Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 228 - 27. november 2004 Nr. 228 - 27. november 2004 9 Tá føroyska oljufelagið At- lantic Petroleum varð stovna fyrst í 1998 vóru fyrireikingarnar til eina møguliga føroyska olju- vinnu so smátt byrjaðar, og felagið vildi tryggja føroy- ingum luttøku í eini møgu- ligari komandi oljuvinnu frá byrjan. Best hóskandi kós at røkka hesum máli varð sett út í kortið. Nú nærum 7 ár eftir at felagið varð sett á stovn eru teir karmar, ið felagið hevur virka eftir, vorðnir ov treingir, og neyðugt er við tillagingum, skal felagið halda ásettu kósina. Gongdin Tann kósin, ið Atlantic Petroleum setti tá felagið var sett á stovn, vísti seg at vera tann rætta. Menningin av felagnum hevur verið stór, og felagið er komið skjótari ígjøgnum fyrsta skeiðið enn upprunaliga mett. Eitt ár eftir at felagið var stovna varð samstarvs- avtala undirskrivað við samtakið ‘The Faroes Part- nership’, ið umfatar feløg- ini Amerada Hess, BG, Dong og Atlantic Petrole- um. Saman fingu feløgini á summri 2000 tillutað leiti- loyvi 001 í føroyskum øki. Føroyska øki var - og er - kjarnuøkið felagsins, legg- ur stjórin í Atlantic Petrol- eum, Wilhelm Petersen, áherðslu á. Men oljuleiting er ikki løtuverk, og varð stórur dentur tí lagdur á, at samstarvsavtalan í føroysk- um øki eisini skuldi opna hurðar til oljuvinnuna uttan fyri Føroyar. Her skuldi felagið mennast fíggjarliga og førleikamennast sum liður í fyrireikingum til oljuvirksemi á føroyskum øki. Við føroyska loyvinum sum lopfjøl kundi felagið eisini gerast partur av oljuvinnuni úti í heimi. Henda ætlan er hepnast til fulnar. Umframt ein ognar- part í Føroyska loyvinum eigur felagið eisini partar í seks loyvum í enskum øki. Trý av hesum eru leiti- loyvir, og trý eru loyvir, ið fara at framleiða í næstum Tilsamans samstarvar At- lantic Petroleum við 8 al- tjóða oljufeløg. Næsta føroyska útbjóð- ingarumfarið lat aftur í síðstu viku, og var Atlantic Petroleum aftur at síggja millum tey feløg, ið lótu umsókn inn. Søkt verður saman við Geysir Petrol- eum, ið er eitt íslenskt skrásett felag við norskum eigara interessum. Her verður Atlantic Petroleum ein størri partur í einum minni samtaki. Strategiin er sostatt eitt sindur ørvísi hesuferð við tað at felagið fær størri ávirkan á verk- ætlanina, og harvið gagnýtt tann førleika, felagið hevur upparbeitt seinastu 7 árini. Tillagingar til nýtt tíðarskeið Ásett varð í viðtøkunum, at fyrstu 10 árini eftir at fe- lagið var skrásett kundu bert føroysk feløg og før- oyskir einstaklingar tekna partapening í felagnum. At felagið var 100% føroyskt var mett at vera ein fyri- munur tá samráðast skuldi við oljufeløg um samstarv í føroyskum øki. Og kanska var hetta ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist at fáa eina so góða avtalu í lag við eitt sterkt samtak í fyrsta føroyska útbjóðingarum- farinum. Men umstøður broytast, og hóast 10 ár ikki eru liðin síðan Atlantic Petroleum varð sett á stovn varð á aðalfundi í juni 2004 avgjørt at strika 10 ára av- markingina í tekningini av partapeninginum, og sostatt er ikki longur neyðugt at vera herbúgvandi føroying- ur fyri at gerast partaeigari. Mett varð, at avmarkingin hevði tænt sínum endamáli, og at tíðin var komin at nor- malisera og víðka teir karmar, felagið virkaði innanfyri. Tillagingin av viðtøkunum er til fyrimun- ar fyri partaeigarnar, so- leiðis at skilja, at umseti- ligheitin verður smidligari og felagið betur kann røkka sínum vakstrarmálum við at fáa atgongd til alttjóða kapitalmarknaðin. Fyrst á VMF Heili 2000 privat feløg og einstaklingar eiga í dag Atlantic Petroleum. Tá ið eigaraskarin er so stórur er nærliggjandi, at partabrøv- ini verða skrásett á einum marknaði. Á eykaaðalfundi á Hotel Føroyum 18. no- vember tók aðalfundurin eisini undir við, at parta- brøvini verða skrásett á einum norðurlendskum marknaði. Samband hevur verið millum VMF (Virðis- brævamarknaður Føroyar) og Atlantic Petroleum, og verður tað helst her, at partabrøvini verða skrásett. Atlantic Petoleum var fyrsta felagð í Føroyum, ið legði til rættis eina yrkis- kenda kapitalhækking við góðkendum prospekti, og sær tað nú út til, at felagið eisini verða tað fyrsta, ið verður skrásett á VMF. Skrásetingin fer at skapa eitt størri gjøgnumskygni í felagnum, og fer at gera tað lættari at fylgja við virðin- um á partabrøvunum. Sum liður í fyrireikingunum til eina slíka skráseting vóru eisini nakrar broytingar samtyktar. M.a. varð av- gjørt, at partabrøvini fara frá at vera kr. 500,- til støddar og multipla av hes- um, til at vera kr. 100,- til støddar og multipla av hesum. Fyri verandi eigarar hevur hendan broyting ongan praktiskan týdning, annan enn at tær smærri eindirnar verða lættari at umseta á einum virðis- brævamarknaði. Somuleið- is verða pappírspartabrøv- ini nú umbýtt við elektron- iskt partabrøv, ið verða skrásett á "Værdipapircen- tralen". Kapitalhækking Atlantic Petroleum skal næstu árini luttaka í trimum útbyggingum í enskum øki. Tískil er neyðugt at styrkja kapitalgrundarlagið. Játtan varð fingin á seinasta aðalfundi til at økja verandi partapening við 30 milli- ónum í áljóðandi virði. Um alt gongur eftir ætlan verð- ur hendan hækking gjøg- numførd í ár. Komandi útbjóðing av partabrøvum verður tann triðja hjá felagnum. Tann fyrsta var í mars 98, stutt eftir at felagið var sett á stovn, og tann seinna í oktober 99. Partabrøvini vóru tá seld við kursi 105. Hvussu kursurin á nýggju partabrøvunum verður, er enn ikki endaliga ásett, men við tað at virksemið er vaksi frá at verða ein ætlan, og til verandi støði kann sjálvsagt roknast við eini rættiliga fittari virðisøking. Kapitalhækkingin kemur eisini at viðføra, at Atlantic Petroleum framhaldandi kann menna um sítt virk- semi við leitivirksemi, upp- keypi av aktivum, og møguliga eini uppkeypi av feløgum. Atlantic Petroleum víðkar sínar karmar Wilhelm Petersen, stjóri Boripallurin Eirikur Reyði, sum boraði Bedlingtonbrunnin, har m.a. Atlants Kolvetni var við Á kortinum síggja vit loyvini, har Atlants Kolvetni er við C M Y K 9 8