Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Gransking hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark vísir, at børn, sum missa annað av foreldrunum, seinni í lívinum eru í øktum vanda fyri at skiljast í hjúnarlagi, og gransk­ingin vísir eisini, at nógv børn, sum hava mist annað av foreldrunum, ikki taka eina útbúgving. Úrslitini í granskingini vísa, hvussu stóran týdn­ ing tað hevur, at tey vaksnu, sum eru um børn­ini, er íklødd til at hjálpa børnunum gjøgn­ um sorgina. Tá børn missa annað av foreldrunum tíð­liga í lívinum, er hetta ein ein av mest stress­aðu og skelkandi upp­liv­ing­un­ um, sum eitt barn kann koma út fyri. Flestu børn koma gjøgnum sorgina við stuðli frá familju og vin­ um, men nøkur uppliva av­leiðingar av missinum langt fram í tíðina. Nýggja granskingin fevnir um øll børn undir 18 ár, sum hava mist annað av foreldrunum – líka­mikið, hvør orsøkin var til missin. Stór kanning Granskarar hava nevni­ liga fylgt 1,5 miljónum børn­um í donsku heilsu­ skrá­setingini, og hetta ger kanningina til ta størs­tu av sínum slag. Úrslitini vísa, at tá børn­ini gerast vaksin, kann missurin av tí eina for­eldrinum ávirka teirra lív á fleiri økjum. Hesi børn eru eitt nú í øktum vanda fyri at skiljast úr sín­um hjún­ar­ lagi, og gransk­ingin vísir, at vandin fyri skilnaði veks­ur sjey prosent fyri gent­ur og 13 prosent fyri dreingir. Sterkasta ávirkanin sæst millum børn, har ann­að av foreldrunum doyði fyri egnari hond. Samanborið við sínar javnaldrar eru tað eisini færri, ið missa annað av for­eldrunum, sum taka eina útbúgving. Hetta er galdandi bæði fyri fólkaskúlan, ung­ dóms-ella vinnufakliga út­búgv­ing, styttri víðari útbúgving og eina miðal- ella longri fram­halds­út­ búgving. Serliga dreingirnir Tað vísir seg serliga millum dreingirnar, at trupult er at røkka einari út­búgving, tá teir missa annað av foreldrunum. Granskingin vísir eitt nú, at 26 prosent av dreingj­un­um og 17 pro­ sent av gentun­um hava verri við at røkka einari bache­lor -út­búgv­ing enn dreing­ir og gent­ur annars. - Í síni heild vísir gransk­ingin, hvussu týdn­ing­ar­mikið tað er, at hond verður tikin um børn, sum missa annað av foreldrunum. Nøkur børn megna ikki at bera miss­in einsamøll, og vandi er fyri, at hetta ávirkar børnini alt lívið, sigur sálarfrøðingurin og ph.d.-lesandi, Bever­ley Lim Høeg, sum starv­ast hjá Kræftens Be­kæmpel­ ses Center fyri Krabba­ meins­gransking. Tað eru Beverley Lim Høeg og Pernille Envold Bidstrup, sálarfrøðingur og bólkaleiðari, sum hava staðið á odda fyri um­ røddu gransking. Eitt gott lív Í kanningini av parlagi og skilnaði millum vaksin, er niðurstøðan, at tað at missa annað av for­eldrunum sum barn hevur stóran týdning fyri eitt parlag sum vaksin. - Nógv av tí, sum mynd­ar okkara vaksna lív, hevur sítt grundarlag í tíðini sum barn, og her hava bæði foreldrini ein týdn­ingarmiklan leiklut. Mátin, vit knýta okkum til onnur menniskju, bæði kensluliga og atferðarliga, verður eitt nú mentur við samveru og tilknýti til foreldrini. Tað er helst broytingin í hesum til­ knýti, sum hevur ein leik­lut, tá børnini gerast vaks­in, sum ger, at tey lættari kunnu koma út í hjúnarskilnað, sigur Bever­ley Lim Høeg.  Útbúgvingarstigið Granskararnir hava eisini valt at kanna, hvu­ssu støðan er við út­búgv­ingum hjá vaks­ num, ið mistu annað av foreldrunum sum børn, tí útbúgving kann hava týdning fyri teir møgu­ leikar, sum hesi fáa í lívi­ num. - Vit vita, at út­búgv­ ingar­stigið kann hava týdn­ing fyri tað arbeiði, tú fært, inntøku og sosialu støðuna annars. Hetta kann eisini hava týdn­ing fyri likamligu og sálarligu vælveruna og lívsdygdina – og fyri, hvussu langt og gott lívið verð­ur. Beverley Lim Høeg sigur, at úrslitini av gransk­ingini eru týdn­ ingar­mikil, tí tey vísa, at neyðugt er at tryggja, at tey børn, sum missa annað av foreldrunum, hava somu møguleikar sum onnur børn til eitt gott lív. Ílatin til hjálp - Øll, bæði læknar, heilsu­ starvsfólk, lærarar og náms­frøðingar, sum møta børn­um, ið hava mist annað av foreldrunum, skulu vera ílatin til at hjálpa, um barninum tørv­ar hjálp, sigur Per Bøge, sum er økisleiðari á deildini hjá Kræftens Be­ kæmpelse fyri sjúklingar og avvarðandi, sum júst arbeiðir við stuðli til børn í sorg. Sjálvur hevur hann luttikið í nýggju gransk­ ingini, og hann hevur eisini staðið á odda fyri ar­beiðnum at gera eina ætlan, sum kann hjálpa børn­um, ið hava mist annað av foreldrunum. Henda ætlan kann eitt nú brúkast í skúlum kring um í landinum, og ein dagførd ætlan skal eisini kunna brúkast um alt landið. - Tað er ofta í skúla­ num, at sorgin hjá børn­ un­um gerst sjónlig. Tað kann vera trupult hjá børn­um at hugsavna seg í tímunum; tey kunnu missa motivatióna, og tey kunnu kenna seg sett uttan­fyri, sigur Per Bøge.  Kelda: www.cancer.dk BØRNUNUM TØRVAR HJÁLP TIL AT FÓTA SÆR Í LÍVINUM Børn, sum missa annað av foreldrunum, hava í summum førum brúk fyri fakligari hjálp til at arbeiða við sorgini. Missurin kann nevniliga geva barninum mein, sum eisini kann ávirka teirra vaksna lív Tá børn missa annað av foreldrunum tíðliga í lívinum, er hetta ein ein av mest stressaðu og skelkandi upplivingunum, sum eitt barn kann koma út fyri