Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. november 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 228 - 27. november 2004 Nr. 228 - 27. november 2004 5 ‘Fiskapakkin’ kann »oyðileggja alt sum eitur marknaðar- kreftir,« óttast Fiski- mannafelagið, sam- stundis sum umboð fyri fiskiskip og bátar tosa um at allur flotin verður lagdur FISKAPAKKI Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Samstundis sum skjølini herfyri vórðu undirskrivað til stovningar av Faroe Fish Market, tí nýggja fiska- marknaðinum hjá Fiska- marknað Føroya og Føroya Ráfiskaseljarafelag, hóttir ruðuleiki í vinnuni, nú innihaldið í tí sokallaða ‘fiskapakkanum’ hjá lands- stýrismanninum í fiski- vinnumálum hevur verið úti til ummælis. Sambært eigararnar av fiskiførum so væl sum um- boð fyri fiskimenn, gongur ‘fiskapakkin’ nevniliga beint ímóti áhugamálunum hjá fiskiførunum, við nýggjum krøvum um skilj- ing av fiski umborð og enn meira av illa umtóktum tvingsli at selja allan fisk um Fiskamarknaðin uttan mun til prís. Sum nakað ið setir merki við ein nýggjan kapitul í søguni um tann føroyska fiskamarknaðin, kann stovnsetingin av Faroe Fish Market fáa ymiskan týdn- ing fyri vinnuna, alt eftir hvat tær komandi broyting- arnar í lógini um vinnulig- an fiskiskap fara at inni- bera tá av tornar. Men sama dag sum tann stovnandi aðalfundurin varð av- greiddur á Toftum, varð fundast við yvirhangandi krepputónum í Havn. Har sóu leiðslurnar í Ráfiska- seljarafelagnum og Reið- arafelagnum svart við bein- leiðis høvi av innihaldinum í tí fyrsta upplegginum til ‘fiskapakkan.’ Sambært formannin í Ráfiskaseljarafelagnum, Árna Joensen, merkir upp- leggið frá Fiskimálaráð- num, um tað verður til veruleika, tað sama sum búskaparlig og fíggjarlig ruin fyri frammanundan illa kroyst fiskifør. Nevndarformaður ímóti tvingsli Nevndarformaðurin í Fiskamarknað Føroya, for- maðurin í Føroya Fiski- mannafelag, Óli Jacobsen, er heldur ikki fegin um uppleggið til ‘fiskapakkan’ og kallaði innihaldið »óbalanserað«. Samstundis dylir hann ikki fyri at hann er ímóti at tvinga allan fiskin gjøgnum føroyska framleiðslu. »Ætlanin við Faroe Fish Market er jú at bøta um skipanina herundir at tryggja góðar fiskaprísir,« segði Óli Jacobsen. »Semja er til dømis um at útlend- ingar eisini skulu kunna keypa fisk her… Men ann- að og meira má til fyri at skapa ein fiskamarknað sum er nøkulunda nøktandi fyri partarnar. Tað er tí av størsta týdningi at vit fáa rættar lógarligar karmar sum leggja upp til eina rímiliga javnvág millum tey ymisku áhugamálini.« Tað stendur greitt at reið- arar á fiskiskipum og út- róðrarmenn eru misnøgdir um tað innihald í ‘fiska- pakkanum’ sum higartil er komið út til ummælis; hvørja hugsan hevur Fiski- mannafelagið? »Tíverri er uppleggið til ‘fiskapakkan’ óbalanserað, og tann stóri feilurin er at tað gongur beint ímóti áhugamálunum hjá tí eina partinum; tílíkt leggur jú ikki upp til tað góða sam- starvið. Áðrenn eg sigi meira skulu vit fyrst gera eina niðurstøðu um upp- leggið, og síðani fara vit at geva landsstýrismanninum eitt skrivligt svar. Men í øllum førum, pakkin fer í verandi líki at oyðileggja alt sum eitur marknaðar- kreftir í okkara skipan, og tí má henda nógv áðrenn tað lidna uppskotið verður lagt fyri Løgtingið.