týsdagur 18. desember 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐARGREIN
Sjúrður Skaale
Nógv mundu stúrsa við, tá
tað ið farnu viku gjørdist
alment, at eitt einastand
andi tilboð frá Novo Nord
isk-grunninum, sett fram á
stórum fundi í Havn 14. juni,
var vrakað av Heilsumála
ráðnum.
Eg havi gjøgnum mítt
arbeiði kent til tilboðið frá
Novo í eina tíð, men tilvitað
ikki sagt eitt orð um tað. Eg
veit nevniliga av ringum
royndum, at eitt tað ringasta,
sum kann henda fyri eitt
mál, er at ”politikkur kemur
í”, sum vit siga. Tá flytir fok
us frá málinum til tann poli
tiska boksikampin – og so
kann alt enda í ongum.
Men nú gevur tað onga
meining longur at tiga fyri
ikki at órógva. Tí nú er poli
tikkur komin í málið. Poli
tikkur, har skeivar fortreytir
verða settar upp, og fólk
verða villleidd. Politikkur,
sum er um at forkoma
einum einastandandi møgu
leika fyri at bøta um støðu
na hjá fleiri túsund dia
betessjúklingum og skapa
nýggj størv innan gransking
í Føroyum. Forkoma møgu
leikanum fyri at lyfta før
oyska heilsugransking upp
í nýggjar hæddir. Fyri at
styrkja føroyska heilsurøkt.
Og, ikki minst, fyri at styrkja
føroyskan búskap.
Eg giti, at tað kann bjarg
ast enn. Men so má politikk
urin broytast sum skjótast.
Tí henda grein.
Eg taki við hesum av inn
bjóðingini um at luttaka í tí
kjaki, sum landsstýriskvinn
an hevur sagt nú skal vera
um málið – og eisini sjálv
hevur sett í gongd.
Frá nei til kanska
Tíðarlinjan í hesum málinum
talar væl fyri seg.
14.
juni
hevur
Novo
Grunnurin fund við Heilsu
málaráðið, har ambitión
in um m.a. eitt diabetes-
sentur í Føroyum – fíggjað
av grunninum – verður løgd
fram. Við er landsstýris
kvinnan, leiðslan fyri sjúkra
húsverkið og leiðslan fyri
diabetes-viðgerð í Føroyum.
Heilt fram til 22. novem
ber – í meira enn fimm mán
aðir – fær Grunnurin einki
svar.
23. november kemur so
eitt ógvuliga stutt og kubb
ut svar, har tað stendur, at
”Heilsu- og innlendismál
aráðið ikke på nuværende
tidspunkt vil arbejde videre
med forslaget om at indgå
i et samarbejde med Novo
Nordisk Fonden indenfor
diabetesbehandling.”
Eingin faklig, fíggjarlig
ella politiskt orsøk verður
løgd við svarinum. Eingin er
hoyrdur, áðrenn svarið verð
ur sent. Svarið er einki uttan
eitt turt ”nei takk”.
Tá hugsað verður um, at
fundurin 14. juni var stórur,
drúgvur og fjølmentur, má
hetta svarið næstan kallast
ófólkaligt. Men tað er ið
hvussu er greitt: Nei takk!
Men 7. desember – also
tvær vikur seinni – er málið
komið fram í miðlunum.
Fólk eru á gosi – og nú sigur
landsstýriskvinnan brádliga,
at hon als ikki hevur sagt nei
takk við Novo-grunnin. Hon
hevur bara svarað, sum hon
gjørdi, tí málið ikki er búgvið
at viðgera. Men tað verður
tað eftir nýggjár – tí tá skal
tað kortini viðgerast.
Eitt er heilt greitt: Lands
stýriskvinnan
hevði
ikki
svarað, sum hon gjørdi 23.
november, um hon tá ætlaði
sær at viðgera málið í januar
– also fimm vikur seinni.
Hon er altso bakkað. Al
ment trýst hevur fingið hana
at draga í land. Og tað er gott.
Men tað er als ikki nóg
gott!
Tí framvegis er einki nýtt
skriv farið til Novo-grunnin,
sum sigur, at vit faktiskt al
líkavæl fara at viðgera teirra
tilboð – í januar. Almennu
boðini um, at føroyingar ikki
eru áhugaðir, standa fram
vegis við.
Og tað, Sirið Stenberg sig
ur, nú hon eftir alment trýst
leggur upp til eina almenna
viðgerð av málinum, bendir
ikki á, at hon ætlar at broyta
sína avgerð.
