Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR komin til Føroya, spældi eg fyrsta dystin. Tað var 28. mai 2006 við 2. deildarliðnum hjá ÍF á Svangaskarði ímóti teimum næst­bestu hjá B68. Vit vunnu 3-1. Eina stóra viku seinni var eg á besta liðnum, og tað var inn­gangurin til karrieruna, sum endaði á Skála í oktober 2017. Tað vil siga,at eg spældi í Føroyum í tólv ár, greiðir Andras Gango frá. Málið og arbeiðið vóru avgerandi Ætlanin var, at Andras Gang skuldi vera í Føroyum fram til kappingarenda 2006. ÍF end­ aði aftast, men hóast tað fóru 63 mál ígjøgnum hjá fugl­firð­ ingum hetta árið, so vildu teir hava ungverska málverjan at halda fram í felagnum. -Mær dámdi bein­an­ vegin væl í Fuglafirði. Eg búði hjá Trinu og Jákup Petur. Tey áttu fýra vaksnar døtur, og so varð tað skemtað við, at nú var son­urin komin. Har hevði eg tað ógvuliga gott. Nú havi eg verið her í tólv ár og føroyska daman og eg eiga tvey børn og gleða okkum til at fáa eitt aftrat í nýggja árinum. Hvør var lykilin til, at tú fótaði tær so væl í Føroyum? -At eg beinanvegin fór út mill­um fólk. Fótbólturin bar við sær, at eg vandi saman við før­oyingum fleiri kvøld um vikuna. Í nakrar dagar bíðaði eg eftir at sleppa í starvið, sum teir høvdu givið mær l y f t i um. Mær líkaði lítið at ganga fyri meg sjálvan, og eg strongdi á at sleppa til arbeiðis. Eg fekk starv hjá kommununi í Fuglafirði, og tað kom væl við. Ein av teimum, sum vóru við til at vinna fyrsta og higartil einasta FM heitið hjá fuglfirðingum – tað var í 1979 – var arbeiðsformaður hjá mær. Áku Petersen er ein sera fryntligur maður. Hon­um dámdi ikki so væl at tosa eingilskt, so eg noyddist beinan­vegin at leggja meg eftir at skilja føroyskt. Nær fór tú at tosa føroyskt? -Tað minnist eg heilt væl. Eg var heima í Ungarn frá kapp­ingarenda í 2006 og fram til at farið varð undir fyri­ reik­ingarnar til 2007 kapp­ ing­ina. Tá ið vit í kulda og kava í januar mánað runnu á vøllinum í Fløtugerði, skemt­ aðu spælararnir soleiðis, sum fugl­firðingar duga so væl. Tað mesta gekk fyri seg uttanum meg. Eg kendi meg at vera áskoðara og ikki so nógv lut­ takara. Tá hugsaði eg eitt kvøld­ ið við mær sjálvum, at hetta bar ikki til, og so fór eg at tosa før­ oyskt. Tað var ein avbjóðing, men tað var fyrsta og neyðuga stigið á leiðini til, at eg í dag ikki kenni meg hava trupulleikar við at samskifta á føroyskum, sigur Andras Gango, sum er sera opin og fyrikomandi. Kennir seg eiga nógvar vinir Sambært faroesoccer.com hev­ur Andras Gango spælt 286 dystir í landskappingini í bestu deildini. Hann hevur spælt 25 ferðir í kappingini um løg­mans­steypið. Ein av hesum dyst­unum var finala. Tað var í 2015, tá ið hann vardi málið hjá NSÍ, sum tapti 3-0 ímóti Vík­ ingi. Sjey ferðir hevur Andras Gango umboðað føroysk feløg í europeisku kappingunum. Merkis­vert var tað, tá ið hann 2. juli 2013 vardi málið hjá EB/ Streymi í innleiðandi dysti í meistarakappingini. Hetta var á úti­vølli í Andorra ímóti FC Lusitanos. Úrslitið var 2-2. Hetta árið spældi Andras Gango við 07 Vestur. Tá ið EB/Streymur skuldi spæla á útivølli í Andorra bar tað so á, at teimum restaðu ein mál­ verja, og so hjálpti Andras Gango teimum. Tá ið EB/ Streym­ur eina viku seinni vann 5-1 á heimavølli vardi veter­an­urin René Tórgarð EB/ Streyma­málið. Hinir seks dystirnir í euro­ pe­isku kappingunum spældi Gango við NSÍ. Teir vóru allir í Europa Liguni – tveir í 2010 ímóti Gefle IF, tveir í 2011 ímóti Ful­ham