mánadagur 17. desember 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Hondbóltur hevur, eins og
flest
allur
yrkisítrottur,
seinnu árini gjørt sær dælt
av alsamt meira tøkniligari
hjálp, og hetta sást sanniliga
aftur í EM-kappingini.
serliga
videotøknin
var avgerandi fyri spælið.
Dómararnir høvdu møgu
leika at hyggja eftir sjón
bærum endurtøkum á ein
um skíggja, um tað var
ivamál um revsingar. Eina
mest var tøknin nýtt til at
avgera um beinleiðis reyð
kort skuldu gevast heldur
enn ein útvísing í tveir
minuttir. Hetta fekk av
gerandi týdning. Eitt nú
var hetta nýtt í finaluni,
tá ið dómararnir valdu at
geva
fronsku
stjørnuni,
Allison Pineau beinleiðis
reytt kort eftir at hava
hugt
eftir
endurtøkum.
Áhugavert er tó, at miðlar
og serfrøðingar framvegis
ikki vóru samdir við hvønn
annan um dømingin nú var
røtt. Franski venjarin fanst
hvassliga at avgerðini hjá
dómarunum eftir dystin,
hóast
fyritreitirnar
hjá
dómarunum vóru so mikið
góðar.
Harafturat var áhugavert
at fleiri hagtøl enn nakran
tíð áður gjørdist tøk fyri
bæði venjarar og áskoðarar
undir dystinum.
Hetta komst bæði av at
fleiri fólk enn nakrantíð
vóru sett at føra alskyns
hagtøl, men eisini av einum
nýggjum bólti.
Hesin verður nevndur
”iBall”, og hevur eina flís í
sær, ið mátar eitt nú ferð
á bóltinum, eins og hann
kann nýtast til at avgera
um bólturin hevur verið
innanfyri málmarkið. Nýggi
bólturin var brúktur til
hálvfinalurnar og finalur
nar, og ætlanin er at hann
skal brúkast alsamt meira í
altjóða hondbólti.
Tá ið virðismiklasti leikarin
í kappingin skuldi veljast,
stóð valið einamest millum
tveir leikarar, og teir vóru
sera ólíkir. Summi høvdu
hug at peika á rumenska
stórskjúttan,
Christinun
Neagu, ið er ein bakkur, við
einum øgiligum skoti, og
sum leggur eitt øgiligt trýst á
verjuna, eins og bakleikarar
verða væntaðir at gera.
Men fram um Neagu
var vald høgri bakkurin
úr Russlandi, Anna Vyak
heriva, ið er ein púra øðrvísi
bakkur.
Tað fyrsta ein leggur til
merkis við Vyakheriva er
hæddin. Hon er bert 1,65
metur høg. Hóast hetta
gjørdist hon ferð eftir ferð
toppskjútti fyri Russland,
eins og hon hevði eina ør
grynnu av uppleggum til
møguleikar fyri liðfelagar
nar.
Stórsystir Onnu Vyak
heriva spælir eisini á russ
iska landsliðnum, har hon
mest er vinstri bakkur. Tá ið
tær báðar vóru lítlarbáðar
á vinstra bakki, men pápi
teirra vildi ikki at tær
skuldu kappast um sama
pláss, so hann snikkaði sam
an eina venjingarætlan fyri
at fáa lítlusystrina at læra
at spæla við vinstru hond.
Í dag er Anna Vyakheriva
so millum heimsins bestu
lámu leikarar, og lítil ivi er
um at hon er tann við størsta
hugflognum í spæli sínum,
og sýnir stóra nýhugsan, ið
kann geva íblástur til ungar
hondbóltsleikarar. Eisini í
Føroyum.
Tøknin setti dám
á kappingina
Lítil bakkur var besti leikari
FRAKLAND VANN
SERLIGT EM
Sjúrður Hildarson Hoydal
Evropameistaraskapið í kvin
nuhondbólti fekk sín enda
sunnudagin, tá ið Frakland
og Russland spældu finalu.
Finalan var hin níggindi dyst
urin upp á 16 dagar hjá finalu
liðunum, og hesar góðu tvæ
vikurnar sóust fleiri óvæntaði
úrslit.
Undan
kappingini
vóru
finaluliðini bæði mett millum
favorittarnar, men torført var
at síggja hvussu liðini skuldu
hótta Noreg, ið hevur verið í
EM-finaluni hvørt ár síðani
2002, og í hesum tíðarskeiði
fingið seks gull og tvey silvur.
Tí vóru ’håndballjentene’ úr
Noregi sum altíð stórfavorittar,
men sigursvondu kvinnurnar
vóru langt frá tí støðið, ið
hevur vanligt hjá teimum.
Norskt vónbrot frá byrjan
Í
fyrsta
dystinum
taptu
norsku stjørnurnar tepurt fyri
Týsklandi, men flest øll vænt
aðu at liðið fór at reisa seg móti
Rumenia í næsta dystinum.
