leygardagur 27. november 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 228 - 27. november 2004
Nr. 228 - 27. november 2004
13
- Hvat vit fáa uppá
ein stamp í dag? Tú,
tað er øgiliga mis-
javnt. Tað er einki at
reypa av - eini 60
pund, kanska. Er tað
onkur, sum kemur á
eitt gott stað, so kann
hann fáa eini 200
pund. Men í miðal -
tja, tað liggur langt
undir 100 pund uppá
stampin, sigur útróð-
rarmaðurin, Hans
Odmar Højgaard
ÚTRÓÐUR
Snorri Brend
– Áh, nei og nei. Í dag
gongur ikki alt for væl.
Hygg, sært tú ikki?! Agnið
á húkunum er so øgiliga
fryst!
Tað er seinnapartur. Ar-
beiðsdagurin er skjótt lið-
ugur hjá teimum flestu, og
nú stendur vikuskifti fyri
framman.
Hesin kaldi, glerstoytti
og lítið áhugaverdi fríggja-
dagurin er um 16 tímar
gamal, tá eg koyri ein túr
oman á Vestaru bryggju í
Havn. Ørindini eru at fáa
eitt lítið prát við onkran
egnara.
Eg kann skjótt staðfesta,
at kavin hevur lagt sína
"køldu" hond oman á egn-
ingarvinnuna henda dagin.
Ikki ein einasti bilur er at
síggja frammanvert egn-
ingarskúrarnar, og heldur
ikki hómast nakað fólk,
sum henda dagin fæst við
egning. Ikki eitt.
Sum eg koyri út eftir
molanum síggi eg at ljós er
í einum av skúrunum. Í
roynd og veru einasta ljósið
henda dagin. Einasta ljósið,
sum ein boðberi um at her
verður í øllum førum ikki
hugsað um kava og kulda.
Ikki tikið fyrilit fyri fyri-
brygdum av slíkum slagi. Í
huganum er bert hetta eina:
At fáa egnt stamparnar, so
farast kann til útróðrar, so
skjótt sum líkindini verða
til tess.
Tað er bítandi kalt, og
hann sjálvur, altso veður-
maðurin hevur boðað frá
kulda niður í 8 stig í nátt.
Men her inni í kalda skúr-
inum stendur ein maður og
fæst við tað, honum líkar
best og sum hann sær fram
til: Hans Odmar egnir ein
stamp, samstundis sum
hann sær fram til løtuna, tá
hann enn einaferð kann
leggja frá landi við báti
sínum "Pandy".
Samstundis sum boðað er
frá hesum øgiliga kuldan-
um, so er líkt til at tað verða
líkindi at leggja frá landi í
nátt einaferð. Hann fer at
tjekka tey seinastu veður-
tíðindini av seinni í kvøld.
– Blíðkar hann veðrið, so
fari eg avstað!
Eingin fiskur
Hans Odmar Højgaard er
útróðrarmaður, og rør í dag
út einsamallur við "Pandy".
Henda fríggjadagin í
farnu viku, vit stukku fram-
við egningarskúri hansara,
var hann júst í ferð við at
egna sær eina línu. Hann er
einsamallur í skúrinum.
Har stendur eitt útvarp,
men tað er ikki tendrað.
Ljóðið frá frystigoymsluni
er hansara einasti fylgi-
sveinur í dag.
Hans Odmar egnir so
hugagóður. Hetta við út-
róðrinum er hansara lívs-
starv, men samstundis veit
hann alt um tey korini, sum
hann og starvsfelagar hans-
ara liva undir: Tann skift-
andi fiskiskapurin.
Teir kunnu minnast aftur
á tíðir, tá teir kundu fáa
fleiri hundrað pund av fiski
uppá stampin, men í dag er
øðrvísi. Nú er ein noyddur
at vera nøgdur við munandi
minni nøgdir, samstundis
sum alt annað hækkar.
Teir royna at finna fram
til tey støðini, har fiskurin
er, men fiskieydnan er ikki
altíð við teimum. Hjá teim-
um er tí neyðugt at fiska á
mongum ymiskum støðum,
hóast tað ikki allastaðir er
eins nógv at fáa.
Tá eg so spyrji Hans
Odmar, hvar ið mest er at
fáa í løtuni, kemur svarið
beinanvegin: "Tað er onga-
staðni nakað at fáa!"