« »Tað fer uttan iva eisini at henda nógv áðrenn kom- ið er á mál, og alt hetta kann vera ein process sum tekur tíð. Tað sum vit í Fiskimannafelagnum í stuttum meina er at tað má kunna bera til at koma fram til nøkur haldgóð punkt at byggja á; tað sum manglar er eitt semings element. Her má fyrst staðfestast hvat semja er um, og so má man byrja í tí endanum og arbeiða seg miðvíst fram. Útgangnsstøðið má vera at sameina áhugamálini hjá teimum sum veiða, keypa og virka fiskin, og her má man ganga út frá at allir partar vilja at tilfeingið og arbeiðið skal geva sum mest; tí er tað eingin ivi um at gott samstarv millum partarnar er lykilin til menning. Sum er, í tí upp- leggi sum fyriliggur, er tað lætt hjá veiðiliðinum at síggja ein svíðandi písk; men tíverri sæst einki til nakra lokkandi gularót… Vilja vit tryggja tilvirking av fiski her, so má tað gerast soleiðis at tað eisini gevur teimum sum veiða og avreiða fiskin nakað sum motiverar hetta. Vit mugu hava eina loysn sum er haldbar, og tá kann tað ikki vera rætt at við tvingsli kroysta allan fiskin til framleiðslu í Føroyum.« ‘Politikararnir leggja flotan’ Samstundis tosa reiðarar og útróðrarmenn, um enn óbeinleiðis, um at leggja fiskiflotan, verða ikki áhugamálini hjá fiskiførun- um tilgóðarsæð meira; sambært upplýsingar rokna skipini og bátarnir við full- ari uppbakking frá Skipara- og Navigatørfelagnum, um- framt at Fiskimannafelagið signalerar solidaritet. »Eitt skriv vit nýliga sendu fiskimálaráðharran- um og øllum limum í Før- oya Løgtingi sigur púra greitt frá okkara støðu,« segði Árni Joensen, for- maður í Ráfiskaseljarafe- lagnum. »Tað kann ikki vera rætt at veiðiliðið skal bløða út, bara fyri at føroyskir fiska- keyparar fyri ein og hvønn prís skulu hava sín fisk bí- ligari enn keyparar aðra- staðni fáa hann fyri. Um tann nýggi ‘fiskapakkin’ verður koyrdur ígjøgnum, so leggja politikararnir har- við allan flotan; tá eru fyritreytirnar fyri at dríva rentabult fiskarí burtur.« Tilsamans ein góð millión smolt av laksi eru sett út í ár, sum kann geva 4-5.000 tons av fiski til matna – ein tíggj- undapart-ur av hvat alivinnan traditio- nelt hevur megnað ALIVINNA Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com At tann føroyska alivinnan hevur verið fyri skrædli, er nú eisini staðfest í útset- ingini av smolti í ár: einans Luna í Gøtu og Bakkafrost á Glyvrum hava sett út smolt av laksi. Hetta gevur tilsamans eini 4-5.000 tons av fiski til matna, ímóti tí sum traditionelt hevur verið einar tíggju ferðir so nógv; tá framleiðslan var sum mest útfluttu vit upp til 60.000 tons av laksi. Burtursæð frá ILA er tann stóri trupulleikin framvegis marknaðar prís- irnir. Prísirnir á alilaksi liggja framvegis í miðal niðan fyri framleiðslu kostnaðin, og hetta saman við ringum fíggjarligum umstøðum ger at flestu alibrúk hava valt ella noyðst at lata vera við at seta út smolt í ár; ístaðin eru tey annaðhvørt stongd niður ella farin í dvala upp á óvissa tíð. »Luna og Bakkafrost hava sum einastu aktørar tilsamans sett 1,1 mió. smolt av laksi út,« staðfesti ein innanhýsis kelda í Eysturoy. »Rokna við at teir vaksnu fiskarnir viga í miðal 4 kg aftan á teir 16- 20 mánaðir sum alingin tekur, so hetta gevur eini 4-5.000 tons. Hvørt kg av hesum kostar frá smolti til sláturs umleið 20 krónur í miðal; tað merkir at virkini í løtuni missa umleið 2 krónur fyri hvørt kg. Ein og hvør kann rokna út at hetta kann ikki halda fram leingi, og batna prísirnir ikki nú innan fyri tað næsta árið, so er liðugt við hesari vinnuni.« Men taka vit sílini við inn í myndina, so teljast Vest Salmon og eitt nýtt felag knýtt at Havsbrún eisini millum teir fáu glottarnar. »Hvat viðvíkur sílum, so eru nógvir alarar ræddir fyri at gera íløgur har, eftirsum teir brendu seg fyri nøkrum árum síðani. Men Vest Salmon og eitt felag knýtt at Havsbrún hava í øllum førum sett smolt út fyri at kunna levera síl til keyparar í Fjareystri.« Óttast ruðuleika av ‘fiskapakka’ Alingin av laksi er fallin niður í tíggjund C M Y K 5 4