Júst Rumenia hevur havt
ágóðan av at hava helst
heimsins besta álopsleikara
í nøkur ár nú, og móti Noregi
vístu rumenar, at Christina
Neagu nú hevur fingið eitt
væl spælandi lið, ið stuðlar væl
upp undir vinstra bakkin, ið
tríggjar ferðir er vald heimsins
besti leikari.
Hetta
gagnaði
Christinu
Neagu væl móti Noregi. Hon
skeyt heili 11 mál, og gekk sam
an við Denisa Dedu í málinum
undan í stórsigrinum upp á 31-
23 móti norsku favorittunum.
Hetta
úrslitið
førdi
til,
at
Rumenia
spældi
seg
upp millum favorittarnar í
kappingini,
meðan
norsku
kvinnurnar
høvdu
stórar
trupulleikar
við
at
spæla
seg í hálvfinalurnar, eftir at
tær einki stig fingu við sær
til teir tríggjar dystirnar í
meginumfarinum, har Niður
lond og Rumenia høvdu fýra
stig.
Í
meginumfarinum
var
norska liðið tó fullkomliga ham
skift, og eftir tríggjar stórsigrar
á Ungarn, Niðurlondum og
Spania, livdi vónin fyri einari
hálvfinalu. Men hendan vónin
brast tá ið Rumenia, Ungarn
og Noreg øll endaðu á seks
stigum aftanfyri Niðurlond, ið
høvdu átta, og Rumenia hevði
bestu innanhýsis málúrtøkuna
millum hesi liðini.
Ikki ein góð kapping
fyri Norðurlond
Sostatt var Noreg ikki í hálv
finalunum fyri bert aðru ferð
í søguni, og skuldi spæla við
Svøriki um fimta plássið.
Eftir kappingina kom fram
úr norsku leguni at sjúka hevði
herja í hópinum undan kapp
ingini, og hetta gav eina frá
greiðing fyri hvussu norska
liðið kundi vera so langt frá
sínum besta støði teir fyrstu
dystirnar.
Svøriki vísti eisini styrki í
kappingini, við millum annað
at spæla javnt við Frakland og
vinna stórsigur á Russlandi,
men avrikini vóru ov svikalig,
og tað eydnaðist ikki at spæla
seg í hálvfinaluna.
Orsøkin var millum annað,
at Svøriki tapti fyri Danmark,
ið var langt frá sínum bestu
døgum hesa kapppingina. Dan
mark er ikki longur millum
tær bestu tjóðirnar í kvinnu
hondbólti, og danskir miðlar
føra millum annað fram at ein
kollvelting í donskum kvinnu
hondbólti
er
neyðug,
um
støðið aftur skal nærkast tí frá
aldarskiftinum.
Skaðar settu dám á
hálvfinalurnar
Longu í hálvfinalunum gjørdist
greitt, at ein spildurnýggjur
Evropameistari skuldi finnast.
Skaðar gjørdu sítt til at Frak
land og Russland gjørdust
greiðir favorittar móti ávikavist
Niðurlondum
og
Rumenia.
Áðurnevnda Christina Neagu
fekk ein sera ringan skaða
undan
hálvfinalunum,
og
uttan heimsins besta vinstra
bakk gjørdist brekkan ov tung
móti einum russiskum liðið, ið
kanska hevur besta høgra bakk
í Onnu Vyakhireva.
Hjá Niðurlondum var stóra
stjørnan, Nycke Groot, darvað
av skaða, og tá ið samstundis
vanligu strikuleikararnir ikki
vóru tøkir, so var trupult at
gera nakað við Frakland, ið
spældi seg lættliga í finaluna.
Fraklendingar hevndu
seg í finaluni
Fyrsti dysturin í allari kapp
ingini var júst millum Frakland
og Russland, og tá vann Russ
land við trimum málum, so
russar kundu hugsast at hava
fyrimunin í finaluni.
Men við stórum stuðli frá
heimaáskoðarunum eydnaðist
tað fraklendingum at hava ein
tepran mun í fyrra hálveiki og
fóru til steðgin á odda 13-12.
Tíðliga í øðrum hálvleiki
fingu tær fronsku ein stóran
skelk. Ímyndin av fronskum
kvinnuhondbólti seinnu árini,
Allison Pineau, skeyt eitt brots
kast, ið rakti russiska málverjin
undir vangan. Eftir at hava sæð
endurtøku á videoskíggjanum,
valdu
dómararnir
at
geva
beinleiðis reytt kort, og franska
høllin græt við Pineau, tá ið
hon fór av vøllinum.
Men fronsku kvinnurnar
góvu ikki leiðsluna burtur. Í
staðin eydnaðist tað teimum
at leggja seg trý mál fram um,
og hesin munurin helt sær til
dystarenda, so at Frakland
gjørdist Evropameistari eftir
24-21 sigur á Russlandi.
sjurdur@sosialurin.fo
EM í kvinnuhondbólti er av, og ársins kapping gjørdist spennandi
og nýskapandi á fleiri hættir. Óvæntaði úrslit, leiklig gjøgnumbrot
og tøknilig framgongd myndaðu kappingina í Fraklandi