60 punf uppá stampin
Hans Odmar hevur egnt
alla tíðina undir práti okk-
ara, og nú talan kemur inn á
nøgdirnar, steðgar hann eitt
sindur á. Hetta er nakað
sum harmar bæði hann og
hinar útróðrarmenninar.
– Hvat vit fáa uppá ein
stamp í dag? Tú, tað er øgi-
liga misjavnt. Tað er einki
at reypa av - eini 60 pund,
kanska. Er tað onkur, sum
kemur á eitt gott stað, so
kann hann fáa eini 200
pund. Men í miðal - tja, tað
liggur langt undir 100 pund
uppá stampin.
Hann hevur roynt ymsa-
staðni við línuni. Fyrr var
hann ofta á Føroyabanka,
men har er ikki loyvi at
royna. Tað longsta, hann nú
kann fara, er út á Skeiva-
banka. Um summarið hev-
ur hann onkutíð verið
vestan fyri Mykines við
snellu.
– Sum er liggur man bara
5 til 10 fjórðingar úr landi.
Eg brúki mest gággu til
agn, fyri at fáa tann góða
fiskin - serliga tann gráa
fiskin. Tað er øgiliga góður
prísur á honum, men tað er
tíverri bara so lítið til av
honum!
Hans Odmar er nú næst-
an
liðugur
við
henda
stampin. Eg takki fyri stutta
prátið, og fari útum aftur.
Kuldin er øgiligur, og
merkist beinanvegin. Inn-
an fyri í skúrinum er eisini
kalt, men her heldur ar-
beiðið fram uttan steðg.
Stampurin skal í frystirúm-
ið, og so verður farið undir
tann næsta.
Her er eingin steðgur.
Arbeiðið skal halda fram,
hóast nøgdirnar eru mink-
andi. Hetta tekur tó ikki
mótið frá Hans Odmari og
hinum føroysku útróðrar-
monnunum. Hóast baksið
halda teir á. Á snjóhvítum
vetri og á hásumri. Ár eftir
ár eftir ár. Uttan teir vóru
vit fátækari.
Hans Odmar Høj-
gaard heldur, at før-
oyska samfelagið er
ov følsomt til ta
stóru fremmandu
arbeiðsmegina
OLJA OG ÚTRÓÐUR
Snorri Brend
Í hesum døgum eru menn
farnir undir at gera klárt til
annað umfar av royndar-
boringum eftir olju á før-
oyskum øki.
Hetta hevur áhugan hjá
mongum føroyingi, og
Hans Odmar Højgaard
hevur eisini fylgt við í
hesum orðaskiftinum.
Og hann hevur eisini
gjørt sær sínar hugsanir
um Føroyar, skuldi borið
so á, at vit gerast eitt olju-
land einaferð í framtíðini.
– Tað er í fínasta slag við
tí. Men tað er bara tað, at
man má gera sær púra,
púra klárt, at okkara sam-
felag er so følsomt. Tað
tolir ikki, at man fær fleiri
hundrað fremmandar ar-
beiðarar til landið. Tað tol-
ir landið simpelthen ikki.
– Alt hetta fær so nógvar
fylgjur fyri okkara lítla
land, m.a. tey nógvu stoff-
ini og øll misnýtslan av
tablettum, og alt tað, sum
fylgir við tí. Tí hopi eg
ikki, at oljan fer at koma
uppá land í Føroyum, men
fer uppá land onkra aðra-
staðni - t.d. í Hetlandi,
sigur hann, og endurtekur
tað, hann segði í áðni:
– Hetta samfelagið er so
følsomt. Tað tolir ikki alt
hetta!
Hóast oljan kanska ikki
kemur uppá land í Føroy-
um, so væntar Hans Od-
mar kortini at føroyingar
fara at fáa nógv burtur úr
henni:
– Eg meini, – vit eiga jú
ráevnini, ikki sannheit. Og
so mugu hinir betala fyri at
fáa tey! Um tú so ikki fært
alt beløbið, so uppvigar
tað kortini tað, sum tú
missir, við at tú beheldir
nasjónina inntakta, ístaðin
fyri at alt fer í fillir. Fært tú
ikki alt, hvat ger so tað, um
tú bara kanst redda sam-
felagið?!
– Hopi ikki at olja kemur uppá land her
Blíðkar hann veðrið í nátt,
so fari eg avstað
- Tað er ongastaðni nakað at fáa, sigur útróðrarmaðurin, Hans Odmar Højgaard. Í dag má ein
vera nøgdur við 60 pundum uppá stampin
C
M
Y
K
13
12