Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. desember 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 19. desember 2018 · Nr. 147 Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum mongu sum fylgdu okkara elskaðu mammu, vermammu, ommu, langommu og oldurommu til hennara seinasta hvíldarstað. Ada (Adaløs) Petersen f.23.09.23 d. 02.03.18 andadst og fór til gravar Takk fyri blómur, kransar, gávur og sang. Takk til Havstein Klein prest, fyri umsorgan og gód ord. Takk til kirkjutænarar. Takk til tykkum sum hjálptu til í ervinum, og á annan hátt lætti um hjá okkum. Familjurnar vegna Jógvan (Egga) og Borgrhjørt. Tøkk Eina hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Elna Dahl f 25.08.1929 d 26.08.2018 andaðist og fór til gravar. Takk til starvsfólk á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri hjálp og umsorgan ta seinastu tíðina. Takk til prest og kirkjutænarar. Takk fyri blómur og kransar og alla hjálp í samband við jarðarferðina. Takk, øll tit mongu sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Karl, Símun, Erland, Fríðbjørg og Sigrun við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum ið vístu samkenslu og hjálpsemi tá ið okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Elsebeth Sofía Poulsen (Fía ) f: 02.10.1922 d: 22.09.2018 andaðist og varð jarða. Ein serstøk tøkk til starvsfólki á Heiminum við Vágna, fyri umsorgan og nærveru. Tøkk til prestarnar Marjun Lómaklett, Hanus á Gørðum og Niels Paula Danielsen, Tøkk til kirkjutænarar, Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Kunoyar kirkju. Takk til tykkum øll sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Hjartans tøkk til tykkum øll sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul, við ynskjum um eini Gleðilig jól og eitt av Harranum signað Nýttár familjunar vegna Páll Gunnhard, Dánial, Janhild og Helgi Tøkk Jógvan Meinhard Johannesen F. 11.09.31 D. 03.08.18 Andaðist og varð jarðaður Tøkk til tykkum øll sum vóru um okkum, tá góði maður, pápi, abbi, langabbi, og verfaðir, andaðist og varð borin til seinast hvíldarstað. Takk til Jaspur og Ingu prest fyri góð og troystarrík orð, i kapellinum og í kirkjuni. Takk til Atlantic Airways og strandfara skip landsins, og Ungmannafelagið Súlan. Takk til sangarar, berarar og øllum tykkum , sum minntust við gávum og blomstrum Og øllum sum bakaðu og hjálptu til. Hjartans tøkk til tykkum øll sum fylgdu honum til hansara sísta hvíldarstað og fyri alla hjálp. Familjuna vegna Ruby Randi, ólav kaj, Hans Michael, Eyðun, Sunnuva og Katrina v/ familju Tøkk Ein innilig tøkk til øll tykkum, sum á vakran og persónligan hátt mintust Ólav Hátún, tá hann andaðist og varð jarðaður í fagrastu ólavsøkutíð. Familjan takkar somuleiðis fyri allan stuðul. Takk til øll tykkum, sum gjørdu løtuna í Vesturkirkjuni og í kirkjugarðinum so serstaka við einastandandi rørandi tónleiki. Vit vilja takka sjúkrasystrunum á G4 og B6. Ólavur var tykkum sera takksamur og føldi seg vera í góðum hondum. Til seinast ein víðfevnd hjartans tøkk til tey, sum sendu blómur og kransar, hjálptu til við ervinum, og sum góvu peningagávu til Musikkskúlan. Gleðilig jól Ása Heini, Hjálmar og Helena Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara John Hansen f.21.02.36 d.30.11.18 andaðist og varð jarðaður. Takk til Ann Dahl Hansen prest fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Takk øll tit sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og kransar. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans takk øll somul, við ynski um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Familjunar vegna Helena, Heidi, Tummas Eli og Jens Kristian