mánadagur 17. desember 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Hálvfinalurnar verða spældar 16.
og 17. februar í 2019. Tað var longu
greitt undan hesum umfarinum,
hvørji lið hjá monnunum vóru
víðari. Her skal Fleyr spæla móti
ÍF a, meðan Mjølnir skal spæla
móti SÍ a.
Stórur spenningur
hjá kvinnunum
Undan umfarinum um vikuskiftið
var bólkur 1 hjá kvinnunum
avgjørdur. Fleyr og KÍF høvdu
spælt seg víðari. Í bólki 2 var einki
avgjørt, har SÍ og Mjølnir lógu best
fyri, men Dráttur kundi venda
øllum á høvdið í seinasta dystinum
á heimavølli ímóti júst SÍ. Kravið
var ein sigur á minst 3-1.
Tað vísti seg tó, at SÍ ikki ætlaði
sær at lata 1. plássið í bólkinum
frá sær. Sørvágskvinnur vunnu 1.
settið, men taptu so 2. sett, og tað
merkti, at Dráttur framvegis hevði
møguleikan at gera alt av. Tað
eydnaðist tó ikki, tí SÍ streyk avstað
við 3. settinum so sannførandi sum
25-10, og so hevði tað ikki nógv at
týða, at Dráttur svaraði aftur í 4.
settinum, tí hálvfinalan var fokin,
og SÍ hevði tryggjað sær 1. plássið
í bólkinum. Sí endaði við at vinna
dystin 3-2 við settúrslitunum 17-15,
25-23, 10-25, 25-21, 11-15.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
Klárt til hálvfinalur
í steypakappingini
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Seinastu innleiðandi dystirnir í steypakappingini í Meistaradeildini
eru spældir. Nú er greitt, at Fleyr, Mjølnir og SÍ eiga tvey lið
í hálvfinalunum, meðan ÍF og KÍF eiga hvør sítt lið
t Liverpool og
United fingu
torføra
mótstøðu
Lutakastið til 1/8-finalurnar í Champions
League hevur verið í dag. Talan er í fleiri
av førunum í spennandi uppgerðir millum
søgurík og vælspælandi lið. Manchester
United og Liverpool rendu seg í torføra
mótstøðu. José Mourinho skal takla Neymar
og Paris Saint-Germain, meðan Jurgen
Klopp og Liverpool skulu takast við Bayern
Munchen.
Hartil skal Cristiano Ronaldo aftur til
Madrid, har Juventus skal takast við Atletico
Madrid. Tottenham skal spæla móti Borussia
Dortmund, meðan fyrrverandi stórfelagið í
Evropa, Ajax, skal spæla móti Real Madrid.
Manchester City og FC Barcelona mundu
fáa eitt gott lutakast. Tey skulu spæla móti
ávikavist Schalke 04 og Lyon.
Soleiðis er eisini í dag. 1/8 finalurnar verður
spældar millum 12. feburar til 13. mars. Ein
stór broyting til endaspælið í Champions
League er, at VAR verður tikið í brúk. Hetta
er dómarahjálp við video.
CHAMPIONS LEAGUE LUTAKASTIÐ:
Schalke 04 - Manchester City
Atletico Madrid - Juventus
Manchester United - Paris Saint-Germain
Tottenham - Borussia Dortmund
Lyon - FC Barcelona
AS Roma - FC Porto
Ajax - Real Madrid
Liverpool - Bayern Munich
trondur@sosialurin.fo
Flogbóltur:
Hálvfinalurnar hjá
kvinnunum:
Fleyr – ÍF a
Mjølnir – SÍ a
Hálvfinalurnar hjá monnum:
Fleyr – Mjølnir
SÍ - KÍF
Hálvfinalurnar verða spældar 16. og
17. februar í 2019.
Champions League: