týsdagur 18. desember 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐARGREIN ...FRAMHALD
Royndir at hyggja at
Misskil meg ikki. Sjálvandi
skal eitt tilboð sum hetta við
gerast væl og virðiliga – ella
”prinsipielt og etiskt”, um
mann vil. Tað krevur, at øll
fakta verða løgd á borðið og
at øll, sum varða av økinum,
verða hoyrd.
Men í hesum føri er við
gerðarhátturin tó rættiliga
upplagdur: Vit kunnu jú
hyggja at teimum fimm støð
unum í Danmark, har Novo
Grunnurin hevur gjørt líkn
andi íløgur, og tilgongdin
er komin heilt langt. Fyrsta
avtalan bleiv gjørd í 2015,
meðan seinasta avtalan –
tann viðvíkjandi deplinum
í Grønlandi – stutt síðani er
gjørd.
Hvørjar
grundgevingar
hava verið har? Hvør hevur
kritikkurin verið? Hvørjar
hava
royndirnar
verið?
Hvussu eru økini skipað?
Hvørjar eru treytirnar?
Eg havi hugt á netinum.
Har finst nógv og nágrein
iligt tilfar. Nógv kjak – og
eisini kritiskar røddir. Men
bara allar ytsti vinstravong
urin hevur verið beinleið
is ímóti – í nøkrum førum.
Øll onnur hava sagt ja takk
– samstundis sum treytin
hevur verið, at fulli ræðis
rætturin verður liggjandi
hjá myndugleikunum. Ver
uleikin er jú, at verður slíkt
ikki gjørt í almennum-priv
atum samstarvi, verður tað
ikki gjørt yvirhøvur. Tí tað
er so ovurhonds dýrt. Á
heimsstøði verður bara ein
minimalur partur av allari
gransking einans fíggjaður
av tí almenna.
Allir fimm viðgerðardepl
arnir í Danmark eru skip
aðir undir fullum ræði hjá
almennu heilsumyndugleik
unum. Ongin treyt fylgir við
um at brúka ávísan heilivág
ella viðgerðarslag.
Hyggur ein til Danmarkar
sæst eisini, at tað, Novo
Grunnurin hevur gjørt, bæði
er at byggja diebetes-sentur,
og at skapa fortreytir fyri
heilsugransking. Í Grønlandi
skal heilsugransking eisini
skipast á sjálvum deplinum.
Men Sirið Stenberg hevur
sagt við útvarpið, at gransk
ing als ikki var partur av tí
samstarvi, sum varð umrøtt.
Tað tykist løgið, tí so hevði
íløgan í diabetes-miðstøðina
Føroyum verið øðrvísi enn
hinar seks.
Men sjálvandi – sambært
Sirið hevur Novo heldur ikki
sett fram tilboð um nakra
føroyska diabetes-miðstøð
yvirhøvur...
Nevndarlimurin
Millum tað, Sirið Stenberg
hevur ført fram, er, at Novo
Grunnurin krevur at hava
ein av fleiri nevndarlimum
í diabetes-sentrinum í Før
oyum.
Eg havi eisini kannað
hetta. Í Danmark hevur
Novo-Grunnurin ein av 6-7
nevndarlimum
í
teimum
fimm sentrunum. Og enda
málið er ikki at taka nakran
av ræði. (Skilji heldur ikki
hvussu mann skuldi kunnað
gjørt tað við einum limi...).
Endamálið er fyri tað
fyrsta at grunnurin skal
kunnað fylgja við í og harvið
kunna menna virksemið á
deplunum. Hesi fólk hava jú
stóran serkunnleika.
Fyri tað annað er enda
málið, at grunnurin skal hava
medábyrgd av menningini av
deplunum. Hetta skal m.a.
økja møguleikan fyri nýggj
ari fígging frá grunninum
eftir tey fyrstu 10 árini.