FC og tveir í 2015 ímóti Linfield FC. Tá ið tú síðani 2008 og fram til 2017 spældi allar dystirnar uttan ein, so var tú ikki nógv darvaður av skaðum? -Sum eg segði, so var leik­bann orsøk til, at eg ikki spæl­di tann eina dystin í 2008. Ann­ars havi eg ongantíð verið leik­bannaður. Tað hevði verið skeivt at sagt, at eg ongantíð var skaddur. Okkurt skiftið høvdu skaðar við sær, at tað ikki riggaði so væl at sparka langt, men tað lagaði seg. Hóast tú ert málverji, so ber tað til at pjøssa um og binda inn, hóast ein fingur er brotin, ella annar al­bogin hevur fingið ein smeit. Tú hevur umboðað nógv ymisk feløg? -Fýra tey fyrstu árini – frá 2006 og fram til og við 2009 – var eg í Fuglafirði og ÍF. So spældi eg við NSÍ í 2010 og 2011. Í 2012 var eg í Klaksvík og KÍ og í 2013 í 07 Vestur. Í 2014 og 2015 var eg aftur í NSÍ, og so var eg í tvey ár – í 2016 og 2017 – á Skála, har eg seinnapartin av 2018 var mál­mansvenjari. Hvussu hevur tað verið at skifta felag so ofta? -Fyri meg persónliga hevur tað verið stórur fyrimunur, tí tað er orsøk til, at eg havi lært so nógv fólk at kenna og kenni meg eiga so nógvar vin­ir kring alt landið. Tá ið tú spælir fótbólt, so ert tú tætt at liðfeløgunum undir venj­ing og dystum. Og so eru tað øll hini, sum eru partur av felags­ skapinum. Tá hugsi eg um venjarar, nevndarlimir og onn­ ur ábyrgdarfólk og ikki minst áskoðararnar, sum altíð hava hug at tosa um fótbólt og við­ gera dystir og støður. -Eg rokni bara við, at tað mun­nu vera fáir føroyingar, sum kenna so nógv av teimum, sum tey hitta eitt nú í SMS, sum eg geri. Umframt at hava spælt í nevndu feløgunum, so havi eg lært eina rúgvu av ungum monnum at kenna í tey tíggju árini, sum eg havi verið málmansvenjari hjá U-21 lands­ liðnum. Fylgir væl við móðurlandinum Andras Gango býr á eystara armi á Skálafjørðinum, og hann arbeiðir í Á handlinum við Norðskála. Hann fylgir væl við í, hvussu tað gongur í Ungarn. -Pápi doyði fyri tveimum árum síðani. Mamma er fram­ vegis á lívi, og so eigi eg ein eldri beiggja, sum er giftur og eigur børn. Tey tosi eg javnan við, og so fylgi eg væl við á inter­netinum, hvussu tað gong­ur í samfelagnum sum heild og sjálvandi í ítróttinum og fótbóltinum. Sum familja dám­ar okkum væl at vitja í Ungarn, men tað er eitt sindur ólaga­ligt, meðan fótbólturin fyll­ir so nógv. Um vetrarnar er tað ógvuliga kalt har í Un­garn, so tað er fyri tað mesta um sumrarnar, at vit vitja familju­ na. Mamma hevur fleiri ferðir verið og vitjað okkum her í Før­ oy­um, greiðir Andras Gango frá. Tá ið føroyska landsliðið hevur spælt ímóti Ungarn, og tá ið føroysk feløg hava dystast ímóti ungverskum feløgum í europeisku kappingunum, hev­ur Gango fleiri ferðir verið millum­maður í ymsum høpum. -Tá ið tey í Ungarn uppdaga, at ein av teirra býr í Føroyum og er uppií føroyskum fótbólti, so er tað sjálvandi ein søga í sær sjálvum, tá ið Føroyar og Ungarn hittast. Onkra ferðina havi eg í tí sambandi verið gestur í ungverskum sjónvarpi og greitt frá um mína søgu og um føroyskan fótbólt. Og so kem­ur tað meiri enn so fyri, at út­varpsstøðir í Ungarn ringja og fregnast um føroyskan fót­ bólt og altjóða avrikini. Droymir tú um at flyta aftur til Ungarn at búgva? -Eg havi búð í Føroyum í meiri enn tólv ár, og eg havi ongar ætlanir um at flyta. Sam­ an við familjuni kenni eg meg sum føroying, og eg havi søkt um at verða danskur ríkis­ borgari og harvið partur av før­oyska samfelagnum sum all­ir aðrir føroyingar.