týsdagur 18. desember 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Hvussu stórar eru Føroyar - nú ??
Arnstein Niclasen
Sum børn lærdu vit, at víddin
á Danmark var 43.000 km²,
Ísland 103.000 km², Svøríki var
450.000 km², meðan Grønland,
sum vit plaga at bera okkum
saman við, er - ja, come on -
heilar 2.200.000 km² til víddar!
Í meðan vit – søtt og
sorgblítt - syngja um okkara:
Prúða land mítt! Tær sum
havið kvøðu ber – um hesar
køldu klettarnar, ið einans eru
neyðars: 1.399 km² í vídd sam
bært almenn víddartøl(!).
Í 1791- 94 teknaðu og mátaðu
Chr. Ludv. von Born, komm
andantur, og sonurin Bernhard
upp kring landið og teknaðu
fittar siðsøguligar fólkalívs
myndir.
Í 1895-99 mátaði danska her
leiðslan
(generalstaburin)
máliborðskortini (í máti 1:
20.000) yvir allar Føroyar, og
teir komu tá til henda løgna
“Irma-prísin”: (nú brúkt av FK,
SMS ella IDÈ,) sum til víddar
taldi bara teprar: 1.399 km²!
Øll hini londini vera við
sóma - og prúð við - í bókum
talsett við stórum rundum tøl
um.
Ja, men, fylti ikki Mikkjal
Helmsdal og Landsverkfrøð
ingsstovnurin, ið tá var ein
evnaligur útinnandi, ráðgev
andi og eftirlits stovnur, ein
heilan hóp av havnarøkjum,
bátahavnum
o.a.m.,
sum
í
vatnrøttum høpi áttu at sæst
so miriliga aftur? (Talan jú um
vatnrætta
vídd,
horisontal-
projektión, við sjóvarmálan.)
Um generalstabs-garparnir
vóru líka fermir í geometrisk
um kynstri, sum teir royndust
okkum málfrøðiliga, er helst
ikki kannað til fulnar enn, tað
vit vita um. Táið tílíkir orða
lagsligir dýrgripir sum: Mygge
næs
(Mykines),
Andefjørd
(Dunaldur dunna?) og Lamme
æg (Eggin í Lamba) (sparl,
kanska?) sóu dagsins ljós.
Men aftur til hetta famøsa
talið: 1.399 km². Er hetta hósk
andi í dagsins dýra meldri – nú
ið okkara høga ting í jólahýri
tekur so “stórar beslutningar”?
Vit er jú ein serstøk tjóð (Pól
F.). Og okkara innari markn
aður er í mennandi mæti.
Pál Joensen (og Jon Hestoy,
kom í Guinness, ikki at for
gloyma)
kappast
millum
heimsins bestu á tí olympiska
blotanum. Tobbi talar toru
raddað yvir hav av røðini á
Lítla Dímun. Carl Johan’skur
orðafloymur (uhm-rímur-etc.)
geislar úr EU-metropolinum:
Brüssel. Jonhard díkir á litter
era lokomotivið í Vestmanna.
Og Todi var í fleiri ár - við sín
um vinstra yndisfóti - fremst
ur í FCK við sínum 67 málum.
Og fólkið ressast nú kring
landið til eina komandi fram
tíð. Við vinnuligari óvissu og
løgtingsvali fyri framman.
Millum óskiljandi skaldaav
rik og prísir, soltnar talur og
óinspirerandi klummur - með
an tó tann so unniligi “yndisligi
sangari Ísraels” Ingálvur av
Reyni fevnir fløvandi um fólk
og landið alt við síni silvur
rødd. Og tað er gott.
Aldri hava vit um lond gjørt
so nógv um okkum á altjóða
støði sum nú – teir politisku
landshøvdingarnir
flúgva
í
tørvi um tann ganska heim -
og har taka hesir “stórar be
slutningar”
við
heimsins
mongu veldi.
So vit eru als ikki so “for
nothing” - gott 50.000 - vænar
vestalinnur og leikalindir og
gløggir garpar á gosi. Jú, ikki
so dårligt, ha?
So, skulu vit tí ikki bara - nú
til jóla og uttan meiri háva í
sjálvgóðum gávuhýri - runda
henda eina tepra ferkilomet
urin upp til tað - heldur mætari
talið: 1.400 km² - ella kanska
meir?!