Hevði Sirið Stenberg sett
seg inn í hetta, áðrenn hon
gjørdi hendan eina nevndar
limin til eina so stóra hóttan,
hevði málið ikki blivið so
gruggað, sum tað nú er. Tað
hevði tikið henni minni enn
ein tíma...
Men er tað púra avgerandi,
at Novo Grunnurin ongan
nevndarlim fær í tann depil
in í Føroyum, sum grunnurin
sjálvur skal fíggja, so er at
siga tað við grunnin. Tað er
ein løgin máti at samstarva
uppá – men kanska tað eisini
ber til.
Meira enn diabetes
Eg umboði sum fólkatings
maður ikki nakran føroysk
an myndugleika, og eg havi
einki mandat til at taka
nakra sum helst avgerð í
hesum.
Men eg veit eitt sindur
um tað, tí eg havi í mong ár
- í samráð við myndugleikar
og
fakpersónar
-
roynt
at lynnað undir soleiðis,
at tað er blivið lættari at
draga fígging til Føroya,
sum kann menna føroyska
heilsugransking
og
–við
gerð. Umframt, sjálvandi, at
styrkja okkara búskap.
Eg havi í trimum førum
fingið pengar til FarGen á
donsku fíggjarlógini - eina
ferð átta, einaferð tvær og
einaferð tríggjar milliónir.
Hetta munar lítið. Endamálið
hevur bara verið at flyta
hesa verkætlan so langt
fram, at tað gerst attraktivt
fyri privatar íleggjarar, sum
kunnu koma við "veruligum"
pengum. Sovorðin gransking
er nevniliga so dýr, at antin
samstarva vit við onnur um
tað - ella granska vit ikki.
Sum er dúva vit bara uppá
ta gransking, sum onnur
koma við.
Tað gera vit, hóast vit
hava fyrstafloks granskarar
og hóast Føroyar eru væl
egnaðar til slíka gransking,
tí okkara ílegusuppa er ó
vanliga konsentrerað. Her
hava livað fá og isolerað fólk
í nógvar øldir – og vit hava
sera góðar ættarbandsskráir.
Vit hava eisini eina fram
komna lóggávu. Og fólk í Før
oyum eru positiv viðvíkjandi
slíkari gransking.
Men tað hevur framvegis
ikki eydnast at fáa munagóð
ar privatar, útlendskar íløgur
til FarGen, so eg játtaði, tá ein
lækni í vár spurdi meg, um eg
kundi hjálpa til við royndu
num at draga íløgur til før
oyska heilsugransking.
Nøkur fólk samlaðust so,
og tey samdust um eina ætl
an, har FarGen bleiv kombi
nerað við heilsukanningum
– kallað ”FarGen-Health”.
Men at søkja grunnar tek
ur nógva tíð, og hana hevði
eingin. Tí samdust vit um at
seta ein ráðgeva, sum hevði
góð sambond í tí rætta um
hvørvinum. Eg kundi brúka
av míni játtan á Fólkatingi
til hetta endamál, tí talan var
um uppfylging av trimum
fólkatingssamtyktum um at
stuðla FarGen.
Síðani bleiv bankað á ym
iskar hurðar – men tann hjá
Novo Nordisk grunninum
vísti seg longu at standa op
in!
Á fundi við grunnin 28.
september upplýsti Jannik
Hilsted, leiðari, at grunnurin
hevði sett fram tilboð um at
byggja eitt diabetes-sentur
í Føroyum, men ótolnaðist
eftir svari. Honum bleiv so
lovað, at Landsstýrið skuldi
fáa boðini.
Men Novo Grunnurin var
ikki bara áhugaður í hesum.
Tá greitt varð frá um Far
Gen og hugskotinum um at
kombinerað hetta við eina
stóra
heilsukanning,
var
áhugin stórur.
Ráðgevin
skrivaði
so
leiðis í notatinum frá fund
inum: ”Á fundinum bleiv
sýndur stórur áhugi í Far
Gen Health, og í at stuðla
undirstøðukervinum undir
heilsugransking í Føroyum.
