leygardagur 27. november 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sosialurin 11
10 Sosialurin
Nr. 228 - 27. november 2004 Nr. 228 - 27. november 2004
RUNAVÍKAR
HAVN www.runavik.fo
VINNUSÍÐURNAR
Í Sosialinum mikudagar - fyrstu ferð 1. desember
BLAÐIÐ við föroysku
VINNU tíðindunum
FOROYAPRENT - TEL. 314 555
Frá 1. desember fer Sosialurin mikudagar (annan-
hvønn at byrja við men seinni hvann mikudag) at
gera meira burtur úr fgroyska vinnulívinum. Á sama
hátt sum vit t.d. týsdagar gera meira burtur úr
ítróttinum og leygardagar meira burtur úr mentan-
ini og orðaskiftinum, so fara vit mikudagar hereftir
at gera meira burtur úr vinnulívstilfari.
Hetta er sjálvandi ein táttur, sum finst í blaðnum
hvønn dag, men rætt er í hvussu er aðruhvgrja viku
at steðga á og viðgera vinnulívsmál í stærri mun.
Hetta er eisini ein ásannan av, at tað er eitt ynski
millum lesarar okkara, at vit gera meira burtur úr
vinnulívinum. Sosialurin hevur annars hesi mongu
seinastu árini gjørt serblað um vinnulívið, sum
koma einar tvær ferðir um árið. Hetta er eisini
nakað vit fara at halda fram við, serstakliga í
sambandi við ráðstevnur á vinnulívsgkinum. Eitt
slíkt serblað kemur sum íkast í Sosialinum nú
leygardagin.
Hvann dag mens kar ng
Hugsanin aftanfyri hesum vinnulívstáttinum í
blaðnum er bæði at kunna lesaran um tað, ið
vinnan tekst við í dag eitt nú við at vitja virki og
arbeiðspláss kring landið, men vit fara eisini at
seta fokus á ársroknskapir og hagtgl fyri vinnulívið
annars. Somuleiðis fara vit at bjóða til og leggja
upp til eitt orðaskifti/debat um vinnulívið. Hvørja
viku fer eitt vinnulívsfólk ella onnur í samfelagnum
við áhuga fyri vinnulívinum at siga sína hugsan.
Vit halda, at tað hevur alstóran týdning fyri eitt
samfelag sum okkara, at miðlarnir gera nógv burtur
Úr vinnuni. Sjálvandi er torfgrt hjá einum blað, sum
eisini skal viðgera flest gll samfelagsmál dag um
dag, at gera serliga nógv burtur úr onkrum ein-
støkum tátti. Tó so — tá hetta er eitt ynski og eisini
hevur áhuga okkara - eiga vit at gera tað.
Sosialurin fer í næstu framtíð at flyta oman í
miðbýin í Havn, har vit fáa góðar og rúmligar
umstaður. Í tí sambandi verður eisini lættari hjá
Sosialurin
okkum og tykkum at samskifta og samstarva. Vit
verða í mongum forum nærri tykkum og tit nærri
okkum. Men tað er eisini ein verð uttan fyri
Havnina, og tað ásanna vit. Tí hava vit eisini ment
okkara redaktiónir úti kring landið og fara at gera
tað framhaldandi á ymsan hátt.
Tað skal vera okkara vón, at vinnulívið í landinum
tekur væl ímóti hesum okkara tiltaki á einhvann
hátt, tvs. við at senda okkum tilfar, lýsa í blaðnum
og annars vísa hesum tiltaki ans, tá tiltøk av
einumhvgrjum slag eru.
Fyrstu “VINNU-síðurnar“ í Sosialinum koma í blaðið
mikudagin 1. desember. Sendið okkum hugskot,
tilfar og eisini lýsingar. Freistin at senda okkum
lýsingar til fyrsta blaðið við VINNUSÍÐUNUM er
fyrrapartin mándagin 30. november. Ringið eisini
til okkara, spyrjið eftir lýsingadeildini.
Box 76 - 110-Tórshavn - Tel. 341 800 - Fax 341 801 - postsosialurin.fo - www.sosialurin.fo
RUNAVÍKAR HAVN
Runavíkar Havn er framvegis fyrireikað til veitan av tænastum
innan oljuvinnu, fiskivinnu, farmaflutningi og ferðavinnu
FAX 44 89 20 - VHF KANAL 16
WWW.RUNAVIK.FO
TEL 44 70 15 FARTEL 22 51 14
R 500
1
10
man | | må | | | FT mi | br: Er =
a —— SUN
| an Í "| | fmd —=
bå 1
Em Í sæ | Så | las =
mil
Er - 3 1
sm La i mm CU sam
í på = |.
ar i km 7
|Q—Q—— — | mm
| sn EA A
Em 5
tem, sm ama am or STN må 2 mm
sk} == =
TT | A a
La ru ER mn -
LICENSED ACREAGE
FAROE PETROLEUM PLC
Faroe Acerage € Oil Fields
UK Acerage € Gas Fields
— Gas Pipeline
Føroyar: Foroya Kolvetni P/F - Bryggjubakki 22 - P.O. Box 1098
FO-110 Tórshavn - Faroe Íslands - Tel: 298 320 450 - Fax: +298 320 451
Bretland: Faroe Petroleum plc - 24 Carden Place - Aberdeen - AB10 1UQ
Tel: #44 1224 652 810 (switchboard) - Fax: +44 1224 643 243
e-mail: faroe-petroleumEfaroe-petroleum.com - www.faroe-petroleum.com
2
a Á
Faroe Petroleum