Góðar raðfestingar í Eysturoynni
Djóni Nolsøe Joensen,
løgtingslimur fyri
Javnaðarflokkin
Við fíggjarlógini fyri 2019 er
ætlanin at hækka játtanina til
fleiri vegir, stovnar og feløg í
Eysturoynni. Serliga fegnist eg
um hægri játtan til Rásina í
Saltangará, sum er eitt framúr
gott tilboð til okkara ungu, og
um neyðuga innkomuvegin til
Runavíkar.
Hægri raðfestingar
til børn og ung
Nú fíggjarnevndin hevur lagt
fram álitið fyri fíggjarlógina
2019, eru tað fleiri raðfestingar,
sum eg eri serstakliga fegin
um.
Fyrst og fremst fegnist eg
um, at tað er eydnast at fáa
eina hægri játtan til Rásina í
Saltangará.
Rásin er eitt heildartilboð til
ung við menningartarni, ið eru
liðug við fólkaskúlan, og eru
vit í Javnaðarflokkinum samd
um, at talan er um eitt gott
tilboð, sum vit ynskja at varð
veita og menna. Týsdagin í
vikuni var eg so heppin at fáa
næmingarnar á Rásini á vitjan
í løgtinginum, og eg havi eisini
fleiri ferðir verið og vitjað tey í
Saltangará. Tað er altíð ein
fragd at møta hesum lívsglaðu
menniskjum, og síggja hvussu
tey fáa læring til lívið við
dugnaligum
starvsfólkum
rundan um seg. Men tørvur er
á at betra um undirvísingar
umstøðurnar, og at víðka til
boðið, so enn fleiri kunnu fáa
gleði av Rásini. Tí fegnist eg
um, at meirilutin fegin vil rað
festa, at ferð verður sett á ar
beiðið,
so
at
fyrireikingar
kunnu verða gjørdar at fremja
ta verkætlan, sum leiðslan á
stovninum hevur arbeitt við.
Umframt Rásina eru tað
eisini aðrir felagsskapir, sum
hava fingið hægri játtan. Her
kann eg til dømis nevna KRIS
á Toftum, Skótarørsluna á
Selatrað, Frælsi á Eiði og
Beran, sum øll hvør sær gera
eitt stórt arbeiði fyri okkara
týdningarmesta
tilfeingi
-
børnini og tey ungu. Eisini Blá
krossheimið á Nesi er raðfest í
fíggjarlógini.
Betri vegir og tunlar
Ofta verður tosað niður á rað
festingar í asfalt og betong.
Men vit mugu ásanna, at skulu
vit trívast á einum plássi, er
tað
neyðugt
við
tryggari
ferðslu. Í nógv ár hevur tørvur
verið á at breiðka Selatraðar
vegin, og við eini játtan á 2 mió.
til hetta endamálið, verður
sjøtil nú settur á arbeiðið. 3
mió. verða settar av til viðlíka
hald av tunlum og brúm, og
aðrar 2 mió verða settar av til
at fyrireika tunnil úr Gøtudali
til Skálabotn. Nú tað í 2020
verður koyrandi millum Runa
vík og Tórshavn er tørvur á
betri vegakervi, millum annað
at leiða ferðsluna úr økinum
norðanfyri Gøtueiði um Skála
botn og eftir vestara armi á
Skálafjørðinum til Eysturoyar
tunnilin. Harumframt verða 4
mió raðfestar til innkomuvegin
í Runavík. Eitt arbeiði, sum má
gerast, og sum nú verður veru
leiki.
Við nýggja undirsjóvartunl
inum verður Eysturoyggin enn
tættari
høvuðsstaðnum.
Longu nú síggja vit, at hetta
hevur sett ferð á menningina í
oynni, og tað er eingin ivi um,
at henda gongdin heldur fram.
Tí er tað umráðandi, at vit
hugsa langt og at vit hugsa
bygdirnar og býirnar í Eystur
oynni inn í framtíðar miðstað
arøkið.
Eg gleðist um tær góðu rað
festingarnar, sum við hesi
fíggjarlógini fullu til Eystur
oynna, og eg fari framhaldandi
at arbeiða fyri, at virksemið í
Eysturoynni verður raðfest.
Og fólkið ressast nú kring landið
til eina komandi framtíð. Við
vinnuligari óvissu og løgtingsvali
fyri framman
Nú tað í 2020 verður koyrandi millum
Runavík og Tórshavn er tørvur á
betri vegakervi, millum annað at
leiða ferðsluna úr økinum norð
anfyri Gøtueiði um Skálabotn og eftir
vestara armi á Skálafjørðinum til Eysturoyar
tunnilin