Nevndar blivu stórar upp
hæddir sum 50-60 mió. kr.
har Jannik segði hetta ikki
vera avskrekkjandi stuðuls
upphæddir um ambitiónin
var at røkka granskingarúrs
litum á altjóða støði.”
Notatið endaði við hesum
orðum:
”Føroya
Landsstýrið
stendur nú við einum heilt
einastandandi møguleika at
fáa játtaðan stóran stuðul úr
hesum stóra grunni komandi
10 árini til:
- Nýggjan væl útgjørdan
ambulatoriubygning til dia
betes og aðrar medisinskar
sjúkur.
- Dagførdan frystara við
robotti til Ílegusavnið / Far
Gen.
- Eina nýskapandi og al
tjóða einastandandi fólka
heilsukanning, sum saman
við FarGen dátugrunninum
veruliga kann stuðla undir
eitt
heilsugranskingarum
hvørvi í Føroyum.”
Nýtt tilboð –
nýggj tøgn
17. oktober var eg á fundi við
Sirið Stenberg, har eg greiddi
frá mínum virksemi, og teim
um møguleikum, sum eg
helt vera. Eg heilsaði henni
eisini frá Novo-Grunninum
og segði, at grunnurin hevði
vónað at kunna fara í gongd
í Føroyum í heyst, men fram
vegis bíðaði eftir svari úr
Heilsumálaráðnum.
Eisini handaði eg henni
notatið frá ráðgevanum, har
tað greitt stendur, at grunn
urin er áhugaður í at gera
stórar íløgur í heilsugransk
ing í Føroyum. Løgmaður var
eisini við á fundinum.
Landsstýriskvinnan lov
aði at kalla viðkomandi fólk
inn at tosa um hetta.
Eg hevði vónað, at hon fór
at taka sakina í egnar hend
ur, seta málið á skrá í Føroy
um, og taka upp samband við
grunnin fyri at samráðast
um møguleikar og treytir.
Men einki hendi.
Tað einasta landsstýris
kvinnan gjørdi, var, at hon 23.
november sendi sítt famøsa
bræv til Novo Grunnin.
Kann bjargast
Beint nú standa vit í eini
støðu, har almennu føroysku
boðini eru, at vit ikki arbeiða
við hesum. Hinar seks mið
støðirnar eru í gongd. Vit
standa eftir. Gransking, fíggj
að av grunninum, er í gongd.
Vit standa eftir.
Í almenna rúminum fýkur
eisini við illgitingum um
Novo Grunnin – settar fram
á hægsta stað. Tað gagnar
neyvan møguleikanum fyri
at fáa málið aftur á beint. At
illgita og tosa ósatt um onkr
an, ger tað ikki lættari at
samstarva við viðkomandi
seinni.
Men sjálvandi eiga vit at
royna.
Eitt nýtt bræv má straks
fara til Novo-grunnin, har
sagt verður, at vit IKKI hava
lagt lok á málið, men taka tað
upp til viðgerar í januar.
Síðani skulu vit hava eitt
orðaskifti um hetta, sum
serliga byggir á tær royndir,
gjørdar eru aðrastaðni. Tær
vísa betur enn nakað, um
hetta er tað rætta fyri okk
um ella ikki, og um hald er í
øllum illgitingunum.
Sirið
Stenberg
hevur
bakkað eitt sindur síðani 23.
november. Nú má hon venda
við – og seta fulla ferð á mot
orin. Vil hon ikki tað, má
leiðslan í Landsstýrinum –
ella Løgtingið – taka sakina
í egnar hendur og gera tað,
sum skal til. Tí hetta málið
er størri enn, at heilsumál
aráðharrin kann súlta tað.
Tað snýr seg um okkara bú
skap, okkara gransking – og
fleiri 1000 føroyskar diabet
es¨sjúklingar.
Tað er ein vanlukka, um
hesin møguleikin gleppur
okkum av hondum uttan, at
vit yvirhøvur hava viðgjørt
hann við støði í fakta.