týsdagur 18. desember 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147
TÍÐARGREIN
samstarv við Novo-grunnin
hevur við sær eina røð av
”prinsipiellum og etiskum
spurningum, sum vit ikki
hava svar uppá í løtuni”.
Also: Vit hava einki ítøki
ligt tilboð fingið. Men kortini
er nógv at stúra fyri. Bæði
prinsipielt og etiskt.
Men hvat er tað, vit skulu
óttast, tá einki ítøkiligt tilboð
er komið? Og hví koma fýra
fólk frá Novo Grunninum til
Føroya at hava stóran fund
við nógv fólk, tá tey einki
ítøkiligt hava við sær?
Tað ljóðar løgið. Og tað
passar illa saman við tí, sum
Jens Andreassen, serlækni
við evstu ábyrgd av diabetis
viðgerð í Føroyum, sigur við
útvarpið 10. desember:
”Teir vildu bjóða okkum
at lyfta alt diabetes viðgerð
arøkið upp á hægri stig”, ger
hann greitt, og umrøður
ítøkiliga ein depil.
Sambært Jens undrast
fleiri fólk á fundinum á
góðu,
ítøkiligu
tilboðini
frá
Novo-grunninum.
Andlitsbrøgdini
søgdu
”passar hetta virkuliga, at
tit koma og bjóða okkum alt
hetta”. Soleiðis segði Jens seg
uppliva tað.
Men í sínum svarum til
Løgtingið leggur Sirið Sten
berg dent á, at einki ítøkiligt
tilboð er komið um nak
að. Hon ger púra greitt, at
”fundurin okkara millum
snúði seg ikki um at byggja
eina miðstøð fyri diabetes í
Føroyum.”
Tað hóskar ikki bara illa
saman við tí, onnur hava
sagt. Tað hóskar faktiskt eis
ini illa saman við tí, sum Sirið
sjálv hevur sagt. Tí í drúgvari
samrøðu við útvarpið 12.
desember tosaði sama Sirið
fleiri ferðir um eitt tilboð.
Hon segði m.a. hesi orð: ”Á
tí kunnandi fundinum, sum
var her, tá varð tað bara
snakka um eitt tilboð, sum
var ein diabetesmiðstøð inni
á sjúkrahúsverkinum.”
Tað er ikki lætt at síggja,
hvussu hetta hongur saman
við teimum svarum, sum
landsstýriskvinnan
gav
Løgtinginum 13. desember.
Tað virkar næstan sum um,
at hon segði eitt við Kring
varpið og eitt annað við Løg
tingið. Men tað mugu onnur
meta um.
Suspektur grunnur
Tað líktist ongum, at Novo
Grunnurin einki svar fekk í
fimm mánaðir.
Knortluta svarið, grunn
urin so fekk 23. november,
líktist heldur ongum.
Men tað, Sirið, Annita og
onnur tjóðveldisfólk síðani
hava sagt, er tað ringasta.
Tey hava nevniliga tilvitað
gruggað málið, og sett Novo-
grunnin í ringt ljós við at
gera hansara ætlanir illgrun
asamar.
Og tað hava tey gjørt við
illgitingum og ósannindum.
Tað er fyri tað fyrsta ikki
børsskrásetta
fyritøkan
Novo, sum bjóðar sær at
gera íløguna í Føroyum. Tað
er Novo Grunnurin. Og har
er stórur munur. Ein fyritøka
ger íløgur fyri at fáa hand
ilsligt avkast. Tað ger ein
grunnur ikki. Ein grunnur
ger íløgur fyri at sýna sosiala
ábyrgd og soleiðis vinna sær
gott umdømi og vælvild.
Tá Mærsk A/S ger íløgur í
eitt skip, er tað fyri at tjena
pengar. Tá Mærsk-grunnurin
ger íløgur í Salt á Tvøroyri,
fornminni í Koltri ella stólar
í Norðurlandahúsinum, er
endamálið eitt annað.
So er eisini her. Novo-
grunnurin er størsti eigari av
fyritøkunum Novo Nordisk
A/S og Novozymes A/S, sum
annars hava stóran altjóða
eigaraskara. Grunnurin lutar
hvørt ár út stórar upphæddir
til heilsuviðgerð og -gransk
ing.
Bara frá 2010 til 2017 hevur
grunnurin latið meira enn 16
milliardir krónur til hesi end
amál í norðurlondum. Og tað
er gjørt uttan handilsligan
vinning fyri eyga.
Fyrr í ár bleiv ein nýggj
strategi løgd, sum hevur við
sær, at árliga útlutingin verð
ur munandi økt.
Grunnurin hevur gjørt
avtalu um at fíggja fimm
diabetes-sentur í Danmark
og eitt í Grønlandi.
Íløgan í Føroyum skuldi
vera tað sjeynda sentrið.
Allar hinar verkætlanir
nar eru nú í gongd. Men ikki
tann í Føroyum.
Higani bíðaði grunnurin
fyrst eftir svarið í fimm
mánaðir. So fekk hann eitt
nei takk. Og so bleiv hann
av landsstýriskvinnuni og
hennara partafólkum við
púra
ógrundaðum
illgit
ingum lagdur undir at vilja
koma inn í føroyska heilsu
verkið sum ein annar gjeyka-
ungi, og taka frá okkum
rættin at taka avgerðir og
ráða sjálv.
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
oð beinan vegin
Sjúrður Skaale
fólkatingsmaður
Fimm diabetes-
sentur í Danmark
og eitt í Grønlandi
Grunnurin hevur gjørt
avtalu um at fíggja fimm
diabetes-sentur í Dan
mark og eitt í Grønlandi.
Íløgan í Føroyum skuldi
vera tað sjeynda sentrið.
Allar hinar verkætl
anirnar eru nú í gongd.
Men ikki tann í Føroy
um.
Higani bíðaði grunn
urin fyrst eftir svarið í
fimm mánaðir. So fekk
hann eitt nei takk. Og so
bleiv hann av landsstýr
iskvinnuni og hennara
partafólkum við ógrund
aðum illgitingum lagdur
undir at vilja koma inn
í føroyska heilsuverkið
sum ein annar gjeyka-
ungi og taka frá okkum
rættin at taka avgerðir
og ráða sjálv.
– Tað líktist ongum, at Novo Grunnurin einki svar fekk í fimm mánaðir, skrivar Sjúrður Skaale
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum