týsdagur 18. desember 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
– Hetta er avgjørt eitt
stórt stig á rættari leið.
Kári Mortensen, leið
ari á orkudeildini á Um
hvørvisstovuni,
tekur
fult undir við, at SEV nú
fær heimild til at selja
bíligari streym til elbilar
og hitapumpur.
Í Føroyum eru eini
18.000 húski og tað eru
gott og væl 1.000 hús
kring landið, sum hava
hitapumpu, og sum so
statt ikki hava oljufýr.
Av teimum eru tað
stívliga 300 hús, sum
hava jarðhita og restin
hava so luft til vatn hita
pumpur.
Fer at gagna øllum
Kári Mortensen heldur,
at tað fer at gagna øllum
teimum, sum leggja um
til grøna orku, at tey
nú fara at fáa bíligari
streym.
Og hann leggur aftur
at tað loysir seg ikki
bara
umhvørvisliga,
men eisini fíggjarliga at
leggja um til jarðhita og
aðrar grønar orkukeld
ur.
Sostatt
vísir
Kári
Mortensen páhaldinum
hjá fleiri politikarum
aftur. Tá ið Løgtingið
viðgjørdi uppskotið at
lata fólk við elbili og
hitapumpu, fáa bíligan
streym, vóru tað nevni
liga fleiri politikarar,
sum førdu fram, at hetta
fer bara at gagna teim
um vælbjargaðu, tí tað
eru ikki pensjónistar,
og onnur láglønt, sum
hava ráð at fáa sær hita
pumpu.
– Hetta er eitt páhald,
sum er heilt burturvið,
heldur Kári Mortensen.
Hann sigur, at tað
er nettupp tann stóra
oljurokningin, sum er
ein av orsøkunum til
pensjónistar, og onnur
láglønt, ikki hava ráð til
nakað sum helst.
Hansara góðu ráð eru
at tey sleppa sær av við
oljufýrið sum skjótast
og fáa sær eina hita
pumpu, tí so spara tey
pengar, hvønn einasta
mánað.
Loysir seg væl
Tað eru nógvir politikar
ar, sum føra fram, at hús
skulu vera væl isolerað
fyri at fáa nakra nyttu
burtur úr eini hita
pumpu.
Kári Mortensen sigur,
at hendan grundgev
ingin kann eisini vend
ast við. Ein hús, sum
eru illa isolerað, brúka
nógva olju. Og tess meiri
olju eini hús brúka, tess
størri er sparingin við
at fáa sær hitapumpu,
og tess skjótari er íløgan
spard inn aftur.
Og hann leggur aftur
at, at tað er ómetaliga
sjáldan, at tað ikki er ein
sparing í at leggja um til
jarðhita.
– Tað eru húski sum
rinda 3000 krónur í olju
um mánaðin og tað er
ríkiligt til at fíggja eina
jarðhitaskipan. Gjaldið
til hitaskipanina verð
ur allarhelst minni um
mánaðin enn oljurokn
ingin er, og upp á minni
enn tíggju ár er jarðhita
skipanin afturgoldin, so
víst er tað ein íløga, sum
loysir seg fíggjarliga,
sigur Kári Mortensen.
Hann
ásannar,
at
tað
eru
nógv
sum
aftra seg við at fáa sær
hitapumpu, tí tað kostar
nakað
yvir
100.000
krónur, og tað er ein
rokning,
tey
ógvast
við. Men verður rokni
stykkið gjørt upp, er tað
ein íløga, sum loysir seg
væl, leggur hann aftur
at.
– Men lækkar prísur
in á olju nakrar krónur
aftur, er myndin sjálv
andi øðrvísi. Men við tí
oljuprísi og streymprísi,
sum er nú, er ein hita
pumpa ein góð íløga.
Tað er ein spurningur
um at húsast væl við
teimum pengum, ein
hevur til taks, sigur
leiðarin á orkudeildini á
Umhvørvisdeildini.
–
Harafturat
økir
hitapumpan eisini um
virðið á húsunum, legg
ur hann afturat.
Kári
Mortensen
væntar eisini, at Magn
og Effo fara at bjóða
fólki skipanir, har olju
feløgini seta alla hita
pumpuskipanina
upp
fyri fólk, og so rinda fólk
feløgunum eitt gjald
hvønn mánað, sum ikki
er størri enn oljugjaldið,
helst minni.
