Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. november 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 228 - 27. november 2004 Nr. 228 - 27. november 2004 3 -Vit vita, at hetta er eitt tøkniliga avbjóð- andi øki at arbeiða á, har fíggjarligi váðin er stórur. Hinvegin kann vinningurin verða ovurhonds stórur um kolvetni verður funnið í bert einum av teimum stóru strukturunum, sum eru kortlagdir undir basaltinum. Ein boring á hesum øki hevði tí givið virðis- mikla vitan til frama fyri framtíðar leiti- arbeiðið á føroyska landgrunninum OLJUFRAMTÍÐ Bjarni Djurholm Oljumálaráðhari Mikudagin í farnu viku var freistin út hjá oljufeløgum at handa umsóknir um leiti- loyvi í øðrum útbjóðingar- umfarinum á føroyska landgrunninum. Oljufyri- sitingin hevur fingið 9 um- sóknir frá 8 oljufeløgum, sum hava skipað seg í 5 samtøk ella einstøk feløg. Í løtuni verða umsóknirnar viðgjørdar á Jarðfrøðisavn- inum og í Oljufyrisitingini. Síðan verða fundir við feløgini, fyri at samráðast um innihaldið í umsóknini, har dentur verður lagdur á jarðfrøðiligu arbeiðsætlan- ina, arbeiðið at menna virk- semið á landgrunninum, til tess at búna øki til fram- tíðar leiting og arbeiðið við at menna føroyskan før- leika. Í metingini av um- sóknunum, verður dentur serliga lagdur á jarðfrøði- ligu arbeiðsætlanirnar, sum feløgini bjóða, tí tær áseta, hvørjar kanningar loyvis- havararnir skulu gera fyri at staðfesta, um kolvetni finn- ast á loyvisøkunum. Annað útbjóðingar- umfar Endamálið við at fara undir annað útbjóðingarumfar er at skapa grundarlag fyri framhaldandi leitivirksemi á landgrunninum, soleiðis at vit kunnu kortleggja kol- vetnistilfeingið og lýsa møguleikarnar fyri vinnu- ligari kolvetnisframleiðslu í Føroyum. Tað er partur av okkara ætlan fyri leitivirk- semið, at hetta verður flutt longur inn á landgrunnin - inn á øki, har leitimiðini eru fjald av basaltfláum, og at fjøltáttaðir leitimyndlar verða royndir. Teir fýra fyrstu brunnar- nir, sum eru boraðir, vórðu grundaðir á leitimyndlar, ið líkjast Foinhaven og Schie- hallion oljuleiðunum bretsku megin markið. Tó hevur verið leitað eftir olju hinumegin markið síðan 1972, og eru gjørd ein røð av gass- og oljufundum víða um, har ymiskir leiti- myndlar hava ligið til grund. Vit ynskja, at hesir somu møguleikar verða troyttir á føroyskum øki. Umframt tað leiti- og kanningararbeiði, sum er og fer at verða gjørt sum úrslit av fyrsta og øðrum út- bjóðingarumfari, er næsta avgerandi stig fyri oljuleit- ing á landgrunninum, at oljufeløg vilja bora ein brunn gjøgnum basaltfláir- nar fyri at staðfesta, hvør jarðfrøðin er undir basaltin- um og hvørjir møguleikar eru fyri, at kolvetni kann verða goymt her. Vit vita, at hetta er eitt tøkniliga av- bjóðandi øki at arbeiða á, har fíggjarligi váðin er stór- ur. Hinvegin kann vinning- urin verða ovurhonds stórur um kolvetni verður funnið í bert einum av teimum stóru strukturunum, sum eru kortlagdir undir basaltin- um. Ein boring á hesum øki hevði tí givið virðismikla vitan til frama fyri fram- tíðar leitiarbeiðið á før- oyska landgrunninum. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í oljumálum skrivar Longur inn á basaltið 7 leitiloyvi vórðu latin í 2000. Millum arbeiðsskyldurnar vóru tilsamans 8 brunnar, uml. 40 mió kr til Sindri verkætlanina og 86 mió. kr. til føroyska luttøku. Fýra brunnar eru boraðir, og hava teir staðfest, at undirgrundin goymir eina virkna kolvetnisskipan. Harumframt innihelt brunnurin hjá Faroes Partnership við Amerada Hess sum fyristøðufelag týðandi nøgdir av olju og gassi. Enn er ikki greitt hvørt hesin fundurin er rakstrarverdur. Umleið 60 mió. kr. av førleikamenningarpengunum eru brúktar, m.a. til Ph.D verkætlanir, master útbúgving á Handilsskúlanum, verkætlanir innan vindorku, aling á streymasjógvi, menning av útgerð til fiskivinnuna o.a. Fyrsta útbjóðingarumfar Økið, sum varð boðið út, er umleið 19.000 ferkilometrar til støddar, og er býtt upp í 83 heilar teigar og 39 part teigar. Eitt samfast øki liggur eystanfyri og í ein landsynning úr Føroyum, og tvey einstøk smærri øki liggja í ein útsynning sunnan. Inn komu 9 umsóknir frá tilsamans 8 feløgum. Miðað verður ímóti at veita loyvini í fyrru helvt av januar. Annað útbjóðingarumfar C M Y K 3 2 At ChevronTexaco, our vision is to be the global energy company most admired for our people, partnerships and performance. That means helping meet Europe’s energy needs while striving for the highest standards of environmental protection and working through partnerships with others who share our values and are also committed to safeguarding the natural world for future generations. ChevronTexaco Upstream Europe, Seafield House, Hill of Rubislaw, Aberdeen Please visit www.chevrontexaco.com People, Partnership and Performance