Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147 Sosialurin / KvR 34 18 00 Vil tú arbeiða sum heilsufrøðingur? Gigni søkir eftir avloysara fyri heilsufrøðing Starvið er 28 tímar um vikuna á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu og á smábarnaøkinum í Tórshavn og Nólsoy frá 1. februar til 31. juli 2019. Frá 1. august til 31. desember 2019 er starvið 20 tímar á smábarnaøkinum í Sunda kommunu og Eiðis kommunu. Starvið er til setan skjótast gjørligt. Vit kunnu bjóða: • Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði • Fakligt mennandi umhvørvi • At vera partur av einum samstarvstoymi við jaligum og eldhugaðum starvsfeløgum Førleikakrøv: • Útbúgving og løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur • Útbúgving sum heilsufrøðingur • Góð evnir at samstarva við leiðslu, starvsfelagar o.o. • Áhuga fyri fakligari menning Møguleiki er eisini hjá sjúkrarøktarfrøðingum at søkja størvini, um teir lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing. Upptøkutreytirnar eru: • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur og danska løggilding • Royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur, sum svara til minst tvey ár við fullum setanarbrøki. Hesar royndir skulu vera frá minst tveimum av ávikavist føði- og barsilsdeild, neonatologi, pædiatri, barna- og ungdómspsykiatri, læknaviðtalu og heimarøkt. Minst ein av hesum starvssetanunum skal hava verið í minsta lagi 8 mánaðir til longdar. Yvirskipað kunnu broytingar væntast í mun til raðfestingar og mannagongdir í samband við menningartilgongd. Lønar- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@ heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík. Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 2. januar 2019 kl. 12.00. Meiri fæst at vita við at ringja til Bjørghild Djurhuus, virkandi fakligan stjóra á tel. 562356. Heilsufrøði til børn & ung Niels Finsensgøta 37 • Postboks 132 • 110 Tórshavn Tlf. 562300 • www.gigni.fo Takk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum gjørdu okkum gullbrúdleypsdagin ógloymandi. Takk til tykkum øll, sum møttu upp við sangi fra morgunstundini av og takk til tykkum øll, sum gjørdu okkum veitsluna um kvøldið so stórbæra. Vit ynskja tykkum øllum og okkara kæru eini gleðilig jól og gott nýggjár. Aimi og Sámal Tøkk Vit vilja takka øllum tykkum, sum gjørdu okkara gullbrúdleypsdag ógloymandi og so avbera hugnaligan. Takk til øll tykkum, sum á ein hvønn hátt rættu eina hjálpandi hond, so at vit kundu hátíðarhalda dagin. Takk øll tit, sum við sangi gjørdu okkum dagin so rørandi og ógloymandi longu frá morgunstundini. Takk fyri gávur, heilsanir, sangir og talur. Hjartaliga takk øll somul. Vit vilja ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Bestu ynskir Astrid og Hans Højgaard Sosialurin 341800 fyrst og fremst www in fo