– Hetta er ein skipan,
oljufeløgini kunnu fara
undir í morgin, vilja tey
tað. Men gera tey ikki
tað, vænti eg, at onkur
annar sær møguleikan í
hesum, sigur hann.
Beinleiðis skeivt
Eitt
fyrivarni,
fleiri
politikarar
hava,
er,
at tað nyttar einki hjá
fólki at leggja um til
hitapumpu, tí ein stórur
partur av streyminum
frá SEV, er gjørdur við
tungolju á Sundi. Sostatt
verður oljunýtslan bara
flutt frá hvørjum ein
støkum húski, niðan á
SEV verkið á Sundi.
– Hatta er beinleiðis
skeivt. Sum støðan er
nú, er tað rætt, at eitt
húski, sum brúkar trý
tons av olju um árið,
og sum leggur um til
hitapumpu,
í
stóran
mun flytir oljunýtsluna
niðan á Sund. Men olju
nýtslan minkar niður
í 700 kilo um árið og
sostatt
minkar
olju
nýtslan minst tvey tons
og sostatt minkar Co2
útlátið eini 70 prosent.
Eyðvitað er tað um
veturin at hitapumpan
brúkar mest. Men tað
er eisini um veturin, at
vit hava nógv mest av
vindorku og vatnorku,
so tá er framleiðslan
av streymi eisini nógv
grønari enn um sum
marið.
Hinvegin er gongdin
eisini tann, at um tvey
ár
eru
tvær
stórar
vindmyllundir
klárar
at taka í brúk og tá fer
framleiðslan av strey
mi næstan at verða tví
faldað.
– Hevur eitt stórt tal
av fólki ikki lagt um
til hitapumpu tá, fer
ein stórur partur av
tí orkuni, sum kemur
afturat, at fara fyri
skeyti, tí tað ikki er nokk
av brúkarum, sigur Kári
Mortensen.
– Tí er avbjóðingin
at fáa talið á brúkarum
upp fyri at fáa brúkt
vindorkuna, heldur enn
at brenna alla oljuna,
leggur hann afturat.
Tað er ein sparing
hvønn einasta dag
BÍLIGUR STREYMUR Leiðarin á orkudeildini hjá
Umhvørvisstovuni afturvísir nógvum av tí, politikarar siga
SJÁLDAN
Tað er ógvuliga sjáldan, at tað ikki loysir seg væl hjá
fólki at fáa sær hitapumpu, sigur Kári Mortensen,
leiðari á orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni
framleiðsluna upp ella
niður, alt eftir, hvussu
nógvari orku, brúk er fyri,
sigur Hákun Djurhuus.
Tí hava tey summ staðni
gjørt
skipanir,
har
streymurin er bíligari um
náttina fyri at avmarkað
avlopsorkuna, sum fer til
spillis.
Mugu ganga
hond í hond
Tað, sum kjakið í Løgting
ið í stóran mun, snúði seg
um, var, at tað er eingin
nytta í at eggja fólki at
fáa sær elbil og hita
pumpu, tí SEV brúkar so
nógva olju, at gera streym
við. Sostatt Føroyar einki
grønari av at fólk fáa
sær elbil og hitapumpu,
oljunýtslan verður bara
flutt frá hvørjum ein
støkum húski í Føroyum,
yvir á elverkið á Sundi,
ella í Vági, sum bæði
brúka olju.
Hákun Djurhuus er
ósamdur í hesum. Hann
sigur, at beint í løtuni er
hetta partvís rætt. Men
almenni politikkurin er,
at í 2030 skal øll orku
nýtsla á landi vera frá
grønum orkukeldum, og
gongdin er eisini tann
vegin.
– Sostatt hava fólk
eina trygd fyri, at í 2030
er øll orkunýtsla grøn.
Men skal tað eydnast, er
tað eisini neyðugt, at fólk
leggja um til grøna orku
so líðandi, og ikki bíða til
aftan á 2030. ‘
– Skulu øll bíða til 2030
við at leggja um, verður
nógv
avlopsorka
hesi
næstu árini, so hvørt sum
framleiðslan av grønari
orku mennist, og fyri at
sleppa undan tí, er tað
neyðugt at bæði fram
leiðsla, og nýtsla, grønk
ast í senn, sigur stjórin í
SEV.
ÓVIST
Tað er óvist, hvussu stóran avsláttur tey fara at fáa í
prísinum á streymi, men talan verður um ein munagóðan
avsláttur, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV
Skal tað
eydnast, er tað
eisini neyðugt,
at fólk leggja
um til grøna
orku so líðandi