Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. november 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 228 - 27. november 2004 Nr. 228 - 27. november 2004 7 Kollafjord Pelagic eru væl í gongd og rokna við at frysta 30- 40.000 tons av uppi- sjóvar fiski í 2005; í næstum fara vænt- andi eisini skotar og hetlendingar at landa har PELAGISKT Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Síðani august mánað hevur vinnuligur rakstur verið á Kollafjord Pelagic. Talan er um innfrysting av gullaksi, sild, makreli og seinni møguliga øðrum uppisjóv- ar fiski. Higartil hava fleiri føroysk skip landað sína pelagisku veiði hjá Kolla- fjord Pelagic, men sambært stjóran Sofus Poulsen eru góðar vónir um at eisini útlendsk skip í næstum fara at landa har. »Síðani august hava nøk- ur føroysk skip landað hjá okkum, men eg rokni eisini við at síggja skotar og het- lendingar í næstum,« segði Sofus Poulsen. »Vit hava góð sambond við bæði føroysk og út- lendsk reiðarí, og makrel- urin ferðast vanliga úr norskum øki suðureftir í bretskan sjógv og so vest- ureftir. Hetlendingar og skotar hava nú fingið at vita at Kollafjord Pelagic er komið ígongd og at vit taka ímóti fiski nú.« Tann drúgvi uppstarturin hjá Kollafjord Pelagic, við norskum maskinum ið ongantíð fingust at rigga og einum veitara ið fór á heysin, fekk eina nýggja vend tá tann upprunaligi eigarin, tann hollendski frystigoymslu veitarin Kloosterboer, misti tolið við tí tungu byrjanini. Kloosterboer gjørdi ikki vandari enn at avskriva sínar íløgur fyri at bjóða føroyingum at keypa Kolla- fjord Pelagic fyri ta fígging sum virkið stóð í, nevniliga 60 milliónir krónur hjá Før- oya Sparikassa. Av tí at hollendingarnir høvdu offrað einar 100 milliónir upp á verkætlanina, kann tað uttan iva síggjast sum eitt gott keyp hjá teimum ið tóku av tilboðnum; tá ein nýggj konstruktión fyrilá fyri einum ári síðani, vóru eigararnir Føroya Spari- kassi og Notio, við umleið einum triðingi hvør, og so Trygginarfelagið Føroyar, Varðin, Driftin og EM Shipping, við einum góð- um triðingi tilsamans. Eitt tað fyrsta teir nýggju eigararnir gjørdu var at hækka partapeningin við 31 milliónum fyri síðani at lata felagið keypa eina íslendska frystiskipan fyri einar 30 milliónir. Talan er um ein sokallaðan frysti- tunnil sum kann frysta niður 400 tons um sam- døgrið. »Frystiskipanin klárar 200 tons í senn og niður- frystingin tekur 12 tímar,« greiddi Sofus Poulsen frá. Hvat ið skal henda við tí gomlu útgerðini úr Noreg, er tó ein opin spurningur. »Tann defekta gamla skipanin stendur framvegis og spurningurin er hvat vit skulu gera við hana; fyri- bils ætla vit ikki at gera tað stóra við hana.« Frystihotellið hjá Kloost- erboer, beint við síðuna av Kollafjord Pelagic, er ein góður samstarvsfelagi. Tað mesta av tí sum verður fryst, fer yvir til Klooster- boer at standa til tað einaferð verður útbókað. »Fiskurin fer beinleiðis úr frystitunlinum í eina pakkiskipan og haðani verður hann so fluttur við trukki yvir til frystigoymsl- una hjá Kloosterboer, um ikki onnur avtala fyriliggur. Hetta er ein ógvuliga smid- lig mannagongd ið gevur eina integreraða skipan við góðum yvirsýni.« Við ávísing til óstøðugar prísir á makreli og øðrum pelagiskum fiski, er stjórin á Kollafjord Pelagic varin tá vit spyrja hann hvat um- setningurin hjá virkinum væntandi verður í 2005. »Vónandi klára vit eini 30-40.000 tons, men hvussu nógv tað verður í krónum og oyrum, tað veldst jú um prísirnar.« Skotar og hetlendingar vilja landa í Kollafirði Kollafjord Pelagic tekur ímóti uppisjóvar fiski og kann bjóða eina tænastu sum stendur mát við altjóða standardir. Foto: Jens Kristinan Vang C M Y K 7 6