Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Sólvá Lindenskov Róadóttir – Tá talan er um stig­mati­ sering, kanst tú koma inn á fleiri støði, eitt nú kanst tú nevna stigmatisering í sosialum samanhangi, sjálv-stigmatisering og strukturella stig­ma­ ti­ser­ing. Samfelagslig stig­mati­sering er hug­ burð­urin, sum al­menn­ ing­ur­in hevur til fólk við sálar­sjúku; sjálv-stigma­ ti­sering er til dømis, tá tú setir hesar hugsanir og fatanir av sálarsjúkum á teg sjálva, tá tú ert vorðin sjúkur. So koma vit inn á strukturella stigmati­sering, her er eitt ógvuliga gott dømi heilsu­skipanin, hvussu okkara skipan skilur tey, sum eru sálarsjúk burt­ur frá teimum sum eru sjúk, eitt nú við at vísa fólk við sálarsjúkum burt­ur frá likamligu sjúkra­stovun­ um. – Stigmatisering kann skapa diskriminatión, eitt nú um tú skalt hjálpa fólki sum er sjúkt, so kunna tey fáa heima­ hjálp. Men hetta er bert, um tú hevur eina likam­ liga sjúku, tí um tú í prinsippinum hevur eina sálarliga sjúku, fært tú ikki somu hjálpina, har tí tú verður biðin um at venda tær til tað al­menna ístaðin. So longu har skapa vit eina stigmati­ sering, sum so kann vísa seg at gerast diskrimi­na­ tión. Soleiðis greiðir Tor­ móð­ur Stóra, leiðandi yvir­lækni í psykiatri, frá. – Fyri at taka eitt dømi: Ein kvinna, sum ikki býr í høvuðsstaðnum, er boð­ in at koma saman við fólki, sum stríðast við tað sama sum hon. Hetta tilhaldið er bara tøkt í høvuðsstaðnum. Kvinn­ an hevur fingið staðfest demens, sum er ein sálar­ sjúka. Fyri at koma til til­ haldið má hon sjálv finna fart, tí tað almenna tekur sær ikki av tí. So kann man siga, at hevði hetta verið ein sjúklingur við likam­ligari sjúku, hevði bilur verið tøkur at koyrt per­sónin bæði til og frá við­gerðum. – Demens er ein sálar­ sjúka, sum vit ikki kunna basa. Tískil er tilhaldið ein hjálp fyri sjúklingin, men verður ikki sæð upp á sama máta av tí, at tað gerst trupult at skilja og soleiðis skapa vit bæði diskriminatión og stigmatisering við okkara sam­felagsbygnaði, sigur Tor­móður Stórá. Sálarsjúkur skula javnsetast við aðrar sjúkur Í Danmark høvdu tey eitt tíðarskeið tvær skaða­ stovur, eina til tey sum høvdu likamligar sjúk­ ur, og so eina til tey við sálarsjúkum. Hetta eru tey farin burtur frá aftur nú, tí tað vísti seg at skapa meira stigma til sálar­sjúk fólk. Tað virkaði so­leiðis, at tú skuldi vita, um tú hevði ilt likamliga ella sálarliga, áðrenn tú gjørdi av at ringja á skaða­stovuna fyri at tryggja tær, at tú ringdi rætt stað, tí tú fekk ikki somu viðgerð á báðum støð­um. – Uttan at tú hugs­ar um tað gerst hetta ein skipan­arlig ella bygnað­ ur­lig stig­ma­ti­sering. At tú ert noyddur at skilja millum sálarsjúku og likam­liga sjúku. Av tí sama hava vit í Føroyum arbeitt fyri at javnseta likamligar og sálarligar sjúk­ur. Hetta við at til dømis halda okkum til, at líka um tú ert likamliga ella sálarliga sjúkur, so er tað 1870 tú kann ringja til. Øll hoyra til somu skaða­ stovu, soleiðis at tað ikki verður sett skott ímillum, greiðir Tormóður Stórá frá. – Um vit skula av­ stigma­ti­sera, so eru vit noydd at seta fótin niður og siga nei. Um tú ert sjúkur, so ringir tú 1870, líka mikið um tú hevur ilt í maganum ella í sálini. Tað skula vit øll vita, um vit eru sjúk so ringja vit øll hatta nummarið. Vit gera ikki mun á, um tær bagir eitt ella eitt annað, sigur Tormóður Stórá. – So er tað uppgávan innan­hýsis hjá skipanini at stilla viðkomandi víðari til rætta stað. Tað er ikki uppgávan hjá sam­felag­num at skilja sundur, hvør hoyrir hvar, tí tað er at stigmatisera. Tá talan er um avstigmati­sering er tað ikki nokk bara at upp­lýsa fólk, tú noyð­ ist eisini at hyggja eftir bygnaðarligum skipa­ num, sum kunna eggja til stigmatisering og bróta tær niður. Til dømis nyttar tað ikki at siga, at sálar­sjúkur skula setast javnt við aðrar sjúkur, og so siga, at um tú ert sálarsjúkur, so skal tú ringja eitt annað nummar enn øll hini. So er tað jú SÁLARSJÚKUR SKULA AVSTIGMATI­SERAST OG JAVNSETAST – Stigmatisering kann skapa diskriminatión, eitt nú um tú skalt hjálpa sjúkum fólki, so kunna tey fáa heimahjálp. Men bara um tú hevur eina likamliga sjúku. Hevur tú eina sálarliga sjúku, fært tú ikki somu hjálpina. Tá verður tú biðin um at venda tær til tað almenna ístaðin. So longu har skapa vit eina stigmatisering, sum so kann vísa seg at gerast diskriminatión, sigur Tórmóður Stórá, yvirlækni í psykiatri á Landssjúkrahúsinum