglafirðar á sumri í 2006
og fram til kappingarlok í 2017
var hann drúgvasti fótbólts
spælarin av øllum í bestu før
oysku deildini. Undantakið er
2007, tá ið ÍF var í næstbestu
deildini.
Í 2018 spældi Gango bara
seks dystir á næstbesta liðnum
hjá NSÍ. Eftir summarsteðgin
var hann málmansvenjari á
Skála.
-Eg gavst á hægsta støði í
2017. Ætlanin var, at eg skuldi
hava onkran leiklut í NSÍ í
2018. Tað var av ongum, tí
heilt tíðliga á árinum varð eg
so mikið illa skaddur, at tað
bar ikki til at spæla. Áhugin
at vera venjari hevur verið
og er stórur. Eg havi í tíggju
ár verið málmansvenjari hjá
U-21 landsliðnum, og nú eri eg
í holtur við at útbúgva meg til
málmansvenjara.
Hvør bjóðar ta útbúgving
ina?
-Enn ber tað ikki til at taka
hesa útbúgvingina í Føroyum.
DBU hevur havt hana síðani
2014.
Hetta
er
útbúgving
á sama støði sum vanliga
venjaraútbúgvingin – C, B,
A og so víðari. Munurin er,
at meðan tað ber til at taka
vanliga
venjaraútbúgving
í
Føroyum, so er neyðugt at
fara til Danmarkar fyri at
taka hesa útbúgvingina, sum
er kravd hjá teimum, ið eru
málmansvenjarar hjá feløg
unum í superliguni. Talan er
um praktiska og ástøðiliga út
búgving. Eg eri akkurát kom
in heim aftur, eftir at hava
verið til eitt av skeiðunum
í Danmark, greiðir Andras
Gango frá.
Millum 25 og 30 danir hava
lokið prógv sum málmans
venjarar. Andras Gango er
fyrsti og einasti føroyingurin,
sum er í holtur við hesa út
búgvingina.
Hetta gongur fyri seg á
donskum. Er tað eingin trupul
leiki?
-Eg búði eitt heilt stutt skifti
í Danmark, áðrenn eg kom til
Føroya. Kanska máloyrað er á
einari leið, tí eg kenni tað ikki at
vera forðing, at undirvísingin
er á donskum.
Umvegis Aarhus
og til Føroya
Í tíggju ára skeiðinum frá 2008
og fram til 2017 var tað eingin
spælari í bestu føroysku deild
ini, sum spældi so nógvar ferðir
í landskappingini sum Andras
Gango.
Hann spældi allar dystirnar
á tamb uttan tann í 20. umfari
í 2008.
-Eg hevði leikbann, tá ið ÍF
spældi grannauppgerð ímóti
Víkingi. Vit spældu á Sandi
og taptu 2-1. Vit vóru á odda,
tá ið dómarin vísti mær reyða
kortið, tí hann metti, at eg
hevði
nýtt
neyðbremsuna
uttanfyri brotsteigin, greiðir
Andras Gango frá.
Hann er ættaður úr Ungarn
og er føddur 2. mars 1984 og
er 34 ára gamal. Í sætta flokki
í fólkaskúlanum hoyrdi hann
fyrstu ferð um Føroyar:
-Uppgávan var at finna
høvuðsstaðirnar í øllum lond
unum í Europa. Tá legði eg til
merkis Føroyar. Hetta evarska
lítla landið og høvuðsstaðin
Tórshavn hevði eg ongantíð
hoyrt um áður.
Andras Gango tosar føroyskt
raðið, tá ið hann greiðir frá,
hvussu tað bar til, at hann
endaði í Føroyum.
-Eg var sáttmálabundin at
felag, sum spældi í bestu deild
ini í heimlandinum. Har vardi
eg málið á næstbesta liðnum,
inntil eg varð útleigaður til
felag í næstbestu deildini. Mær
longdist at uppliva okkurt
nýtt. Onkur av vinfólkunum
spældu hondbólt í Danmark.
Frá teimum frætti eg um
ein ítróttarskúla í Aarhus.
Tað
ljóðaði
spennandi,
og
so kubbaði eg fótbóltin í
heimlandinum av. Tá ið eg nú
hyggi aftureftir, so var hetta
eitt stig á leiðini til Føroyar.
Hvussu tá?
-Á ítrótttarskúlanum var
Hanus Eliasen, sum longu tá
hevði spælt við ÍF, og sum
síðani hevur spælt við barn
dómsfelagnum.
Hann
fór
heim til Fuglafirðar, tá ið
teir í Føroyum fóru undir
fyrireikingarnar
til
2006
kappingarárið. Í apríl skrivaði
hann til mín og spurdi, um
eg hevði áhuga at spæla
fótbólt í Føroyum.
Avrátt var, at eg
skuldi hyggja
eftir
um
s t ø ð u n
um.
-Tað
sá
s p e n n a n d i
út og harvið
endaði eg í
Føroyum. Tað
var ikki í mínum
tonkum, tá ið eg
fór úr Ungarn og
til Danmarkar og
Aarhus. Tí var tað ikki
sørt av tilvild, at eg
kom higar.
-Mær varð lovað
h á lv t í ð a r s ta r v
og dagin eftir,
at eg var
Ungverski málverjin, ið kennir seg
sum føroying, var drúgvari enn
nakar annar spælari tey mongu
árini, sum hann var málmaður
í bestu føroysku deildini
GANGO ENDAÐI AV
ÓVART Í FØROYUM