Falskar treytir
Í samrøðu við útvarpið 7. de
sember hevur hon ikki eitt
einasta positivt orð at siga
um tilboðið frá Novo, men
rør hinvegin greitt framund
ir, at siga vit ja, kann hetta
vera fyrsta stig til at lata
medisinalfyritøkur taka ræði
á okkara heilsuverki.
Millum nógv annað orðar
hon seg soleiðis: ”mann skal
vita tað, at vissi hetta er tann
leiðin mann ætlar at fara, so
kann tað vera, at sami leistur
verða brúktur innan fleiri
onnur øki í heilsuverkinum.
Og tað er ein spurningur, um
vit sum samfelag halda, at
tær stóru medisinalfyritøk
urnar skulu vera heilt inni í
okkara heilsuverki, ella vit
sjálv skulu vera tey, sum
taka avgerðir og seta treytir”.
Um hetta er spurningurin,
er svarið sjálvandi einfalt: Vit
skulu siga nei við Novo og
ráða sjálvi!
Problemið er, at hetta ikki
er spurningurin. Sirið setur
falskar treytir upp.
Fáar dagar seinni sigur
partakvinnan hjá Sirið, Ann
ita á Fríðriksmørk í lesara
brævi, at treytin hjá Novo
Grunninum fyri at gera sína
stóru íløgu í Føroyum, er, ”at
føroyska heilsuverkið brúk
ar fyritøkuna.”
Tað er eisini ósatt.
Annita sigur eisini, at
hetta snýr seg um, hvørt
mann ”skal lata privatar fyr
itøkur koma inn í leiðsluna í
føroyska heilsuverkinum.”
Tjóðveldiskvinnurnar
siga sostatt, at hetta snýr seg
um at verja føroyska fólka
ræðið móti eini altjóða fyri
tøku, sum vil taka okkum av
ræði. Og kemur ein fyritøka
inn, standa aðrar klárar.
Fleiri onnur tjóðveldisfólk
fara eisini á netið og mála ta
mynd, at tilboðið frá Novo er
ein hóttan.
Skeiv svar
Tríggir løgtingslimir seta síð
ani Sirið Stenberg eina røð
av spurningum um málið,
og svarini koma hósdagin 13.
desember.
Men í staðin fyri at nýta
hetta høvi til at greiða frá
ætlanunum,
tekur
Sirið
Stenberg upp í saman, at
”Fyrispurningurin frá Novo
Nordisk Fonden snúði seg
um, hvørt tað var áhugi fyri
einum møguligum komandi
samstarvi millum føroyskar
heilsumyndugleikar og Novo
Nordisk Fonden.”
Sirið sigur í svarunum
einki um, hvat hetta ”møgu
liga samstarv” skuldi snúgva
seg um. Sambært svarunum
er alt so luftigt, at eingin
kann taka støðu til tað. Men
kortini endurtekur lands
stýriskvinnan eisini í somu
svarum, at eitt møguligt
Snýr seg ikki um
byggja diabetes
miðstøð í Føroyum
Í sínum svarum til Løg
tingið ger Sirið Stenberg
púra greitt, at ”fundurin
okkara millum snúði seg
ikki um at byggja eina
miðstøð fyri diabetes í
Føroyum.”
Tað hóskar ikki bara
illa saman við tí, onnur
hava sagt. Tað hóskar
faktiskt eisini illa saman
við tí, sum Sirið sjálv
hevur sagt. Tí í drúgvari
samrøðu við útvarpið 12.
desember tosaði sama
Sirið fleiri ferðir um eitt
tilboð. Hon segði m.a.
hesi orð: ”Á tí kunnandi
fundinum, sum var her,
tá varð tað bara snakka
um eitt tilboð, sum var
ein diabetesmiðstøð inni
á sjúkrahúsverkinum.”
NOVO má hava nýggj b
Handfaringin av tilboðnum frá Novo-grunninum er merkt av ósannindum, illgitingum og
atgerðarloysi. Tað kann bæði kosta okkum ein viðgerðardepil fyri fólk við sukursjúku og tíggjutals
milliónir til heilsugransking. Nú má landsstýriskvinnan broyta kós – ella takast av ræði
Á fundi við grunnin 28. september upplýsti Jannik Hilsted, leiðari, at grunnurin
hevði sett fram tilboð um at byggja eitt diabetes-sentur í Føroyum, men ótolnaðist
eftir svari. Honum bleiv so lovað, at Landsstýrið skuldi fáa boðini