týsdagur 18. desember 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
– Vit ætla okkum at bera
skjótt at.
Tað sigur Hákun Djur
huus, stjóri í SEV, nú Løg
tingið hevur samtykt, at
SEV skal fáa loyvi til at
lækka streymprísin hjá
teimum, sum hava hita
pumpu og elbil.
Men
tað
er
bara
streymurin til hesi bæði
endamálini hjá einum
húski, sum lækkar, tí
prísurin á streymi til øll
onnur endamál hjá húski
num verður tann sami
sum hjá øllum øðrum.
Løgtingið hevur sam
tykt, at prísurin á streymi
til elbilar og hitapumpur
kann í mesta lagi lækka
40 oyru fyri kilowattið,
umframt mvg, ella 50
oyru tilsamans.
Tíðliga næsta ár
Hákun Djurhuus sigur,
at tey hava bíðað eftir at
hetta málið fór at vera
avgreitt og nú fara tey at
gera tær fyrireikingarnar,
sum krevjast, so at hetta
kann setast í verk.
Nær tað verður sett í
gildi, dugir hann ikki at
siga akkurát, men hann
sigur, at tey ætla at gera
so skjótt av sum tilber,
so hann væntar, at tað
verður longu í fyrsta
ársfjórðingi næsta ár, at
skipanin er klár at seta í
verk.
Av tí at hetta hevur
verið væntandi í eina tíð,
hava tey kortini gjørt
nakað av fyrireikunum,
men tað er ikki fyrr enn
nú, málið er samtykt,
at tey kunnu fara undir
endaligu
fyrireikingar
nar, tí tað er heldur ikki
fyrr enn nú, at tey vita
akkurát, hvat tey hava at
halda seg til.
Hvussu stórur avslátt
urin verður, dugir stjórin
í SEV ikki at meta um enn,
tí hann sigur, at tað skal
fyrst roknast út og síðani
skal tað samtykkjast í
nevndini.
Harumframt
skal eitt uppskot til av
sláttur snikkast saman til
elveitingarlitið, sum skal
góðkenna prísin.
Tað er ikki sannlíkt,
at avslátturin verður 50
oyru fyri kilowattið, men
hann sigur, at ætlanin er
at hava ein avsláttur, sum
merkist rættiliga, og sum
ger mun hjá fólki.
– Fáa fólk ikki ein
munagóðan avsláttur, er
einki endamál við hesum
yvirhøvur, leggur hann
afturat.
Men av tí, at tað ikki
er greitt, hvussu stórur
avslátturin er, ber heldur
ikki til at siga, hvussu
stór, sparingin hjá fólki
við hitapumpu og elbili,
verður.
Nakrar eyka útreiðslur
Fyri at kunna fáa bíligari
streym, skulu fólk hava
ein málara afturat, men
hann leverar SEV. Men
elarbeiðið
heima
hjá
fólki skal gerast eftir
ávísum forskriftum, og
tey boðini skulu eisini út
til elinnleggjarar.
Men tá ið fólk fáa sær
hitapumpu, verður nakað
av
hesum
arbeiðnum
gjørt undir øllum um
støðum, so hóast fólk
skulu sjálvi rinda fyri
okkurt elarbeiði heima
hjá sjálvum fyri at fáa
bíligan streym, ber illa til
at siga, hvussu nóv talan
er um.
Tó er tað vist, at um
framt málara, sum SEV
leverar ókeypis, skulu
hava eina rammu til
tann
nýggja
málaran,
og tað, vit hava fingið
upplýst, kostar hon ein
ar 1200 krónur, og tað
verður í øllum førum ein
meirkostnaður hjá fólki,
sum vilja hava bíligan
streym til elbil og hita
pumpu.
Ikki fyri øll
Í sambandi við viðgerðina
í Løgtinginum um hetta
málið, vóru tað nakrir
politikarar, sum hildu, at
vil SEV geva avsláttur,
eiga øll at fáa avsláttur,
og ikki bara ein úrvaldur
bólkur av fólki. Eitt nú
hevur verið tosað um at
SEV kann lækka prísin
um náttina, tí so kunnu
fólk vaska klæðir, ella
vaska upp, fyri bíligan
streym um náttina.
Men Hákun Djurhuus
sigur, at hetta er ikki
nakað, sum liggur í kort
unum.
– Vit hava ongan av
lopsstreym til slík enda
mál sigur hann. Hann
sigur, at tað góða við
vatnorku og oljuriknum
elverkum,
er,
at
tey
leggast meir ella minni
still, tá ið tørvurin á
streymi minkar, eitt nú
um næturnar, og sostatt
fer ongin orka til spillis.
Nógva staðni úti í
heimi har hava kjarn
orkuverk og kolrikin el
verk, ber hetta ikki til tí
tey gera streym við eini
javnari megi alla tíðina
og tað ber ikki til at seta
VIT ÆTLA OKKUM
AT BERA SKJÓTT AT
BÍLIGUR STREYMUR Tað verður tíðliga næsta ár at tey, sum
hava hitapumpu og elbil, fara at fáa bíligari streym frá SEV